Kirgistan

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Кыргыз Республикасы
Flagg Lýðveldið Kirgisia
( Flagg Lyðveldið Kirgisia)
Skjaldarmerki Lýðveldið Kirgisia
( Skjaldarmerki Lyðveldið Kirgisia)
Tjoðarslagorð: -
Tjoðsangur : Kyrgyz Respublikasynyn Mamlekettik Gimni
Alment mal Kirgisikst og russiskt
Høvuðsstaður Bisjkek
Forseti Sadyr Japarov (Садыр Жапаров)
Forsætisraðharri Akylbek Japarov (Акылбек Жапаров)
Fullveldi 25. desember 1991 (fra Sovjetsamveldinum )
Vidd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
199,951 km²
3,6 %
Ibugvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
6,636,803
33/km²
Gjaldoyra Kirgisiskur som (KGS)
Tiðarøki UTC +5 til +6
Økisnavn a alnetinum .kg
Telefonkota +996

Kirgisia [1] [2] ella Kirgisistan [3] (kirgisikst: Кыргызстан) er eitt land i Asia . Landið hevur umleið 5 776 500 ibugvar (2014). Bisjkek er bæði høvuðsstaður og størsti byur i Kirgisia. Kirgisia var fyrr ein partur av Sovjetsamveldinum , men gjørdist sjalvstøðug tjoð 25. desember 1991. Nu a døgum er Kirgisia eitt litið, okent land. Har bugva umleið 5,7 millionir folk, og landið er 4,5 ferðir so stort sum Danmark , ið hevur a leið sama ibugvatal.

Meira enn helvtin av Kirgisia er 2.500 m oman sjovar, og ti verður landið stundum eisini kallað "miðasiatiska Sveis ". Snjotaktu Tien Shan -fjøllini mynda landslagið; men djupu aardalarnir eru fruktagoðir og grønir. Flestu folk eru bøndur. Husdyrahald er meginvinna i landbunaðinum , ti har er so litið dyrkilendi.

Søga [ rætta | rætta wikitekst ]

Flaggið hja Kirgisiska Sovjetlyðveldinum. Landið var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum til desember 1991.

Til 1991 var Kirgisia partur av ti stora og mattmikla Sovjetsamveldinum . Tað var heimsins størsta land, og har buðu 280 millionir folk. I Kirgisia, ella rættari sagt, i Kirgisiska Sovjetlyðveldinum, sum tað ta æt, høgdu tey uran , sum varð nytt i sovjetsku framleiðsluni av kjarnorkuvapnum Eisini gjørdu tey royndir við kavbatatøkni i einum storum vatni, langt burturi fra Vesturlendskum njosnarum Har voru nogvar verksmiðjur, sum imillum annað framleiddu maskinur og klædnavørur.

Tey, sum aður voru bøndur, hava verið fyri storum broytingum. Meðan landið enn var partur av Sovjetsamveldinum, var jørðin savnað i storar felagsgarðar, sum voru felagsogn. Folk starvaðust har sum arbeiðarar við ymiskum uppgavum, t.d. sum traktorførarar ella neytakonur. Nu a døgum er jørðin i Kirgisia einskild, og flestu teirra, sum aður voru arbeiðarar a felagsgørðunum, hava fingið sina egnu jørð. Nogvum damar hetta væl, hoast tað er trupult at faast við landbunað . Trot er a m.a. maskinum. Nu hava tey to frælsi at ferðast hagar, tey vilja. Folkið (kirgisar) kann eisini raða i landi sinum.

Buskapur [ rætta | rætta wikitekst ]

Nogv vona, at ferðavinnan skal gera Kirgisia rikari.

Kirgisia verður talt millum tey 30-40 fatækastu londini i heiminum i 2015. Nu a døgum stavar tann størsta inntøkan hja Kirgisia fra at selja el , sum verður framleitt við vatnorku . Landið flytur eisini ut gull og bummull . Mong steinsløg eru i Kirgisia. Gull og kyksilvur verða høgd til utflutnings, men kolið , oljuna og gassið nyta teir sjalvir. Goðir møguleikar eru at vinna ravmagnsorku burtur ur striðu aunum, ið renna oman ur høgu fjøllunum, og nakrar vatnorkubyggingar eru gjørdar. Harumframt er litið og einki av idnaði . Nogv av ti, sum er til sølu i handlunum, er ur Kina . Nogv vona, at ferðavinnan skal gera Kirgisia rikari. Landið er avbera vakurt við kavakløddum fjallatindum, sum eru meira enn 7.000 metrar høgir. Har er eitt ogvuliga stort vatn við fralikum baðistrondum. Har eru gøtur til gonguferðir, og har er farvegur av gamlari mentan, til dømis malningar a hellu og bergi og minni um ta gomlu handilsfarleiðina millum Evropa og Kina. Men summarið er stutt i Kirgisia, veturin øgiliga kaldur, og landið er meira enn tusund kilometrar fra sjonum .

Folkið [ rætta | rætta wikitekst ]

Ein jurta - ein bustaður, summinnir um eitt tjald ? a haslættanum við vatnið Song-Kol .

Har bugva um leið 5,7 millionir folk, og landið er 4,5 ferðir so stort sum Danmark , ið hevur a leið sama ibugvatal. Meiri enn helmingurin av folkinum i Kirgisia er kirgisar, ættaðir ur Mongolia . Mong eru flakkfolk og gitin fyri at vera kring a rossabaki. Størsti utlendski minnilutin eru russar , ið mest bugva i byunum, og sum til 1991 styrdu øllum handli og idnaði i landinum. Nu kirgisar eru vorðnir meiri tjoðskaparsinnaðir, eru mangir russar farnir heim aftur til Russlands . Meginparturin av folkinum i Kirgisia livir nu a døgum av landbunaði og husdyrum. Nogv folk, sum aður arbeiddu a fabrikkum ella skrivstovu, velta nu sjalv tann mat , teimum tørvar, ella liva sum nomadar við husdyrum sinum. Onnur eru flutt til Russlands ella Kasakstan at leita eftir arbeiði.

I Kirgisia bugva i 2015 um leið 5,7 millionir, harav umleið 80 % eru muslimar og 20 % kristin ( Ortodoksa kirkjan ).

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]