Kypros

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Κυπριακ? Δημοκρατ?α
Kypriaki Dimokratia (grikskt)
Kıbrıs Cumhuriyeti (turkiskt)
Flagg Kýpros
( Flagg Kypros)
Skjaldarmerki Kýpros
( Skjaldarmerki Kypros)
Tjoðarslagorð: Onki
Tjoðsangur : Imnos pros tin Eleftherian
Alment mal Grikskt , Turkiskt
Høvuðsstaður Nikosia
Forseti Nicos Anastasiades (Ν?κο? Αναστασι?δη?)
'
Fullveldi 16. august 1960
Vidd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
9.251 km²
0 %
Ibugvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
1 120 489
121/km²
Gjaldoyra Evro (EUR)
Tiðarøki UTC +2
Økisnavn a alnetinum .cy
Telefonkota +357
Kort yvir Kypros, sum visir markið millum syðra og norðara partin.

Kypros (grikskt mal: Κ?προ?, turkiskt mal: Kıbrıs) er ein stor, natturuvøkur oyggj eystarlaga i Miðjarðarhavi og væl umtokt ferðamannaland. Oyggin er triðstørsta oyggj i Miðalhavinum. Høvuðsstaður er Nikosia , og landið hevur umleið 800 tusund ibugvar. Aðrir storir byir er Limassol , Larnaca og Papos . Almennu malini eru tvey i tali, grikskt og turkiskt . Kypros er limur i EU. Oyggin liggur eystanfyri Grikkaland , sunnanfyri Turkaland , vestanfyri Syria og Libanon i ein utnyrðin av Israel og norðanfyri Egyptaland .

Kypros tað minsta landið, sum hevur havt eitt lið við i Champions League bolkaspælinum.

Søga [ rætta | rætta wikitekst ]

Fornøldin til miðøld [ rætta | rætta wikitekst ]

Tey fornastu progvini ella tekin um at menniskju hava buð a Kypros kunnu førast aftur til 10. øld aðrenn Krist. Fornaldar utgrevstir fra hesi tiðini eru m.a. tann væl varda neolitiska bygdin Khirokitia , sum hevur fingið status sum World Heritage Site við kravi fra UNESCO um "eyka verju" status, um so er at vapnaðar konfliktir fara fram [1] Tað sama er galdandi fyri Pafos og Malaðu kirkjurnar i Troodos . A Kypros eru eisini nakrir av heimsins elstu vatnbrunnum. [2]

Gjøgnum tiðina hevur Kypros verið undir fleiri ymiskum harradømum. Oyggin var bygd av grikskum mykenum i tveimum bylgjum i 2. øld aðrenn Krist. Siðan hevur oyggin verið hersett av fleiri ymiskum stormaktum: av Nyassiriska rikinum, Egyptalandi og siðan av Persiska rikinum. I 333 a. Kr. tok Aleksandur Mikli ræði a oynni. Siðan varð oyggin styrd av Ptolemaiska Kongarikinum , av Romverjarikinum , av Byzantinska Rikinum , av arabisku kalifatunum eitt stutt skifti, av ti franska Lusignan rikinum og av Venesianarum , og siðan av Ottomanska rikinum i 1571.

Nyggjari søga [ rætta | rætta wikitekst ]

Kypros var undir Ottomanskum harradømi i meira enn tryggjar øldir. Kypros kom undir bretskt styri i 1878 til oyggin fekk frælsi i 1960, [3] og gjørdist ein limur i Commonwealth arið eftir.

Aðrenn oyggin fekk frælsi i 1960 , var hon undir turkiskum og siðan bretskum yvirræði. Meginparturin av folkinum eru grikkar , bara fimtingurin turkar . Drugvt strið var imillum tey bæði folkasløgini, og tað hevði við sær, at oyggin varð bytt sundur i 1974 ; sunnari partur er sjalvstøðugur við meiriluta av grikskt talandi kypriotum, meðan norðari partur er turkiskur .

Eitt vapnað strið tok seg upp hin 21. desember 1963, sum byrjaði ta tveir turkisk-kypriotar voru skotnir. Dagurin er siðan kendur sum Bloðigu jolini . Tað var byrjanin til eitt strið millum hesi bæði folkasløgini, ein partur av griksttalandi kypriotunum ynsktu enosis , tvs. sameining við Grikkaland. EOKA B var ein paramiliterur felagsskapur, stovnaður i 1971 av General Georgios Grivas-Digenis, nevndur Grivas. Hesir royndu eina hernaðarliga kvettroynd, eitt coup d'etat, stuðlaðir av griksku juntaðini, i 1974, men hetta miseydnaðist orsakað av at Turkaland gjørdi innras og hersetti norðara partin av oynni. Striðið sum endaði við, at oyggin bleiv bytt sundur i ein grikskan og ein turkiskan part i 1974. Umleið 150.000 griksttalandi kypriotar buðu to framvegis i norðara partinum og eini 50.000 turkisttalandi kypriotar buðu i syðra partinum av oynni. Syðri parturin av Kypros er sjalvstøðug tjoð og fevnir um 59% av oynni, meðan Norður Kypros, sum fevnir um 36% av oynni, bert er viðurkend av Turkalandi. Stora Bretland hevur harradømi yvir økjunum Akrotiri og Dhekelia , sum eru suðurstrondini, avikavist strandaøkið sunnanafyri Limassol i syðra partinum av Kypros og vestanfyri Famagusta i turkiska partinum av oynni og við markið longri suðuri, si kortið høgrumegin.

I dag (2013) er oyggin framvegis deild sundur i tveir partar, i syðra partinum, sum er tann parturin ið verður nevndur Kypros, eru griksttalandi kypriotar i meiriluta. I norðara partinum av oynni, sum er undir turkiskum yvirvaldi, eru turkisttalandi kypriotar i meiriluta.

Politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Turkaland er einasta land, sum viðurkennir lyðveldið i turkiska Norðurkypros . Lyðveldið varð stovnað eftir turkiska innras a oynna i 1974 ? eftir eitt kvett, sum griksku kyprotarnir saman við griksku hernaðarjuntuni av grikska meginlandinum skipaðu fyri. Grikski parturin av Kypros hevur limaskap i ES .

Si eisini [ rætta | rætta wikitekst ]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Unesco.org
  2. News.BBC.co.uk
  3. "Cyprus date of independence" . http://www.parliament.cy/parliamenteng/index.htm . Heintað 2013-03-31 .  
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið