한국   대만   중국   일본 
Irland (land) - Wikipedia Jump to content

Irland (land)

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Avist fra Lyðveldið Irland )
Eire
Ireland
Flagg Írland
( Flagg Irland)
Skjaldarmerki Írland
( Skjaldarmerki Irland)
Tjoðarslagorð: Onki
Tjoðsangur : Amhran na bhFiann
Alment mal irskt , enskt
Høvuðsstaður Dublin
Forseti Michael D. Higgins
Forsætisraðharri Micheal Martin
Fullveldi 6. desember 1921
Vidd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
70 273 km²
2,0
Ibugvar
 - tilsamans 2004
 - tættleiki
 
3 969 558
55/km²
Gjaldoyra Evra
Tiðarøki UTC
Økisnavn a alnetinum .ie
Telefonkota +353

Irland , ( enskt : Ireland , irskt : Eire , ulster skotskt : Airlann ) er lyðveldi i Vesturevropa . Landið Irland, ið ikki ma mistakast fyri oynna Irland , hevur landamark norðureftir við Norðurirland , ið er partur av Storabretlandi . Sjomark hevur Irland við Atlantshavið , Irska havið og Ermasund .

Irland hevur sjalvstyri, øvugt Norðurirland , sum er partur av Stora Bretlandi .

Dublin er høvuðsstaður i Irlandi og aðrir storir byir er Cork , Limerick , Galway og Waterford .

Søga [ rætta | rætta wikitekst ]

I 1014 kom tann endaliga uppgerðin millum norðbugvarnar og irar i bardaganum við Clontarf , sum irar undir konginum Brian Boru vunnu.

Umleið 150 f.Kr. komu keltar inn i landið, og irsk mentan gjørdist i sini grund keltisk og rann seinni saman við kristindominum i eina serstaka irska eind. Kirkjur og kleystur vorðu bygd, og hesir stovnar voru ikki bert halgidomar, men eisini tey lærdomssetur, sum ein blomandi irsk mentan vaks ut fra. Til um 1000 var Irlandi skift sundur i mong kongsdømi, sum javnan logu i strið hvørt við annað. Landið hevði onga felags stjorn, men var bytt sundur i ættbolkar, sum sotu illa um satt. Tað hevði við sær, at lætt var hja vikingum at buseta seg nogvastaðni i landinum. I 830-arunum foru vikingarnir at busetast i Irlandi og bygdu borgir, og umleið 840 kom ein storur kongsfloti undir Turgeis , sum gjørdist kongur yvir øllum fremmandum. Hann varð fyrsti kongur i Dublin (Dyvlin), sum var høvuðssetur norðbugvanna, og hann legði skatt a irar. Men i 845 fall hann i bardaga við irar, og bardagar voru i nogv ar, til Olavur Hviti , norskur kongssonur, i 853 kom til Irlands við storari hermegi, og tað eynaðist honum at byggja upp eitt norskt riki i Irlandi við Dublin sum høvuðssetri. Hann gjørdi herferðir eystur um Irska Havið og legði partar av vesturstrond Norður- Onglands undir seg. Ta ið Olavur doyði, gjørdist broðirin Ivar kongur eftir hann. Hann doyði sum kristin maður. Synir Ivars løgdu størri partar av Onglandi undir Dublin-rikið, og rendu saman við danir i Northumberlandi . Ivarsættin fekk eisini kongsvaldið har við sæti i York (Jorvik), til 944.

Norðmenn komu i Irlandi til bygt land og skipað samfeløg. Teir voru ein litil minniluti og kundu bert við at kuga tann stora irska meirilutan halda uppi valdi sinum i Irlandi. Vikingahøvdingarnir buðu i vardum byum, til dømis teimum, sum i dag eita Dublin , Limerick , Waterford , Wexford , Cork og livdu har saman við herfylgjum og huskjum av handli við meginlandið og irar og av jarðargjøldum. Irland var tað landið, sum flestir norskir niðursetumenn fluttu til. Av fremmandum fornlutum, sum funnir eru i Noregi fra hesi tiðini, eru nogv teir flestu haðan. I 1002 utnevndi kongurin i Munster, Brian Boru, seg til kong yvir øllum Irlandi og nytti storan part av stjornartið sini at halda saman um rikið. Navnið “Boru” merkir “hann, sum krevur inn skatt”. I 1013 foru norskir vikingar, sum høvdu busett seg um Dublin -leiðina, i part við misnøgdum stormonnum, ið høvdu sett seg upp imoti kongi. Við Clontarf tætt við Dublin møttust baðir herarnir. Irar sigraðu, to at Brian fall. Ta ið vikingarnir flyddu ur Clontarf, sou teir Brian tætt við eitt tjald og høgdu hann til deyða. Sum fra leið, blandaðust irar og norðmenn, og norðmenn toku við kristnari trugv.

Irland var leingi undir bretskum yvirvaldi. I 1922 fekk syðri partur ? um fyra fimtingar av oynni ? sjalvstyri i Bretska Heimsveldinum og gjørdist oheft lyðveldi i 1948 ; men Norðurirland varð verandi saman við Bretlandi .

Irski fristaturin varð settur a stovn i 1922 sum ein dominion (sjalvstjornandi hjaland) i bretska Commonwealth og fekk økt sjalvstyri igjøgnum m.a. the Statute of Westminister 1931 og the abdication crises of 1936 . I 1937 varð ein nyggj stjornarskipan ( New Constitution ), ið lysti landið sum fullveldisriki undir heitinum Ireland sett i gildi. Og i 1949 vorðu seinastu formligu bondini við Sameinda Kongsrikið (UK) slitin, ta ið Irland tok loysing og lysti seg sum tjoðveldi.

Meðan landið var undir bretskum veldi og fyrstu arini sum tjoðveldi var Irland eitt av fatækastu londunum i Vesturevropa og fraflytingin ur landinum var stor. I 1950’unum varð protektionistiski buskapurin opaður, og i 1973 gjørdist Irland limur i Europeiska Felagsmarknaðinum EF (nu Europeiska Samveldið ES). Ein buskaparkreppa noyddi landið til at fremja nyskipanir seinast i 1980’unum , og skattur og reglur vorðu linkaði ogvusliga i mun til onnur ES -lond.

Irski loysingarherurin, IRA , striddist i sekstiarunum fyri at faa teir seks norðastu landspartarnar uppi Irland istaðin fyri, at teir skulu vera partar av Stora Bretlandi .

Seinastu 20 arini hevur Irland havt ein storan buskaparvøkstur, og landið hevur i dag tann 31. størsta buskapin i heiminum. I 2009 varð landið mett at hava hægstu livsgoðsku i heiminum. Men altjoða kreppan hevur eisini rakt Irland hart, og hevur ført arbeiðloysi og økta fraflyting við sær.

Politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Oyggin Irland er bytt i tvey tjoðveldi, Irland og landspartin Norðurirland , sum er partur i Sameinda Kongsrikinum .
Dublin er høvuðsstaðurin i Irlandi. Hann er við Liffeya við Irlandshav. Vikingar grundaðu byin i 9. øld .

Irland er limur i ES , OECD og ST .

Irskir forsætismalaraðharrar ( irskt : Taoiseach, fl. Taoisigh)

Fyrisitingarlig landaøki (amt og kommunur) [ rætta | rætta wikitekst ]

Upprunaliga var Irland bytt i 26 amt ( counties ), og hesi mynda framvegis tær mentanarligu og itrottarligu eindirnar eins og postnumrini. Men fyrisitingarliga uppbyitið er i dag 29 eindir, County Dublin varð i 1990’unum bytt i try og Tipperary i tvey i 1890’unum. Aftrat hesum koma 5 byir ( cities ), teir eru Dublin , Cork , Limerick , Galway og Waterford . Haraftrat koma fimm byarkommunur nevndar ' boroughs ' (sama orð sum norrønt ‘ borgir ’), tær eru Clonmel , Drogheda , Kilkenny , Sligo og Wexford , ið hava avist sjalvstyri innanfyri kommunumark. Hoast Kilkenny verður roknað sum ein ‘borough’ hevur byurin logligan rætt sum ‘city’.

Atrunaður [ rætta | rætta wikitekst ]

Irska grundlogin sigur at staturin ma ikki umboða nakra avisa trugv, og hon tryggjar truðarfrælsi fyri øll. Umleið 86,8% av folkinum eru romverskir katolikkar ; og sambært urslit av kanningum, so eru irar tey idnastu at ganga regluglia til messu ( mass ) i kirkju hvønn sunnudag i vesturheiminum. Men somu kanningarurslit visa eisini eina stora minking i kirkjugond i landinum, seinastu 30 arini. Millum 1996 og 2001 minkaði kirkjugongdin fra 60% til 48%, (aðrenn 1973 var kirkjugongdin omanfyri 90%) , og fleiri katolskir lærustovnar eru stongdir.

Næststørsta kristna samkoman er anglikanska ‘ Church of Ireland ’ ið eftir ahaldandi minking i limatali igjøgnum alla 20’du øld, nu aftur hevur upplivað eina framgongd. Eins og aðrar smærri kristnar samkomur so sum brøðrasamkoman (Presbyterian) og metodistakirkjan . Millum 2002 og 2006 vaks talið av muslimum i Irlandi við 69% og islam er nu triðstørsta og skjotast vaksandi trugvin i irlandi. Eisini hevur litla jødiska samfelagið og nyggjara hinduistiska samfelagið upplivað ein vøkstur seinastu arini.

Størstu halgimenni Irlands eru Sankta Patrik ( Saint Patrick ), Saint Bridget og Saint Columba . Men Saint Patrick er tann einasti av hesum ið regluliga verður roknaður sum Høvuðshalgimenni. Patriksmessa ( Saint Patrick's Day ) 17 mars verður hildin i Irlandi og uttanlands sum irskur tjoðardagur , við skruðgongum og øðrum tiltøkum.

Sambært ein kanning fra 2006 voru tað 186.318 folk (4,4%) ið søgdu seg onga trugv hava, men i hesum tølum eru bæði ikki-trugvandi og folk ið rokna seg sum ‘spirituel’ og heiðin (ikki-kristin) iroknaði. Aftrat hesum komu 1.515 folk ið roknaðu seg sum agnostikarar og 929 ið lystu seg beinleiðis sum ateistar . Samlað verður talið a ikki-trugvandi folkum sostatt 4,5% av folkinum. Onnur 70.322 svaraðu ikki fyri um tey høvdu trugv ella ikki.

Trugv og politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Upprunaliga grundlogin i irlandi fra 1937 gav katolsku kirkjuni eina ‘serstøðu’ sum kirkja meirilutans, men viðurkendi aðrar kristnar rørslur og jødadom. Sum i øðrum katolskum londum hevur Irland upplivað eina ahaldandi sekularisering igjøgnum 20’du øld. I 1972 var login ið nevndi atrunarligu bolkarnar, katolsku kirkjuna iroknaða, strikað ur grundlogini.

Utbugving og politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Hoast atrunarligar skipanir reka nogvar av skulunum i Irlandi, fer ein framhaldandi sekularisering fram i irska folkinum, serliga hja unga ættarliðnum. I katolsku skulunum kunnu foreldur biða um at børn teirra verða fritikin fyri atrunarliga fralæru, og sama fralæra snyr seg i dag, um atrunað sum heild, heldur enn um eina avisa trugv. Atrunarligir skular ið faa almennan stuðul hava ikki loyvi til at diskriminera næmingar vegna teirra trugv, ella væntandi trugv. Men ein avmarkandi skipan fyri upptøku, har næmingar hvørs virði samtvinnar við skulans virði, verða upptiknir aðrenn aðrir næmingar finst to.

Mentan [ rætta | rætta wikitekst ]

I Irlandi finnast øki har irskt (gæliskt) framvegis verður tosað. Hesi øki verða kallað Gaeltachtai .

Irland er kent fyri sin rika folkatonleik , ein kendur bolkur er The Dubliners .

Landfrøði [ rætta | rætta wikitekst ]

Veðurlagið i Irlandi er lytt og slavið, og ti er lendið nogvastaðni arbeitt og græsgrønt. Landbunaður er enn høvuðsvinna; men eisini i Irlandi eru mong folk ? helst ungfolk ? flutt av bygd til byirnar. Natturutilfeingið er ikki nogv, og aðrenn idnaðurin og ferðavinnan toku dik a seg, var Irland eitt av fatækastu londunum i Vesturevropa .

Cliffs Of Moher

Buskapur [ rætta | rætta wikitekst ]

Hygg eisini at [ rætta | rætta wikitekst ]

Avisingar uteftir [ rætta | rætta wikitekst ]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið