Indiska Havið

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Indiska Havið , Indiahavið ella Indiahav er tað minsta av teimum trimum heimshøvunum . Tað er 74,9 millionir km² i vidd, og har eru einar 5000 oyggjar , harav eru fleiri teirra korallriv . Indiahav likist fra hinum baðum heimshøvunum, Atlantshavið og Kyrrahavið , tað gongur ikki so langt norður sum tey. Indiahavið hevur mark moti norði til Suðurasia , moti vestri er mark til Arabisku Halvoynna og Afrika , moti eystri er mark til Avstralia , og moti suðri er mark til Suðurishavið og Antarktis . I Indiahavi er saltasti sjogvur i heiminum, nevniliga Reyðahavið , og eisini heitasti sjogvur i heiminum, Persaflogvin .

Indiahavið er i vanda fyri at verða dalkað , helst av tangaskipum ur Persaflogvanum . Norðast i Indiahavi kunnu tropuodnir og grovt monsunregn elva til ogvisligan uppgang og vatnfloð. I Indiahavi eru nogvar koralloyggjar og oteljandi nogvar korallpollum, sum til dømis Maldivoyggjar og Seyskelloyggjar , ið eru ogvuliga væl umtokt ferðamannalond. Stora ferðavinnan gevur væl av sær, men skaðar natturuna. Aðrir vansar eru, at havið matar burtur av korallrivunum , og oyggjarnar liggja ti opnari fyri floð og brimi.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið