Walt Disney

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Walt Disney
Disney i 1946
Fødd(ur) Walter Elias Disney
( 1901-12-05 ) desember 5, 1901
Chicago , Illinois , USA .
Andaðist desember 15, 1966 ( 1966-12-15 ) (aldur 65)
Burbank, California , USA .
Deyðsorsøk
Lungnakrabbi
Hvildarstaður
Glendale, California , USA .
Bustaður Burbank, California , USA .
Tjoðskapur Amerikanskur
Utbugving McKinley High School, Chicago Academy of Fine Arts
Starv Stovnari av The Walt Disney Company
Virkin ar 1920?1966
Heimstaður Chicago , Illinois , USA .
Hjunafelagi(ar) Lillian Disney (f. Bounds)
(g. 1925?1966; deyða hansara)
Børn
  • Diane Disney Miller
  • Sharon Mae Disney
Foreldur Elias Disney
Flora Call Disney
Skyldfolk
Virðislønir 7 Emmy virðislønir
22 Oscar-virðislønir
Cecil B. DeMille virðisløn
Undirskrift
Newman Laugh-O-Gram (1921)

Walter Elias " Walt " Disney [1] (føddur 5. desember 1901 , deyður 15. desember 1966 ) var ein amerikanskur vinnulivsmaður, teknari, animator, filmframleiðari, filmrithøvundur, entreprenørur og raddaleikari. Hann spældir ein storan leiklut innan amerikanska teknifilmidnaðin, og kring allan heimin verður hann sæddur sum eitt altjoða ikon [2] og filantropur, væl kendur fyri sina avirkan og ikast til undirhaldsidnaðin i 20. øld. Saman við beiggja sinum, Roy O. Disney , stovnaði hann Walt Disney Productions , sum seinni gjørdist ein av best kendur teknifilmsframleiðarum i heiminum. Fyritøkan er nu kend sum The Walt Disney Company og hevði ein arligan umsetning, sum var umleið 36 milliardir US dollarar i figgjararinum 2010. [3]

Sum ein teknari og entreprenørur var Disney serstakliga kendur sum ein filmframleiðari og ein vældamdur skemtari, eins væl og ein nyskapari innan teknifilm og design av temaparkum. Hann og starvsfolk hansara hava skapað nakrar av heimsins best kendu ispunnu personum/leiklutum, eitt nu Mickey Mouse , sum Disney sjalvur legði rødd til i fyrstuni. Meðan hann livdi, fekk hann fyra Oscar-virðislønir og vann 22 Oscar-virðislønir av tilsamans 59 tilnevningum, harimillum var eitt metstort 4 tilnevningar i einum ari, [4] sum gav honum fleiri virðislønir og tilnevningar enn nakar annar einstaklingur i søguni. [5] Disney vann sjey Emmy Awards og legði navn til Disneyland og Walt Disney World Resort temaparkirnar i USA, eins væl og til altjoða stuttleikaparkir sum Tokyo Disney Resort , Disneyland Paris og Hong Kong Disneyland .

Disney fekk lungnakrabba og andaðist 15. desember 1966 i Burbank, California . Eitt ar seinni for felagið hja honum i gongd við at byggja Walt Disney World Resort i Florida. Beiggi hansara, Roy Disney, vigdi Magic Kingdom hin 1. oktober 1971.

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Collins English Dictionary (2003): "Disney"
  2. "Space.com" . http://www.space.com/news/spacehistory/vonbraun_disney_020813.html . Heintað 2002-08-16 .  
  3. "2010 Form 10-K, Walt Disney Company" . United States Securities and Exchange Commission . http://www.sec.gov/Archives/edgar/data/1001039/000119312510268910/d10k.htm .  
  4. "Walt Disney Academy awards" . Academy of Motion Picture Arts and Sciences . http://awardsdatabase.oscars.org/index.jsp . Heintað May 21, 2008 .  
  5. "Results Page ? Academy Awards Database" . http://awardsdatabase.oscars.org/ampas_awards/help/helpMain.jsp?helpContentURL=statistics/indexStats.html . Heintað February 16, 2012 .  


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið