Shanghai

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Shanghai myndir

Shanghai er størsti byur i Kina eftir folkatali. [1] [2] og heimsins størsti byur yvirhøvur eftir folkatali. [3] Byurin er ein av teimum fyra beinleiðis-stryrdu kommununum i Kina , við einum folkatalið a tilsamans knappar 24 millionir (2013). [4] Byurin er ein altjoða figgjarmiðdepil, [5] og ein miðdepil fyri ferðasamband við heimsins virknastu bingjuhavn . [6] Byurin liggur i deltaðini við Yangtze-anna i Eysturkina og liggur har ið Yangtze-ain rennur ut miðskeiðis a kinesisku strondini. Shanghai kommuna hevur mark við landslutirnir Jiangsu og Zhejiang moti norði, suðri og vestri, og er avmarkað moti eystri av ti Eysturkinesiska havinum . [7]

I øldir vaks Shanghai sum ein fyrisitingarligur byur, flutningshavn og handilsbyur og i 19. øld vaks tydningurin av bynum orsakað av evropiskari viðurkenning av ti goðu havnini, staðsetingini og teimum buskaparligu møguleikunum. Byurin var ein av teimum fimm havnunum, ið var latin upp fyri utlendskum handli eftir at Storabretland vann yvir Kina i ti Fyrra Opiumskrignum , meðan tann eftirfylgjandi 1842 Nanking-sattmalin fra 1842 og Whampoa-sattmalin fra 1844 loyvdi stovnanini av Shanghai International Settlement og French Concession . Byurin blomaði ta sum ein miðdepil fyri handil millum eystur og vestur og gjørdist figgjarligur miðdepil i asiatiska Stillahavsøkinum i 1930-arunum. [8] Men, ta ið Kommununistaflokkurin tok valdið a meginlandinum i 1949, var handil orienteraður við fokus a sosialistisk lond, og alheimstydningurin hja bynum minkaði. I 1990-arunum, gjørdi tann buskaðarligi reformurin sum Deng Xiaoping innførdi, at byurin mentist aftur og hjalpti við til at utlendskar iløgur aftur voru gjørdar i byin. [9]

Shanghai er eitt vælumtokt ferðavinnumal sum er kent fyri søgulig eyðkenni sum Bund , Chenghuang Miao Savnið og Yuyuan havin og harumframt eisini fyri Lujiazui sum sæst i havsbrunni. Onnur kend ferðavinnumal i bynum eru Shanghai Savnið og Kina Listasavnið .

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. http://courses.washington.edu/chinageo/ChanCityDefinitionsEGE2007.pdf Archived 2013-01-15 at the Wayback Machine courses.washington.edu, s. 395.
  2. "What are China's largest and richest cities?" . University of Southern California . http://china.usc.edu/(S(swqn0p55xbqmsu45cwso5lzy)A(IEcheuFczAEkAAAAODRlNTk2OTMtMDViMC00Yjk5LWFmZTgtODc1OTA1YWYxMDM4e9e8O7-g5_HYhuft0Huy7h2GlGg1))/ShowAverageDay.aspx?articleID=910 . Heintað 2014-04-08 .  
  3. "Cities: largest (without surrounding suburban areas)" . Geohive . http://www.geohive.com/earth/cy_notagg.aspx . Heintað 13 September 2011 .  
  4. http://news.xinhuanet.com/politics/2013-02/19/c_114725465.htm
  5. "The Competitive Position of London as a Global Financial Centre" . http://www.zyen.com/PDF/LCGFC.pdf . Heintað 2014-04-08 .  
  6. "Top 50 World Container Ports" . http://www.worldshipping.org/about-the-industry/global-trade/top-50-world-container-ports/ . Heintað 2014-04-08 .  
  7. "Geographic Location" . Basic Facts . Shanghai Municipal Government . http://www.shanghai.gov.cn/shanghai/node23919/node24059/node24061/userobject22ai36489.html . Heintað 14 September 2011 .  
  8. Scott Tong (October 2009). "Shanghai: Global financial center? Aspirations and reality, and implications for Hong Kong" . Hong Kong Journal . http://www.hkjournal.org/PDF/2009_winter/3.pdf . Heintað 17 October 2011 .  
  9. "Historic Transformation" . Shanghai.gov.cn. 27 May 1949 . http://www.shanghai.gov.cn/shanghai/node17256/node17432/node17433/userobject22ai24.html . Heintað 11 December 2011 .  
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið