Torino
(piemonesiskt mal):
Turin
) er ein byur i
Italia
og høvuðsbyur i landslutinum
Piemonte
. I Torino bugva umleið 910.000 folk. Byurin er miðdepil fyri mentan og vinnuliv i Norðuritalia. Størsti parturin av Torino liggur við vestara aarbakka av Po anni, við Susa Dalin og er umgirdur av ti vestara Alpuboganum. Um alt byarøkið verður talt við, so kemur folkatalið upp a 1,7 millionir, og um alt upplandið til byin verður talt við, kemur folkatalið upp a 2,2 millionir folk.
Torino er kendur fyri tey mongu listasavnini, kirkjur, slott, operahus, viðarlundir, torg, havar, sjonleikarhus, bokasøvn, søgulig søvn og onnur støð. Byurin er eisini kendur fyri sin barokka, rokoko, neo-klassiska og Art Nouveau arkitektur.
Fleiri av teimum almennu torgunum, slottunum, havunum teimum elegantu
palazzi
so sum
Palazzo Madama
, voru bygd i 16. og 18. øld, eftir at høvuðsstaðurin hja Duchy ov Savoy (seinni Kongadømi Sardinia) var flutt til Turino fra Chambery (nu a døgum Frakland) sum ein liður i at vaksa um byin.
I fyrstu øld f.Kr. var ein romversk hernaðarstøð
Castra Taurinorum
sett a stovn i Torino.
Fotboltur er tann mest tyðandi itrottargreinin i Torino, og byurin hevur tvey fotboltsfeløg, sum spæla i bestu italsku fotboltsdeildini:
Juventus F.C.
, sum varð stovnað i 1897 og
Torino FC
, sum varð stovnað i 1906. Juventus ein tað mest vinnandi fotboltfelagið i Italia og eitt av tydningarmestu fotboltsfeløgum i heiminum.
[1]
FISA (stytting fyri:
Federation Internationale des Societes d'Aviron
- Altjoða Roðrarsambandið) varð stovnað i Torino i
1892
.
Torino var vertsbyur fyri
Vetrar OL
i 2006.
- ↑
FIFA.com