Palestina

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gaza og Vestari Aarbakki .

Palestina ( hebraiskt : ?????????, arabiskt : ???????) er sunnasti parturin av Syria . Romverjar roptu landið Palestina . Palestina er gr. snið av hebr. Peleschet , "Filistaralandið".

Igjøgnum søguna hevur Palestina havt ein sentralan geostrategiskan tydning, ti økið bindur saman afrikanska , asiatiska og evropeiska kontinentið. Umframt hetta hevur økið havt ein atrunaðarligan og mentanarligan tydning fyri bæði islam , kristindomin og jødadomin [1] . Av hesum orsøkum hevur økið verið ein vigvøllur við alskyns kriggjum og innrasum igjøgnum øldirnar og hevur støðugt skift hendur imillum jødar , persar , grikkar og romverjar .

Hundrað lond hava viðurkent palestinsku økini sum sjalvstøðugt riki (i 2011 ) [2] .

Landalæra [ rætta | rætta wikitekst ]

Palestina er litið land. Tað er mest fjallaland, 700 til 1000 m. yvir havinum . Hetta halendið gongur ur suðri og norðureftir gjøgnum Vesturjordanska landið. Fjøllini eru av kalksteini, sum er ogvuliga moyrur, og vatn lekur igjøgnum. Har eru mongdir av holum og nogvar keldur. Israel er ein partur av ti gamla Palestina [3] .

Politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Storur partur av arabiska folkinum varð noyddur at fara ur Palestina og matti liva sum flottafolk i Jordan og Libanon . Ti er mikil og ahaldandi figgindaskapur imillum israelsmenn , palestinar og arabisku grannalondini. Israel hersetti bæði Eysturjerusalem og Vestara Aarbakka i 1967 , og Eysturjerusalem er seinni lystur israelskt øki. Altjoða samfelagið og palestinararnir hava fleiri ferðir funnist at Israel , ti landið heldur fram við at byggja bustaðir i einum hersettu økjunum [4] .

Hamas tok valdið i Gaza i 2007 [5] . Teir hava sent rakettir i hopatali inn yvir israelskar bygdir og sært og dripið nogvar israelar hesi seinastu arini. I 2008 voru 3.200 rakettir og spreingivarparar send ur Gaza inn i Israel [6] . Israel leyp a Gaza i 2008 . Vapnaða deildin hja Hamas segði i januar 2009 , at hon misti "einans" 48 mans undir israelsku innrasini i Gaza . Israel sigur hinvegin, at herurin drap meira enn 500 Hamas -limir i krignum, sum byrjaði 27. desember i 2008 .

Tað er trupult at ferðast hja teimum, ið bugva i Palestinskum øki. Tey faa ikki loyvi at ferðast gjøgnum høvuðslufthavnina i Israel , Ben Gurion Airport . Istaðin mugu tey fara til ein flogvøll i Jordan , og so flugva haðani. Tað tekur teimum vanliga tveir dagar at ferðast fra Betlehem til flogvøllin i Jordan . Tað er eisini sera trupult við loyvum og tekur langa tið at ferðast millum byir a palestinskum økjum. Næstan 200.000 palestinar i landbunaðarøkum a Vestara Aarbakka hava onga atgongd til rennandi vatn. I Gaza er millum 90 og 95 prosent av vatninum dalkað og oegnað til menniskju.

Sameindu Tjoðir [ rætta | rætta wikitekst ]

Frøin var stor a Vestara Aarbakka og i Gazageiranum , ta ST -aðalfundurin 29. nov. 2012 samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu i heimsfelagsskapinum [7] . Hoast harða motstøðu fra serliga USA og Israel atkvøddu 138 av teimum 193 limalondunum fyri. Teirra millum voru eitt nu Noreg , Danmark og Island . Samtyktin gevur Palestina eygleiðarastøðu sum ikki-limaland, og tað er sama støða, sum Vatikanrikið hevur. Tyskland , Stora Bretland og Avstralia voru millum londini, sum ikki atkvøddu. USA, Kanada , Israel, Kekkia , Panama , Palau , Nauru , Mikronesiasamveldið og Marshalloyggjar atkvøddu imoti. Israelski ST-sendiharrin, Ron Prosor , segði at samtyktin er eitt afturstig fyri friðartilgongdina i Miðeystri . Tað sama segði amerikanski ST-sendiharrin, Susan Rice .

Folkið [ rætta | rætta wikitekst ]

Ikki allir palestinar eru muslimar . Nakrir eru kristnir (umleið 1,1 - 2,4 % [8] ). Hamas hevur ræðið a Palestinskum øki, og teir ynskja heldur at hava islam enn kristindom [9] . Nogv av teimum kristnu a teimum Palestinsku økjunum hava siðstu arini valt at flyta til onnur lond [10] . Nogv flyta til USA ella lond i Vesturevropa sum Tyskland og Svøriki , ti har hava tey tað nogv betri. Tey allarflestu av teimum, ið fara uttanlands at lesa, koma ongantið aftur til Palestina. Bæði ti tað er trupult hja teimum at faa arbeiði, og ti at tey hava tað munandi betri i øðrum londum. Bara umleið 5 % koma aftur. Um 10 til 15 ar vera næstan eingi kristin eftir i Palestina, um henda gongdin heldur fram. I Gaza eru bara 2.000 kristin av einum folkatali, ið telur 1,3 million [11] . A Vestara Aarbakka eru bara 1,1 % av folkinum kristin . Og talið minkar [12] .

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. "Archive copy" . http://www.enotes.com/history-fact-finder/religion/why-do-jews-christians-muslims-all-claim-palestine . Heintað 2011-03-17 .  
  2. United Nations Security Council; United Nations Department of Political and Security Council Affairs (2008). Repertoire of the practice of the Security Council. United Nations Publications. p. 759. http://books.google.com.my/books?id=C0FR2aSR1SoC&source=gbs_navlinks_s [ deyð leinkja ] .
  3. bok a Google Books
  4. Le More, 2008, pp. 27?29.
  5. http://www.usatoday.com/news/world/2007-06-14-gaza_N.htm
  6. http://www.nytimes.com/2009/10/09/world/middleeast/09israel.html?_r=1
  7. http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Soleklar-FN-seier-for-palestinerne-7058528.html
  8. http://news.bbc.co.uk/2/hi/4514822.stm
  9. http://news.xinhuanet.com/english/2006-04/02/content_4373348.htm
  10. "Archive copy" . http://www.jewishvirtuallibrary.org/jsource/arabs/christianme1.html . Heintað 2011-03-17 .  
  11. http://news.bbc.co.uk/2/hi/4514822.stm
  12. http://www.upi.com/News_Photos/gallery/Palestinian-Christians-worship-in-the-West-Bank/4110/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið