Nelson Mandela

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hansara Hatign
Nelson Mandela
OMP R. of E. OM AC CC OJ GCStJ QC GCIH
Nelson Mandela dagin fyri sín 90-ára føðingardag í Johannesburg í mai 2008
Mandela i Johannesburg , hin 13. mai 2008
1. Forseti i Suðurafrika
I embæti
10. mai 1994 ? 14. juni 1999
Varamaður Thabo Mbeki
F. W. de Klerk
Undanmaður F. W. de Klerk
sum Rikisforseti
Eftirmaður Thabo Mbeki
Personlig kunning
Fødd(ur) Rolihlahla Mandela
( 1918-07-18 ) 18. juli 1918
Mvezo , Cape Province , Union of South Africa
Andaðist 5. desember 2013 ( 2013-12-05 ) (aldur 95)
Johannesburg , Gauteng , Suðurafrika
Hvildarstaður Mandela Graveyard
Qunu , Eastern Cape
31°48′21.8″S 28°36′52.7″E  /  31.806056°S 28.614639°E  / -31.806056; 28.614639
Tjoðskapur Suðurafrikanari
Politiskur flokkur ANC
Onnur politisk
tilknyti
Suðurafrikanski Kommununistaflokkurin
Hjunafelagi(ar)
Børn
Alma mater
Starv
Atrunaður Metodist
Kendur fyri Anti-Apartheid Rørslan
Heiður
Kend verk Long Walk to Freedom
Undirskrift Undirskriftin hjá Nelson Mandela
Heimasiða www.nelsonmandela.org
Eyknevni Madiba
Tata
Dalibunga

Nelson Rolihlahla Mandela (føddur 18. juli 1918 i Mvezo , Suðurafrika , deyður 5. desember 2013 i Pretoria ) gjørdist forseti i Suðurafrika , og førdi landið burturur apartheid -tiðini. Mandela sat sum politiskur fangi i 27 ar, og mong settu alla von sina a hann. Dirvi, gløggu fyriskipanarevni og osjalvsøkni truskapur hansara vann honum virðing og hevur verið iblastur hja oteljandi folki um allan heim. Hann varð latin leysur i 1990 , ta hevði hann sitið 27 ar i fongsli . Mandela fekk friðarheiðursløn Nobels i 1993. Tað eru skrivaðir 800 sangir um hann. Fleiri hundrað vegir, parkir og torg bera navn eftir honum. Tað eru settar upp standmyndir av honum um allan heim, tann siðsta a Trafalgar Square i London i 2009.

Millumnavn hansara ' Rolihlahla' merkir ofriðarkroppur. Hann er ein av teimum kendastu søguligu personunum i nyggjari tið. Hann bleiv utbugvin a University College of Fort Hare og University of Witwatersrand, har hann gjørdi utbugvingina sum løgfrøðingur lidna i 1942. I 1944 luttok hann i ANC (African National Congress) og gjørdist leiðari har i 1949. Hann var apartheidsmotstøðumaður og striddist nogv fyri, at faa javnstøðu imillum rasurnar. Men i 1964 bleiv hann dømdur livstiðarfongsul, og kom at sita a Robben Island, sum liggur uttanfyri Cape Town . Har sat hann til 1982 og bleiv so fluttur til Pollsmoor Prison, har hann sat i 8 ar. I 1990 valdi tann suðurafrikanski forsetin, F.W. de Klerk, at leyslata Mandela, og i 1993 fekk hann Friðarheiðursløn Nobels. Arið eftir (1994) varð hann valdur til forseta i Suðurafrika.

Tiðarrøð [ rætta | rætta wikitekst ]

  • 1918: Nelson Rolihlahla Mandela verður føddur inn i eina høvdingafamilju i Tembu-stammuni i bygdini Mvezo i eystara parti av Suðurafrika . Beint eftir at hann er føddur, verður hann doyptur Rolihlahla, og klannavnið i Xhosa-stammuni er Madiba.
  • 1925: Sum tann fyrsti i familjuni fer Mandela i bretskan skula. Tað er her hann fær bretska navnið Nelson .
  • 1934: Nelson Mandela byrjar a Clarkebury Boarding Institute, ein kostskuli, har hann tekur studentsprogv eftir bara tveimum arum.
  • 1941: Bara 23 ara gamal rymir Mandela heimanifra. Hann fer til Johannesburg fyri sleppa undan einum fyriskipaðum hjunalagi .
  • 1943: Mandela byrjar at lesa løgfrøði a lærda haskulanum Witswaterand University, og gerst sama ar limur i ANC (African National Congress). Eitt ar seinni er hann við til at stovna ungmannafelagið hja ANC (ANC Youth League).
  • 1944: Mandela verður giftur a fyrsta sinni. Evelyn Mase og hann faa fyra børn, aðrenn tey fara hvør til sitt i 1958.
  • 1948: The National Party vinnur valið og byrjar at seta i verk apartheid i Suðurafrika.
  • 1952: Mandela gevst at lesa løgfrøði. Saman við vinmanninum Oliver Tambo letur hann upp fyrstu sakføraraskrivstovuna, sum bara er mannað við littum løgfrøðingum. Fram til deyða Oliver Tambo eru teir sera nær, og teir gerast kendir fyri at striðast fyri rættindunum hja teimum littu.
  • 1954: Stjornin forðar Mandela i at vera við a fundum hja ANC, og ferðamøguleikar hansara vera avmarkaðir. Tað verða eisini møguleikar hansara at arbeiða sum advokatur.
  • 1956: Tann 5. desember verður Mandela handtikin og smaan við 155 øðrum aktivistum akærdur fyri hasvik. Skuldsetingarnar moti honum vera sleptar eftir eitt rættarmal sum koyrir i fyra ar.
  • 1958: Mandela verður giftur a øðrum sinni, við Winnie Madikizela.
  • 1960: Spenningarnir i apartheid -styrinum økjast serliga nogv og koma i hæddina i 1960, ta løgreglan drepur 69 littar i ti, sum seinni verður nevnt bloðbaðið i Sharpeville.
  • 1960: ANC verður forboðið i Suðurafrika og Mandela fer undir jørð, ta tað gerst møguligt at revsa ANC-aktivistar við deyðarevsing .
  • 1961: I desember ger ANC av at fara i vapnað strið moti hvita styrinum. Mandela fer a venjingarlegu i Algier i Algeria .
  • 1962: I august verður Mandela fongslaður fyri sabotsju. Revsingin er hart arbeiði i fimm ar.
  • 1964: Sløk tvey ar seinni verður Mandela dømdur livlanga fongsulsrevsing. Hann verður fongslaður a Robben Island fyrstu 18 arini av revsingini, fram til 1982.
  • 1968: Fystu 12 manaðirnar millum 1968 og 1969 doyr fyrst mamma Mandela, og siðan doyr elsti sonur hansara i ferðsluvanlukku. Men Mandela sleppur ikki at vera við til jarðarferðirnar.
  • 1980: Striðið fyri at faa Mandela leyslatnan byrjar i mars manaði, ta Johannesburg Sunday Post prentar eina aheitan um geva Mandela og nogvum øðrum fangum grið. Yvirskriftin a herferðini er ”Free Nelson Mandela”.
  • 1982: Eftir at hava sitið i fongsli i 18 ar a Robben Island, verður Mandela fluttur til Pollsmoor Prison.
  • 1985: Botha forseti bjoðar sær til at lata Nelson Mandela leysan, um hann lovar ikki at fara i vapnað strið. Hetta visir Mandela fra sær við orðunum: ”Fangar kunnu ikki gera avtalur. Bara frælsir menn kunnu samraðast”.
  • 1989: F. W. de Klerk tekur við sum forseti i Suðurafrika og byrjar at seta apartheid -logirnar ur gildi.
  • 1990: Eftir at hava sitið i fongsli i 27 ar, verður Nelson Mandela latin leysur 11. februar.
  • 1992: Mandela og konan, Winnie, fara hvør til sitt.
  • 1993: Nelson Mandela og Frederik de Klerk faa friðarheiðursløn Nobels fyri, sum tað verður sagt, friðarliga av hava endað apartheid-styrið, og fyri at hava lagt grundarlagið fyri einum nyggjum folkaræðiligum Suðurafrika.
  • 1994: Mandela verður valdur forseti i Suðurafrika og tekur við embætinum 10. mai 1994. Sama ar gevur hann ut endurminningar sinar i bokini ”Vegurin til frælsi”.
  • 1998: A 80 ara føðingardegi sinum tann 18. juli, giftist hann Graca Machel, sum er einkja eftir ein fyrrverandi forseta i Mosambik .
  • 1999: Mandela fer fra sum forseti i Suðurafrika.
  • 2001: Fær at vita, at hann hevur krabbamein i bløðruhalskertlinum.
  • 2004: Mandela boðar fra, at hann tekur seg aftur fra sinum almenna livi, men at hann to heldur fram við vælgerandi arbeiði.
  • 2007: A 89. føðingardegnum sinum stovnar hann The Elders, sum er ein bolkur við eldri leiðarum i heiminum. Teirra millum eru Kofi Annan , fyrrverandi ST -aðalskrivari, Desmond Tutu , biskupur, og Jimmy Carter , fyrrverandi forseti i USA . Malið er at royna at loysa heimsins trupulleikar.
  • 2009: ST -aðalfundurin ger føðingardagin hja Mandela, 18. juli, til minnisdag um Nelson Mandela i virðing fyri ta friðarmentan, sum hann umboðar.
  • 2010: Mandela eigur sin stora part av æruni fyri at tað eydnast at faa endaspælið um HM-heitið i fotbolti til Suðurafrika i 2010. Tað er i samband við hetta, at Nelson Mandela visir seg alment fyri seinastu ferð.
  • 2011: Verður innlagdur við lungnabruna a fyrsta sinni. Flytir samstundis til Qunu i eystara parti av Suðurafrika. Tað er sami byur, sum hann vaks upp i.
  • 2012: Verður sum arið liður innlagdur fyri bæði lungnabruna og gallstein.
  • 2013: Mandela verður fleiri ferðir innlagdur við trupulleikum i andingarleiðini. Tann 5. desember andast hann. Amerikanski forsetin Barack Obama helt 10. des. røðu i sambandi við minningarhaldið fyri Mandela, har hann millum annað segði, at ”Mandela er ein risi i heimssøguni” og samanbar hann við leiðarar sum Gandhi og Martin Luther King Jr.

Apartheid [ rætta | rætta wikitekst ]

I 1948 bleiv ein skipan gjørd i Suðurafrika fyri at skilja svørt og hvit at, ið kallaðist apartheid. Undir apartheid blivu menniskju deild i rasubolkar - teir størstu voru Svørt, Hvit, Farvað og Asiatar - tey blivu atskilt við megi, utfra teimum rasubolkunum, ið voru. Tey hvitu høvdu valdið, og tey svørtu voru rættuliga undirmett. I bussunum sluppu tey svørtu illa nokk at sita niðri, og nogvastaðnis stoð “WHITES ONLY”. Um til dømis ein svartur maður neyðtok eina hvita konu, kundi hann væntað at sita fleiri ar i gegli. Men um ein hvitur maður neyðtok eina svarta konu, so var tað lutfallsliga bara bakatellir, og eingin skoytti um tað. Endamalið við skipanini var, at tær ymsu rasurnar onkursvegna mentu seg betur við at liva hvør sær, søgdu tey.

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið