Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Luksemborg
(
Luksemborgskt
:
Letzebuerg
) er eitt land i
Evropa
.
Høvuðsstaður
er
Luksemborgbyur
. Har eru nogv idnaðarvirkir, og har hevur høvuðsumsitingarraðið fyri felagsmarknaðin sæti. Luksemburg hevur mark við
Belgia
,
Frakland
og
Tyskland
.
Hetta litla landið hevur i øldir verið miðdepil i
Evropa
. Væl vardar borgir og viggirdir byir, bygd at verja seg fyri herdeildum, ið foru igjøgnum landið, eru at siggja viða um.
Malið er luksemborgskt, franskt og tyskt, og landið er eitt storhertogadømi.
Innibyrgt imillum Tyskland, Frakland og Belgia er litla storhertogadømið Luksemburg. Luksemburg er eitt av minstu londunum i Evropa, men eisini eitt av teimum vakrastu. Tað mesta av landinum er fjallalendi, og ofta eru fjøllini skogvaksin. I teimum djupu dølunum renna fleiri rættiliga storar air. Storir partar av Luksemburg eru i
Ardennufjøllum
; landslagið har er heyggjut og skogvaksið.
Landið er eitt hitt rikasta i
Evropa
og gitið sum altjoða figgjarmiðdepil og skattaparadis. Meginparturin av inntøkunum eru fra tungidnaðinum og tænastuvinnuni. Hoast landið er litið, hevur tað storan leiklut i
ES
, ti at ES-domstolurin og aðrar ES-skrivstovur eru har. Ferðavinnan veksur støðugt, ti at mong folk vilja fegin siggja ospiltu natturuna og vøkru borgirnar og gomlu, viggirdu byirnar.