Vaga Floghavn

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flogtornið a Vaga floghavn
Staðseting av Vaga Floghavn a føroyakorti sæst sum tað reyða flogfarið a kortinum

Vaga Floghavn er einasti flogvøllur i Føroyum , og er hann staðsettur i Vagunum omanfyri Sørvag . Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 1.799 metrar til longdar.

Flogfør flugva hvønn dag imillum Føroyar og utlondini.

Søgan [ rætta | rætta wikitekst ]

Vaga Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir Seinna heimsbardaga . Fyrst i sekstiarunum gjørdist tørvurin a flogferðslu til Føroyar so mikið storur, at farið varð undir at nutimansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafolk. 1. juli 1963 læt floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi 17. juli . Fyrstu tiðina voru einans skruvuflogfør nytt. Siðani 1977 hava eisini nymotans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.

Atlantic Airways for i 1988 at flugva millum Danmarkar og Føroya. Fyrstu tiðina atti danskt felag i flogfelagnum. Seinni gjørdist tað føroyskt burturav og flygur nu eisini til t.d. Noregs , London , Reykjavikar og Barcelona .

I 7 manaðir i 2006 fleyg FaroeJet millum Vaga Floghavn og Kastrup floghavn , men gavst við hesum vegna figgjarligum trupulleikar.

Statens Luftfartsvæsen hevði umsitingina av floghavnini um hendi fra 1963 til 30. april 2007 . 1. mai 2007 yvirtok Føroya Landsstyri Vaga Floghavn. Fra sama degi varð floghavnin landsstovnur undir Vinnumalaraðnum . Fra 24. juli 2008 hevur floghavnin verið skipað sum partafelag við Landsstyrinum sum einasta eigara. [1]

Tann 3. desember 2011 varð longing av flogbreytini liðug [2] . Flogvøllurin for ta fra at vera 1.200 m til at vera 1.799 m til longdar. 17. juni 2014 var nyggj farstøð tikin i nytslu, teknað av Selmar Nielsen , arkitekti.

Ferðsla um flogvøllin [ rætta | rætta wikitekst ]

Ferðslan um flogvøllin er yvirhøvur vaksin tiðina siðani hann opnaði fyri sivilari flogferðslu i 1963.

I 1963 flugu 946 personar um flogvøllin, og for ferðslan upp um 10.000 folk i 1967. I 1979 flugu fyri fyrstu ferð yvir 50.000 ferðafolk um flogvøllin, i 1988 for ferðafolkatalið uppum 100.000, men fall tað aftur i samband við buskaparkreppuna i fyrru helvt av 90-arunum. I 2001 for ferðafolkatalið fyri fyrstu ferð upp um 150.000, meðan ferðafolkatalið for upp um 200.000 fyri fyrstu ferð i 2006. I 2011 flugu 203.499 um Vaga floghavn.

Ferðslan um Vaga floghavn i miðal fyri hvørt 5 ara tiðarskeið siðani hann opnaði hevur verið [3] :

Tiðarskeið Miðalferðsla
per ar
1963-1964 1674
1965-1969 10685
1970-1974 27688
1975-1979 41614
1980-1984 57410
1985-1989 91662
1990-1994 90990
1995-1999 115388
2000-2004 157482
2005-2009 206898
2010-2011 201744

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. "www.fae.fo: "Søgan"" . http://www.fae.fo/Default.aspx?pageid=12844 . Heintað 2012-09-16 .  
  2. "www.fae.fo: "Almenn mottøka a flogvøllinum"" . http://www.fae.fo/Default.aspx?pageid=12451&NewsItemID=12265 . Heintað 2012-09-13 .  
  3. www.fae.fo: "Hagtøl" Archived 2012-03-05 at the Wayback Machine (vel "Ar" og siðani fra "1963" og rokna miðaltøl)
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið