Kris Kristofferson

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kris Kristofferson
er eitt menniskja
Fødd(ur) 22. jun 1936 i/a Brownsville
Alma mater Merton College, Pomona College, San Mateo High School
Starv filmsleikari, singer-songwriter, sangari, tonaskald, guitarist, recording artist, raddaleikari
Foreldur moðir Mary Ann Ashbrook faðir Henry Kristofferson
Mal Enskt mal
Heimasiða http://kriskristofferson.com/
Datuheiti
ISNI 0000000110235039
VIAF 29718413
LCAuth n91077450
IMDB nm0001434
Commons Kris Kristofferson

Kristoffer "Kris" Kristofferson (* 22. juni 1936 ) er ein amerikanskur tonleikari, sjonleikari og sangskrivari. Hann er kendur fyri hitt sum " Me and Bobby McGee ", " For the Good Times ", " Sunday Mornin' Comin' Down ", og " Help Me Make It Through the Night ". Umframt at vera tonleikari og sangskrivari, hevur Kristofferson eisini fingist við sjonleik.

Kris Kristofferson hevði konsert i Itrottarhøllini a Halsi tann 1. april 2007 . Kristofferson var eisini i Føroyum i 2016 i samband við eina konsert i Norðurlandahusinum 1. september. Kris Kristofferson er akærdur fyri at hava smuglað rusevni til Føroya, ta ið hann kom til landið i august manað 2016. [1]

Umframt at vera tonleikari og sangskrivari, hevur Kris Kristofferson eisini fingist við sjonleik . Hann hevur vunnið triggjar Grammy Award , givið ut 29 platur, harav triggjar saman við vinunum Johnny Cash , Willie Nelson og Waylon Jennings undir navninum The Highwaymen . Kristofferson hevur brukt 30 ar til at spæla konsertir kring allan heimin. Hann hevur spælt við i meira enn 70 filmum. Hann vann m.a. ein Golden Globe fyri "besti leikari" fyri sin leiklut i filminum “A Star Is Born”.

I 2013 sang hann duet við Hallur Joensen a fløguni hja Hallur: Hallur with Stars and Legends .

Livssøga [ rætta | rætta wikitekst ]

Kristofferson varð føddur i Brownsville i Texas inn i eina hernaðarfamilju. Tey fluttu til Kalifornia , har Kris las Creative Writing a froðskaparsetrinum, Pomona College i Claremont. I fritiðini boksaði hann i kappingum. Hansara evni a froðskaparsetrinum voru so eyðsynd, at hann bleiv innlimaður i elsta og hægst metta studentafelagskapinum, Alpha Beta Phi, umframt at vann eitt av heimsins hægst virdu scholarships til at lesa bokmentur i Oxford i Onglandi . Har for hann so at lesa viðari, boksa, spæla rubgy og skriva sangir. Eftir provtøku a Oxford for Kristofferson i herin sum ein "Airborne Ranger" tyrluskipari, har hann gjørdist kapteinur. I 1965 segði hann nei takk til eitt arbeiði sum undirvisari a West Point hernaðarakademinum. Við iblastri fra sangskrivarum sum Willie Nelson og Johnny Cash for Kristofferson istaðin til Nashville i Tennessee at royna seg innan countrytonleikin .

Eftir at hava strevast i fleiri ar i Nashville, fekk Kris stora viðgongd i byrjanini av sjeytiarunum . Sangirnir “Me and Bobby McGee”, “Help Me Make It Through The Night”, “Sunday Morning Coming Down” og “For The Good Times”, sum allir logu ovast a hittlistunum, voru við til at endurskapa sjalvt sangskrivarakynstrið innan countrytonleikin. I 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listarfolk høvdu spælt inn løg, sum Kristofferson hevði skrivað.

Umframt ein heilan hop av ymsum heiðurslønum, so er Kris innlimaður i Country Music Hall of Fame , hann er vinnari av høgt virda Johny Mercer Award fra Songwriter Hall of Fame, eins og hann fekk “American Veteran of the year award” i 2002. Ta ið hann fylti 70 ar i 2006, toku vinir hansara upp eina heiðursutgavu við sangum hja honum. Luttakandi listafolkini taldu m.a. Wille Nelson, Russel Crowe , Emmylou Harris , Roseanne Cash og mong onnur. i 2009 fekk Kristofferson “Johnny Cash Visionary award” fra Country Music Television CMT, og somuleiðis i 2009 fekk hann Icon Award virðislønina fra BMI. Hann fekk Frances Preston Music Industry Award i 2012 og i 2014 fekk Kristofferson GRAMMY Lifetime Achievement Award, umframt PEN Song Lyrics of Litterary Excellence Award.

Kris Kristofferson hevur leingi verið opin um sin tokka til kannabis . [2]

Studio-utgavur [ rætta | rætta wikitekst ]

1970'ini [ rætta | rætta wikitekst ]

Heiti Kunning um utgavuna Plaseringar a hittlistum Sertifisering
( søla )
US Country US Kanada
Kristofferson 10 43 ?
The Silver Tongued Devil and I
  • Utgavuar: 1971
  • Platufelag: Monument Records
4 21 22
Border Lord
  • Utgavuar: February 1972
  • Platufelag: Monument Records
6 41 ?
Jesus Was a Capricorn
  • Utgavudagur: November 1972
  • Platufelag: Monument Records
1 31 27
  • US: Gull
Spooky Lady's Sideshow
  • Utgavudagur: Mai 1974
  • Platufelag: Monument Records
11 78 53
Who's to Bless and Who's to Blame
  • Utgavudagur: November 1975
  • Platufelag: Monument Records
23 105 ?
Surreal Thing
  • Utgavudagur: Juli 1976
  • Platufelag: Monument Records
17 180 ?
Easter Island
  • Utgavudagur: Februar 1978
  • Platufelag: Monument Records
21 86 ?
Shake Hands with the Devil
  • Utgavudagur: Juli 1979
  • Platufelag: Monument Records
? ? ?
"?" merkir, at utgavurnar ikki komu a nakran hittlista

1980'ini [ rætta | rætta wikitekst ]

Heiti Kunning um utgavuna Plaseringar a hittlistum
US Country
To the Bone
  • Utgagudagur: Januar 1981
  • Platufelag: Monument Records
?
Repossessed 31
"?" merkir, at utgavurnar ikki komu a nakran hittlista

1990'ini [ rætta | rætta wikitekst ]

Heiti Kunning um utgavuna Plaseringar a
hittlistum
US Country Canada Country
Third World Warrior
  • Utgagudagur: 6. mars 1990
  • Platufelag: Mercury Records
? ?
A Moment of Forever
  • Utgagudagur: 15. august 1995
  • Platufelag: Justice Records
? ?
The Austin Sessions 26 10
"?" merkir, at utgavurnar ikki komu a nakran hittlista

2000-arini [ rætta | rætta wikitekst ]

Heiti Kunning um utgavuna Plaseringar a hittlistum
US Country US US Indie
This Old Road 36 172 14
Closer to the Bone
  • Utgagudagur: 29. september 2009
  • Platufelag: New West Records
29 167 28

2010'ini [ rætta | rætta wikitekst ]

Heiti Kunning um utgavuna Plaseringar a hittlistum
US Country US Indie US Folk
Feeling Mortal
  • Utgagudagur: 29. januar 2013
  • Platufelag: KK Records
28 38 9

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. http://portal.fo/kris+kristofferson+akaerdur+fyri+at+smugla+rusevni+foroya.html
  2. https://kvf.fo/greinar/2017/08/08/kris-kristofferson-akaerdur-fyri-smugla-rusevni