Ritroynd

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ritroynd ( fr. essai , en. essay ). Stutt, eyðlisin ritgerð ella grein við personligum, ofta skemtiligum, dami, sum viðger eitt evni ella setir fram eina provførslu uttan at vilja vera fullfiggjað ella fara ut i æsir. R. er ikki so hatiðarlig i formi sum tann visindaliga ritgerðin. At kalla hetta tekstslagið r. stavar fra franska høvundinum Montaigne , sum gav ut bok við heitinum Essais , t.e. "royndir", i 1580 , fyrsta dømið um hetta tekstslagið. Við heitinum gjørdi hann vart við, at hann ikki gjørdi krav um at hava loyst teir spurningar, sum hann viðgjørdi, ella at hava sett fram nakra lidna heimspekihugsan. I Onglandi legði Francis Bacon við Essys ( 1597 ) støði undir eina rika enska ritroyndahevd við nøvnum sum Addison , Steele , og ur 20. øld D. H. Lawrence og Virginiu Woolf . I eldri tið fevndi r., serliga a enskum , stundum um heimspekiligar yrkingar, t.d. A. Pope: Essay on Man 1732 - 34 . R. er eitt fjølbroytt, opið tekstslag sum tekur skiftandi tiðarrak upp i seg. I Norðurlondum setti Holberg hugsanir sinar um upplysing og siðalag fram i r. I 19. øld voru bokmentir og mentamal yvirhøvur evni, sum nogvir viðgitnir høvundar skrivaðu r. um, t.d. Sainte-Beuve , Heine , Nietzsche , Brandes . Eisini i 20. øld blomaði r. Eitt eyðkenni, sum fylgir r. yvirhøvur, er, at hon tekur støði i ti personliga og leitar haðani ut i almennari hugleiðingar og utsagnir; umframt tann personliga damin eyðkennist r. ofta av ohatiðarligum, skemtandi ella speiskum huglagi. Føroyskir høvundar at r. eru eitt nu Sverri Patursson , Maria Mikkelsen , Trondur Olsen , Sigurð Joensen , Jens Pauli Heinesen , Oddvør Johansen , Gunnar Hoydal og Hanus Andreassen .

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið