Kalifornia

Henda greinin er urvalsgrein
Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mal: Enskt
Høvuðsstaður: Sacramento
Størsti byur: Los Angeles
Innlimað: 9. september i 1850
Guvernørur: Gavin Newsom ( D )
Vidd : 423 970 km²
Ibugvar ( 2014 ): 38 340 000
fyri km²: 83,85/km²
Tiðarzona: Stillahavstið ( UTC -8/ UTC -7)
Heimasiða: www.ca.gov

Staturin Kalifornia ( enskt : State of California ) er ein lutstatur i vestri i Sambandsrikinum Amerika við 38,3 miljonum ibugvum. I suðri hevur Kalifornia mark við Meksiko , i norðri við Oregon , i eystri við Nevada og Arizona og i vestri við Kyrrahavið . I september 1850 bleiv Kalifornia 31. stakriki i USA. Lutstaturin var fyrr partur av Meksiko . Sacramento er høvuðsstaðurin [1] , og størsti byurin er Los Angeles . Breiðir motorvegir og skjottgangandi jarnabreytir knyta storu byirnar saman, risastorar bryr eru lidnar og fleiri eru i gerð. Landskjalvtar eru vanligir har a leið, og ofta hava teir gjørt storan skaða. Eisini folkið i storbyunum San Francisco og Los Angeles livir i vanda fyri landskjalvta. Tilsamans er Kalifornia 423 970 km² stort, t.d. 1,2 ferðir størri enn Tyskland .

Landafrøði [ rætta | rætta wikitekst ]

Risatrø i Calaveras Big Trees -parkini i Arnold , Norðurkalifornia.
Golden Gate Bridge i San Francisco . San Francisco er bygdur a 43 heyggjum.

I Kyrrahavsstrondini flyta storbyir sum San Francisco og Eureka ut fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini Hollywood , haborgin hja filmidnaðinum , og Silicon Valley i Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hatøkniligari teldumenning . Inni i statinum er heitt og slætt, har eru ring groðrarlikindi. Har byr litið folk nu a døgum, hoast kaliforniska upprunafolkið, indianarnir , dugdu at livbjarga sær i teimum vanaligu umstøðunum. Tær størstu oyggjarnar eru Santa Cruz Island (254 km 2 ), Santa Rosa Island (209 km 2 ) og Santa Catalina Island (194 km 2 ).

Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er Whitneyfjøll i Tulare County. Whitneyfjøll er goðar 4 421 metrar høgt. Fjøllini eru skogvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum i heiminum, 100 m høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5 m i tvørmat, og summi skulu vera eldri enn try tusund ar. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein goður dalur, nevndur Kaliforniadalur . Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, Sierra Nevada , suður og norður ? hetta navnið er spanskt og merkir "kavafjøll". Skogareldar kosta Kalifornia dyrt. I Kalifornia er tað ikki ovanligt við skogareldum, hesir plaga vanliga at herja a i september - oktober . Toruslattur er orsøkin til mongu skogareldarnar. Lendið er skroturt, og litið skal til, at tað festir i.

Death Valley .

Death Valley er heitasta stað i heiminum. Sum eitt portur inn til Mojave-oyðimørkina liggur hin størsta amerikanska tjoðlundin i teimum 48 niðaru statunum , Death Valley National Park ella Tjoðlundin Deyðadalur. Deyðans Dalur er tiltikin fyri sitt oyðilandslag. Dalurin er eystanfyri i Kalifornia. Death Valley sigst vera oydnasta og stundum heitasta stað i verðini. Har trivast to m.a. ymisk slangusløg og smakykt. Tvær storar oyðimerkur eyðkenna landslagið i Suðurkalifornia ; Mojaveoyðimørk, ið er fram við øllum Nevada -markinum og i Nevada, og Sonoraoyðimørk sunnast i statinum og i Nymeksiko og Meksiko . Mojave- og Sonoraoyðimørkin eru av turrastu økjum i heiminum. Hitin i skugganum er eini 55 °C, og ta hætta fæstu dyr sær ut. Men um solsetur, ta ið sandurin og luftin kolna, tysja dyrini ur klettarivum og holum. Um nattina legst døgg, og hon er kærkomin væta hja plantum og dyrum. Tvær aðrar storar oyðimerkur eru i Eystur- og Suðurkalifornia, Colorado-oyðimørk og Great Basin-oyðimørk.

Jarðfrøði [ rætta | rætta wikitekst ]

Folkið i Kalifornia livir i støðugum otta fyri jarðskjalvta . Økið er beint a markinum imillum tvær meginlandaplatur. Ta ið hesar platur renna saman, skelvur jørðin , og tað kann vera atvold til, at hus og vegir verða oyðiløgd, og storskaði kann standast av ti. Ilt er at boða fra jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjalvta. San Andreas-umskaringin sker seg 1207 km igjøgnum Kalifornia og fer igjøgnum byirnar San Francisco og Los Angeles . Hundraðtals aðrar smaar rivur elva til, at tað javnan eru veikir skjalvtar i jørðini.

Djupasti dalur i USA er i Kalifornia ? Deyðadalur (a enskum: Death Valley ), 86 m lægri enn sjogvurin . Deyðadalur er eisini heitasta stað a jørðini [2] [3]

Søga [ rætta | rætta wikitekst ]

Indianar [ rætta | rætta wikitekst ]

Chumash piktogramm i Santa Barbara. Chumash tekin verða kallað piktogramm.

Nogvar ymiskar indianaættir voru i Kalifornia. Helst hava forsøgulig folk verið i Kalifornia fra um 10 000 f.Kr. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Kendar ættir eru til dømis mohave, shoshone, comanche, paiute og chumash, sum til dømis buðu a Santa Catalina Island . Tey sigldu i sjogoðum træbatum. Tey voru tað, vit ropa savnarar og lægri veiðumenn. Tey veiddu tað, ið var fyri av djorum, og tað voru mest øll smadjor, tey yvirhøvur kundu faa fatur a. Tey savnaðu so eisini saman tær plantur , ið bar at faa fatur a. Tey grovu røtur upp, men nogvastaðni har um vegir er groðurin so kargur, at sandur og eyrur er millum sjalvt groðurbeltini, og vanliga vaksa planturnar bara i tugvum. Hetta visti seg eisini i teirra samfelagsskipan. Hesir indianarar høvdu helst eina fatan av, at teir hoyrdu saman, men teir livdu bara i heilt smaum samfeløgum, sum heild sum storfamiljur. Og ofta hava hesir indianararnir, eitt nu shoshonarar, ikki verið meira enn einir fimtan i tali i hvør sinum bolki. Tað var neyðugt hja hesum bolkum, at halda saman, ti tað ber ikki til at hava stora folkamiðsavnan, har litið er at liva av.

Spaniolar i Kalifornia høvdu tann politikk motvegis indianarunum, at katolska kirkjan skuldi faa indianararnar drignar upp ur heiðinskapinum, ta ið teir, spaniolar, umsiðir komu asamt um sinamillum, at indianarin hevði sal, so at tað loysti seg at faa hann umvendan. Ein mati at faa indianararnar umvendar var at faa teir at taka við livihattinum hja ti hvita manninum. Ti skipaðu spaniolar fyri missionum ymsastaðni i statinum. Spaniolar fingu nakrar indianarar at koma til hesar missionsstøðir. Kirkja varð smiðað, skuli varð latin upp, og tey royndu at dyrka jørðina rundan um missionina, og her løgdust so hesir indianararnir til. Og haðan kemur eitt hugskot, ið verður ropt missionsindianararnir. Teir voru nogvir i tali i Kalifornia. Teir voru so nær knyttir at missionini, at teir mistu sum fra leið sin gamla livihatt og vistu purt einki um, hvussu teir skuldu buleikast i hesum samfelagnum.

Gullfepur [ rætta | rætta wikitekst ]

Gullfepurin elvdi til miklan folkavøkstur i byum sum til dømis San Francisco . Folk ur øllum heiminum busettu seg har, og havnabyurin a vesturstrondini fekk alheimsligan dam.
Gullgravari i Kalifornia i 1850.
Havnarlagið i San Francisco i 1849.
Gullgravarar i Kalifornia, 1850.
Ein styrisskipan varð gjørd, og Kalifornia varð tikið upp i USA sum statur i 1850.

Tann viðagitna søgan um gullfepurin byrjaði i 1848. Faar dagar fyri at Guadalupe Hidalgo-sattmalin , sum fekk frið i lag imillum Meksiko og USA, skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið i Coloma i meksikanska landslutinum Kalifornia. Gullfepurin (1848-1855) byrjaði tann 24. januar 1848, ta ið James William Marshall fann gull við Sutter's Mill i Coloma. Landsluturin hoyrdi enn til Meksiko, men amerikanskar flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann i krignum og høvdu sett a stovn hernaðarstyri. Manadagin tann 24. januar 1848 funnu tveir gullgravarar ein tungan gullstein i jørðini a einum oydnum lendi i Sacramentodalinum i Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta i sini dagbok. Sunnudagin skrivaði hann aftur i dagbokina, at nu høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir voru visir i, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava i farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 dollarar ". Tiðindi, um at gull var funnið i Kalifornia, foru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. I 1849 tustu tusundtals gullgravarar hagar. Tiðindini um, at James W. Marshall hevði funnið gull, fingu eini 300.000 folk at fara til Kalifornia ur øllum USA og ur utlondum. Av teimum 300.000 kom uml. annað hvørt sjovegis, og hini komu til gongu.

Gullgravarar og aðrir eydnusmiðir tustu nu teir næstu manaðirnar i storum tali til Kalifornia, so at hetta aður famenta landið bradliga uddi av folki. Ta ið gullið varð funnið, buðu uml. 2000 folk i Kalifornia, men aðrenn eitt ar var liðið, hevði gullfepurin drigið 92.000 folk at seta bugv har. Yvirhøvur voru tey nykomnu folkini amerikanarar, men annars dro gullfepurin folk i tiggjutusundatali til sin ur Evropa , Kina , Latinamerika og Avstralia . Hesi grovu eftir gulli, eins og voru tey heilt fra sær sjalvum. Nogv gull varð funnið, og nøkur fa, ið høvdu eydnuna við sær, gjørdust rik eftir stuttari tið. Sacramentodalurin var i nøkur ar (1848-1855) satt paradis hja gullgravarunum. Allastaðni varð grivið og høgt, og fleiri ferðir voru storir klumpar funnir. I fyrstani vunnu gullgravararnir tað gylta metalið ur aum við einføldum amboðum sum t.d. pannum. Meiri framkomnir matar at vinna ut gull toku seg upp og vorðu seinni bruktir um alla verðina. Ta ið tann tøkniligi framburðurin var komin upp a tað stig, at hann for at kosta rættiliga nogv, vorðu fleiri namsfeløg stovnað, og talið a einstaklingum minkaði. Teir vunnu ut gull fyri fleiri milliardir dollarar, mett i nutiðar prisum, og tað bar i sær ometaligt rikidømi. Arinið av gullfeprinum var øgiligt. San Francisco vaks m.a. fra litlari busetning til ein storby, og kirkjur, vegir, skular og byir vorðu bygd um alt Kalifornia. Nyggj flutningskervi vorðu gjørd, ta ið dampskip foru at sigla i fastari leið, og jarnbreytir vorðu lagdar. Jarðarbrukið og neytahaldið vuksu i øllum statinum til tess at nøkta tørvin hja teimum mongu nykomnu. I byrjanini av gullfepurtiðini var eingin loggava um ognarrætt a gulløkjunum, og ein skipan varð gjørd til at faa skil a ognarviðurskiftunum.

Men livilikindini hja teimum mongu niðursetufolkunum, sum ikki gjørdust rik, vorðu skjott ut av lagi vanalig. Gullfepurin hevði eisini vanlukkuligar avleiðingar við sær. Eingi hus voru at bugva i. Ongar krambuðir voru, sum matur og annað kundi faast ur, og ikki vardi leingi, fyrr enn logloysi valdaði við teirri avleiðing, at byrsan avgjørdi hvørja trætu og hvørt strið. Ta ið gullfepurin hæsaði av, voru nogv, sum foru at leita eftir gulli aðrastaðni. To høvdu tey flestu sæð, at Kalifornia var eitt fruktagott land við avbera goðum veðurlagi, og tað voru ti ikki so fair gravarar, sum eydnan hevði verið kørg við, ið nu gjørdust dugandi og agrytnir landbunaðarmenn. Indianararnir vorðu alopnir og riknir ur sinum buplassum og bygdum, og gullgrevsturin meinskaði natturuna illa. Samfelagið, ið var har frammanundan, varð fullkomuliga kollrent. Missionsstøðirnar vorðu meira ella minni kollrendar, ti hetta var tað, vit plagdu at ropa eitt klondyke-samfelag, eitt utjaðaraøki. Indianararnir i Kalifornia dugdu stutt ikki longur at liva upp a tann matan, sum teir høvdu frammanundan. Harumframt komu evropearar aftur nu, sum so mangan fyrr, við øllum møguligum ringum sjukum, sum beindu fyri nogvum indianarum.

Innliman [ rætta | rætta wikitekst ]

USA i 1850. 9. september 1850 blivur Kalifornia 31. stakriki i USA .

Heilt siðani 1776 , ta ið USA var vorðið eitt sjalvstøðugt riki, høvdu amerikanskir eydnusmiðir leitað vestureftir inn millum fløturnar og fjøllini. Teir høvdu har skipað ein stat fyri og annan eftir, sum siðani voru innlimaðir i samveldið. I fyrstuni voru tað 13 statir, sum høvdu viðtikið Frælsisyvirlysingina, men i 1849 var USA vaksið til 31 statir.

Til tess at hjalpa teimum nogvu niðursetufolkunum varð ein maður eftir boðum fra stjornini i Washington DC sendur til Kalifornia at stila fyri skipanini av einum nyggjum stati, ið kundi verða innlimaður i Sambandsrikið Amerika . Hetta var i 1849. Fyri at sleppa upp i samveldið skuldi ein grundlog gerast fyri Kalifornia, ið kundi goðkennast av Washington DC . Umboðsmaðurin hja stjornini hjalpti niðursetufolkunum at evna eitt logaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamal seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nyggi staturin loyva trælahaldi ella skuldi slikt bannast. I Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nogvir gullgravarar voru komnir ur Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og ti vildu teir hava loyvi til at halda trælir . Hendingarnar skaptu stora øsing i Suðurstatunum. Folk voru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein fralikur trælastatur, og varð alment hott við at siga limaskapin i Sambandsrikinum Amerika upp. I 1850 eydaðist tað to stjornini i Washington DC at smiða eina log, sum minkaði um onøgdina eina tið ? I Kalifornia skuldi ikki vera trælahald.

Niðursetufolkini, sum vildu hava frælsi og sjalvstyri, kravdu at faa folkastyri. Ein styrisskipanarlog varð gjørd og løgd fyri kongressina i USA . Hon goðkendi styrisskipanarlogina, og Kalifornia gjørdist 31. lutstaturin i USA tann 9. september 1850. Floymurin av gullkubbum ur Kalifornia helt fram i mong ar.

Folkið [ rætta | rætta wikitekst ]

Katolsk kirkja i San Diego .

Upprunafolkið er indianar. I Kalifornia voru nogv folkasløg i sini tið. I Kalifornia eru ogvuliga fair eftir av teimum upprunaligu indianarunum. Spaniolar voru fyrstir ur Evropa, sum busettust i Kalifornia. Kyrrahavsstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og ti kom at vera longri tið, aðrenn nakað munandi av folki settist niður har. So seint sum i 1848 var heilt litið av folki i Kalifornia, men so frættist, at gull var funnið i landinum, og folk tustu til ur øllum ættum - tað mesta kom eftir sjonum , ti i teirri tiðini gingu hvørki jarnbreytir ella vegir eystanifra til vesturstrondina i USA . Summi funnu gull og gjørdust rik eftir stuttari tið, men tey flestu funnu einki. Tey vorðu kortini verandi, ti tey sou, at landið var liviligt, veðurlagið heitt, jørðin goð, og nogvur fiskur uti fyri strondini. Meginparturin av folkinum er protestantar , og eini 31 % eru katolikkar . At standa a brimfjøl er væl damd kalifornisk itrott . I nogvum byum eru javnan kappingar. Hja nogvum ungdomi fer øll fritiðin at standa a brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu solardagarnir gera, at nogvir kalifornar eru storan part av fritiðini við strondina.

I januar 2014 buðu 38 340 000 folk i Kalifornia. [4] I amerikanska flagginum eru 50 stjørnur, ein fyri hvønn lutstat i USA . Voru stjørnurnar eftir folkatalinum, hevði stjørnan hja Wyoming verið tann minsta og stjørnan hja Kalifornia, sum er fjølmentasti lutstaturin, hevði verið einar 60 ferðir størri. Kalifornia er fjølmentað samfelag. Folkið i Kalifornia er ættað ur mongum londum - har eru afroamerikanar (6,7 %), latinamerikanar (36,6 %), indianar (1,2 %), asiatar (12,5 %) og evropear (42,3 %) [5] . Almenna malið i statinum er enskt . [6] Eisini eru storir spanskttalandi minnilutar i Suðurkalifornia ; størsta minnilutamalið i Kalifornia er spanskt . I Los Angeles tosa meiri enn 46 prosent av folkinum spanskt. Tann spanskttalandi parturin av ibugvum er i storum vøkstri bæði i folkatali og buskapi . Meksikanskur matur og tonleikur er væl damdur. Næstan helvtin (44,9 % i 2010) av fokinum i Suðurkalifornia er ættað ur Meksiko . [7] Tey flestu hava amerikanskan rikisborgararætt. Nogvir meksikanarar royna at sleppa tvørtur um markið at leita eftir arbeiði i Kalifornia. Sterkt vaktarhald er a markinum millum Meksiko og USA .

Buskapur [ rætta | rætta wikitekst ]

Vindmylnur i Kalifornia vera meira og meira nyttar sum orkukelda.

I 1848 varð gull funnið i Kalifornia, og skjott tusti folk hagar ur øllum ættum at vinna sær rikidømi. Ta ið gull varð funnið tætt við sagvirkið hja sveisiska niðursetumanninum John Sutter i 1848, tustu gullgravarar hagar. Teir skolaðu aareyrin og vonaðu at gull var i honum. Summir vorðu hepnir, aðrir ikki. Sutter for a heysin av øllum virkseminum, sum var a ognum hansara, og rymdi til Pennsylvania i 1873. Nu bugva næstan 39 mio. folk i Kalifornia, sum er fjølbygdasti lutstaturin i Amerika. Ferðavinnan er tydningarmikil, og har er nogvur hatøkniidnaður. Silicon Valley er heimsins miðdepil i teldutøkni . I Kalifornia er eisini heitt og goður solargangur, og har veksur nogv frukt. Av ti at luftin i Kalifornia er so turr, og solin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka filmar upp har [ tørvar keldu ] . Hetta gera teir i ti viðgitna filmbynum Hollywood i Los Angeles ; haðani verða filmar sendir um allan heim.

I Kalifornia er landbunaður stor vinnugrein. Goð mold, nogv sol og riviligt av vatni, veitt ur aunum, ið renna ur Sierra Nevada-fjøllum , gera, at Kalifornia er fremsta landbunaðarriki i USA . Her verða dyrkað fleiri enn 40 % av allari frukt og øllum grønmeti, ið verða etin i USA , m.a. ferskur, appilsinir, jarðber, artiskokk og rosukal. Her dyrka tey eisini vindruur, sitronir og aðrar fruktir, umframt korn. Fyritreytin fyri landbunaðinum er ein vatningarskipan, ti veðurlagið er so turt. Kalifornia er tann lutstaturin i USA, sum brukar mest vatn eftir folkatalinum; meira enn 78 % av vatninum verður brukt til jarðarbruk, og bara 22 % verða brukt i husar­ haldinum. Kalifornia er gitið fyri sitt goða vin. Napadalur norðan fyri San Francisco er gitið vinlendi. Meksikanarar fara ofta ologliga norður um markið til Kalifornia at arbeiða i fruktlundunum.

Ferðavinna [ rætta | rætta wikitekst ]

Mynd av Catalinaoynni . Hagar fara nogv ferðafolk at hyggja at alskyns litfogrum dyrum og fiskum .

Ferðavinnan hevur buskaparligan tydning. Seinastu arini hevur Kalifornia ment seg nogv sum ferðavinnustatur. Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at faa fleiri ferðafolk til Kalifornia, og eydnast tað samstundis at faa hesi at leggja meiri pening eftir seg i lutstatinum, gevur tað nogvar agoðar ? fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðsplass, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbuskap yvirhøvur. 900 000 arbeiða i ferðavinnuni i Kalifornia, tað er meiri enn nakra aðrastaðni i USA [8] . Nogv folk liva av ferðavinnu, ti i Kalifornia eru storar og goðar strendur, sum draga ferðafolk til stakrikið.

Ogvuliga mong ferðafolk koma til Disneyland i Anaheim. Disneyland hevði 15,9 millionir ymisk vitjandi i 2009 [9] .

Mest er tað heita veðrið, strendurnar og vikirnar, sum draga folk higar. Flestu ferðafolk, ið koma til Kalifornia, eru amerikanar. 13,4 millionir utlendsk ferðafolk koma eisini til Kalifornia a hvørjum ari at njota goða veðrið [10] . Streymurin av ferðafolki er støðugur alt arið ? serliga fra april og til august . Her eru eisini 90 000 utlendsk universitetslesandi fra øllum heiminum [11] . Hesi siggjast aftur i byarlivinum, a strondini og a barrum og teim mongu diskotekunum i nattarlivinum.

Flestu ferðafolk koma ur grannastatunum i USA . Um allan heim verður flogferðsla alsamt meira liberaliserað, og tað merkir prislækkingar innan økið. Biligir flogferðaseðlar hava gjørt, at nogvir amerikanar fara til Kalifornia at ferðast. Lytt veður og vøkur, storfingin nattura gera, at folk eru nogv uti, og at nogv fritiðarvirksemi eisini er uttandura i Kalifornia. Ferðavinnan gevur eitt munagott ikast til kaliforniska buskapin . Inntøkurnar fra folki busitandi uttanlands, sum ferðast til Kalifornia, tatta i $ 95,1 milliardir i 2010 [12] . Øll eru eisini samd um, at tað ber væl til at vaksa munandi um hesar inntøkur við at vaksa um ferðavinnubuskapin.

I 2010 hava verið yvir 20 millionir vitjandi. Nogv tey flestu eru ur USA , meðan restin av top-listanum er Meksiko , Kanada , Japan , Bretland , Suðurkorea og Tyskland [13] .

Ahugavert at vitja: Hollywood (t. d. Walk of Fame ), Beverly Hills, Santa Monica Beach, Catalinaoy , Golden Gate Bridge , Disneyland, Sierra Nevada, Yosemite National Park, Big Sur, Alcatrazoy, San Diego Zoo, Tahoevatn.

Landbunaður [ rætta | rætta wikitekst ]

I Kalifornia er meginparturin av landinum oyðimørk , men nu eru storir akrar har, og tað ber einans til við vatningarskipanum. Við vatningarskipanum ber til at velta øki, sum annars høvdu verið alt ov turr. Ta kann ymisk grøði vaksa, sum als ikki trivist i turrum veðurlagi. I Kalifornia driva teir ogvuliga nogv upp a at dyrka frukt . Solargangurin er goður og moldin við, so trøini trivast av ti besta. Men summarið er so turt, at vatn ma veitast til trøini, og longu spaniolarnir, sum høvdu havt frukttrø við sær ur Spania , byrgdu hyljar og veittu vatn oman a bøin. Nu eru storar byrgingar gjørdar uppi i fjøllunum, og alt vatnið i aunum verður brukt til at veita til akrarnar og urtagarðarnar. Vatnið fer i langar gryvjur ella rør, og bøndurnir ella urtagarðsmenninir kunnu so keypa tað fra teimum feløgunum, sum hava lagt rørini og grivið gryvjurnar. Tydningarmestu fruktirnar i subtropiska økinum i Kalifornia eru sitrusfruktirnar, serliga greypfrukt, sitronir og appilsinir . Hesar fruktir hava allar sama vokskenda skalið, sevjumikið fruktkjøt og surligan smakk, og tær hava i sær nogvar C-vitaminir. Upprunaliga vuksu sitrusfruktirnar i monsunøkjum i Asia , men nu verða tær serliga dyrkaðar i subtropiska vetraregnøkinum i Suðurkalifornia og faa vatn veitt til um summarið. Ein onnur tydningarmikil frukt i Kalifornia er olivin. Eisini avokado og ber er eyðkend frukt i Kalifornia. Uml. 80 % av vinberjunum verða nytt at gera vin burturur. Hini 20 % verða annaðhvørt etin, sum tey eru, ella turkað til korennur ella rosinur.

Politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Jerry Brown (f. 7. april 1938 i San Francisco ) er guvernørur [14] . Hann umboðar Demokratarnar . 13,7 prosent av folkinum livir i fatækradømi (2012). 10,2 prosent av folkinum er arbeiðsleys og miðallivsævin i lutstatinum er 80,2. Statirnir Iowa , Vermont og New Hampshire goðkentu i 2009 samkynd hjunarbond , meðan Kalifornia atkvøddi imoti teimum. I 2013 avgjørdi hægsti domstolurin i USA to, at hetta logaruppskotið var i strið við amerikansku grundlogina. Kalifornia fær ti kynsleyst hjunalag i juni 2013 [15] [16] .

Jerry Brown, guvernørurin i California, samtykti 18. okt. 2017 eina log, ið gevur folki møguleikan fyri at flokkast undir einum triðja kyni, a samleikakortum so sum føðibrævi teirra ella a koyrikortinum. Hendan login gevur sostatt folki, ið ikki kenna seg sum beinleiðis kallkyn ella kvennkyn, møguleikan at flokka seg undir heitið “non-binary". California er fyrsti staturin i USA at samtykkja eina slika log. [17]

Hillary Clinton (D) vann forsetavalið 2016 i California og fekk 61,7% prosent av atkvøðunum i California. Hetta er næsthægsta talið i USA. Donald Trump (R) fekk 31,6 prosent. [18]

Ar Republikanarnar Demokratarnar
Valurslitið 1960-2012
2012 37,12% 4 839 958 60,24% 7 854 285
2008 36,91% 5 011 781 60,94% 8 274 473
2004 44,36% 5 509 826 54,40% 6 745 485
2000 41,65% 4 567 429 53,45% 5 861 203
1996 38,21% 3 828 380 51,10% 5 119 835
1992 32,61% 3 630 574 46,01% 5 121 325
1988 51,13% 5 054 917 47,56% 4 702 233
1984 57,51% 5 467 009 41,27% 3 922 519
1980 52,69% 4 524 858 35,91% 3 083 661
1976 49,35% 3 882 244 47,57% 3 742 284
1972 55,01% 4 602 096 41,54% 3 475 847
1968 47,82% 3 467 664 44,74% 3 244 318
1964 40,79% 2 879 108 59,11% 4 171 877
1960 50,10% 3 259 722 49,55% 3 224 099

Marijuana er logligt i Kalifornia um tu einans hevur læknavattan [19] . California avgjørdi i 2017, at gera tað logligt fra januar 2018 (" Adult Use of Marijuana Act "). [20]

Umhvørvispolitikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

I Kalifornia, har flestir bilar eru i USA i mun til støddina a statinum, eru strangar reglur settar i verk, sum skulu gera, at akførini verða betri fyri umhvørvið. Umhvørvisfelagsskapir sum Greenpeace , hava fingið stora undirtøku imillum manna og hava gjørt umhvørvismal til stortiðindi. I 2004 viðtok staturin Kalifornia, at bensinnytslan skuldi verða minkað heili 30 % i 2016. Vindmylnur i Kalifornia vera m.a. meira og meira nyttar sum orkukelda. Ongantið aður hava amerikanarar bygt so nogvar vindmyllur sum i 2014. Tað er serstakliga i statunum Kalifornia og Texas , at ein støðugt størri partur av elveitingini kemur fra vindorku . Tað er ahugafelagsskapurin fyri vindorku i USA , American Wind Energy Association, sum a sini heimasiðu sigur fra, at USA i 2013 for undir uppsetan av vindmyllum og vindmylnulundum við eini samlaðum matti uppa 12 000 megawatt (MW). Bloomberg skrivar, at tey 12 000 MW eru 11 ferðir meira enn tann mattur, sum varð tikin i bruk i 2012 [21] . Tað var einans 1084 MW.

Solorka hevur fingið misjavna mottøku kring heimin, men i USA tykist eisini hon at vinda nogv uppa seg. Staturin Kalifornia gongur a odda, har meira enn ein halv million husarhald verða rikin við streymi fra solorku. Stora loysunarorðið i sambandi við solorku i Kalifornia er leasing . Just leasing, sum er eitt slag av leigu, er ein av orsøkunum til vøksturin i brukinum av solpanelum stendur i fragreiðing fra stovninum Climate Policy Initiative [22] . Triggir av fyra privatkundum i Kalifornia velja at leiga solpanel heldur enn at keypa tey. Mark Jacobson, umhvørvisprofessari fra Stanford Universitetinum sigur, at leasing hevur gjørt solorku tilgongiliga fyri fleiri folk. Fyri folk við avmarkaðari inntøku er tað ein av gongdu leiðunum. Fyritøkur sum Solar City, Sunrun, SunEdison og Sungevity hava allar bustað i heimsins miðdepli fyri elektronik og tøkni, Silicon Valley i Norðurkalifornia. Hesar bjoða folki at leiga solpanel i 20 ar.

Vatntrot [ rætta | rætta wikitekst ]

Tað er ikki lætt at utvega nog mikið av vatni til byirnar, ið vaksa so skjott. Serliga i teimum solriku og turru økjunum i Suðurkalifornia er tað ein trupulleiki. Tey faa vatn ur aunum, men vatn haðan verður eisini nytt i vatningar skipanum i landbunaðinum. T.d. verður so nogv vatn tikið ur ti storu Colorado River , at litið er eftir i anni, ta ið hon kemur ut a sjogv. I undirgrundini eru alstorar goymslur av vatni, sum vorðu til undir seinastu istið, fyri 10 000 arum siðan. Men tær goymslurnar minka i storum, og tað verður alsamt dyrari at pumpa vatnið upp.

Deyðarevsing [ rætta | rætta wikitekst ]

I Kalifornia er deyðarevsing . Umleið 725 deyðadømdir fangar eru i fongslum i Kalifornia, men eingin fangi er avrættaður siðani 2006. I 2012 verður folkaatkvøða i Kalifornia um at seta deyðarevsing ur gildi, men sambært meiningakanningunum er ein meiriluti fyri at varðveita hana [23] . Myndugleikarnir siga, at 6 460 264 folk atkvøddu 6. nov. 2012 fyri at varðveita deyðarevsing. Sostatt toku 52 % undir við verandi støðu [24] .

Djoralivið [ rætta | rætta wikitekst ]

"Channel Island fox" (frøðiheiti Urocyon littoralis ) eru a 6 av 8 kaliforniskum oyggjum.

Djoralivið i Kalifornia er ogvuliga rikt og fjølbroytt. I Suðurkalifornia eru nogv eiturdjor, til dømis slangur , oydlur og sporðdrekar . Amerikanska puman trivist i tjukkum skogi i Norðurkalifornia eins væl og i halvgum oyðimørk i Suðurkalifornia. Kalldjorið kann vera 1,8 m langt og viga eini 100 kg. Helst um nattina reikar puman um a veiðiferð. Djorini, hon tekur, eru ymisk til støddar, eitt nu hara , rotta og hjørtur. Fyrr jagstraðu og skutu teir pumuna, ti hon av og a tok djor fra bondunum. Amerikanski preriuulvurin er vanligari at siggja; preriuulvurin er i ætt við sjakal, ulv og taman hund. Svartabjørn heldur eisini til i skogum og friðaðum økjum i Kalifornia; i 2014 voru 25-35 000 bjarnir i Kalifornia [25] .

Kolibriin heldur til um alt Kalifornia. Fuglurin vendir veingjunum, ta ið hann slær teir uppeftir, so luftin strykur niðurvið, og upptrystið verður støðugt. Velið er uttambað at bøta um javnvagina, ta ið kolibrin hongur a surruflogi. Meðan tær sugva hunang, flagsa tær a surruflogi beint uppeftir ella niðureftir, eisini aftureftir sum tyrlur . A surruflogi lata veingirnir millum 20 og 50 ferðir um sekundið. Kaliforniska sjoleyvan er tað kopaslagið, ið mest verður vant til framsyningar; tær halda til i tusundatali við kalifornisku strendurnar. Tær taka serliga høgguslokk , fisk og onnur sjodyr.

Kelduavisingar [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. http://www.50states.com/tools/thelist.htm
  2. "Archive copy" . http://wmo.asu.edu/world-highest-temperature . Heintað 2013-05-26 .  
  3. http://www.storm.no/nyheter/det-varmeste-stedet-paa-jorden-er-ikke-lenger-i-libya-3876606.html
  4. "Archive copy" . http://www.dof.ca.gov/research/demographic/reports/estimates/e-1/documents/E-1_2014_Press_Release.pdf . Heintað 2014-10-29 .  
  5. "Archive copy" . http://quickfacts.census.gov/qfd/states/06000.html . Heintað 2011-03-12 .  
  6. http://www.leginfo.ca.gov/.const/.article_3
  7. http://www.usc.edu/schools/price/research/popdynamics/pdf/2012_Lou-etal_Racially-Balanced-Cities.pdf
  8. http://www.beachcalifornia.com/stats2.html
  9. http://www.disneylandvacationtips.com/disneyland-attendance.html
  10. "Archive copy" . http://traveltips.usatoday.com/major-tourist-attractions-california-12914.html . Heintað 2011-05-08 .  
  11. "Archive copy" . http://www.bridgesinternational.com/international_student_facts/ . Heintað 2011-05-08 .  
  12. http://tourism.visitcalifornia.com/Research/California-Statistics-and-Trends/
  13. http://tourism.visitcalifornia.com/Research/International-Visitor-Profiles/
  14. http://www.sfgate.com/jerry-brown/
  15. http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Forbud-mot-homofile-ekteskap-oppheves-i-California-7243518.html#.Uc6JvDv0GGU
  16. http://www.latimes.com/news/local/la-me-0629-la-gay-wedding-20130629,0,243683.story
  17. http://www.cnn.com/2017/10/17/politics/governor-jerry-brown-california-law-nonbinary/index.html
  18. http://elections.cdn.sos.ca.gov/sov/2016-general/sov/17-presidential-formatted.pdf
  19. http://www.huffingtonpost.com/2011/10/26/obama-administration-medical-marijuana-crackdown-california_n_1033482.html
  20. http://www.latimes.com/local/lanow/la-me-pot-jobs-20170930-story.html
  21. http://www.bloomberg.com/news/2014-01-30/u-s-wind-power-building-boom-follows-92-percent-crash.html
  22. http://cleantechnica.com/2014/02/01/solar-iq-rises-costs-fall/
  23. "Archive copy" . http://www.latimes.com/news/local/la-me-poll-death-penalty-20121026,0,7370020.story . Heintað 2012-11-06 .  
  24. http://ballotpedia.org/wiki/index.php/California_Proposition_34,_the_End_the_Death_Penalty_Initiative_(2012)
  25. "Archive copy" . http://www.tahoewildbears.org/black_bear_facts.htm . Heintað 2014-03-30 .  

Si eisini [ rætta | rætta wikitekst ]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið