J. R. R. Tolkien

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Avist fra J.R.R. Tolkien )
J.R.R. Tolkien
CBE
Tolkien i 1920'arunum
Fødd(ur) John Ronald Reuel Tolkien
3. januar 1892
Bloemfontein, Lyðveldi Oranjefristaturin
Andaðist 2. september 1973
Bournemouth, Ongland
Starv Akademikari, rithøvundur, malfrøðingur, yrkjari.
Mal Enskt
Tjoðskapur Enskur
Rikisborgaraskapur Bretskur
Alma mater King Edward's School, Birmingham; Exeter College, Oxford
Hjunafelagi Edith Tolkien f. Pratt. Gift i 1916, deyð i 1971.

John Ronald Reuel Tolkien ( 3. januar 1892 i Bloemfontein , Lyðveldi Oranjefristaturin, (i dag Suðurafrika ) ? 2. september 1973 i Bournemouth , Ongland i) var bretskur rithøvundur og professari i malfrøði. Kendastu verk hansara eru Hobbin og tær triggjar bøkurnar i røðini um Ringanna Harra. Fra 1925 til 1945 var Tolkien professari i fornenskum a Rawlinson & Bosworth og styrislimur i Pembroke College. Bæði eru collegium a lærda haskulanum i Oxford. Seinni gjørdist hann professari i enskum malið og bokmentum og styrislimur a Merton collegiunum a Oxford. Tolkien og rithøvundurin C.S. Lewis voru goðir vinmenn, og saman voru teir limir i ahugabolkinum The Inklings , har teir losu og kjakaðust um enskar bokmentir. (Inklings kann leystliga umsetast til Blekkararnir). Tolkien varð i 1972, sum tøkk fyri sitt ovurstora virksemi i samband við enskar og bretskar bokmentir sum heild, utnevndur til CBE. (Commander of The Most Excellent Order Of The British Empire) av Elisabeth drotning.

Ævisøga [ rætta | rætta wikitekst ]

Barnaar [ rætta | rætta wikitekst ]

John Ronald Reuel Tolkien varð borin i heim i Bloemfontein. Foreldrini voru Arthur og Mabel Tolkien. Tey bæði fluttu til Bloemfontein, ta ið Arthur gjørdist stjori fyri lokal deildina av banka bretlands, sum hevði sæti i bynum. Tolkien hevði ein yngri broður, Hilary, sum varð borin i heim i 1894. Ta Tolkien var try ara gamal, for familjan eina ferð til Onglands. Hetta var ætla, sum ein styttri vitjan, men papi Tolkien, sum skuldi koma til Onglands seinni, doyði av giktfepri. Hetta hevði við sær, at familjan misti høvuðsinntøkuna, og Mabel Tolkien flutti, saman við synum sinum, inn til foreldrini at bugva. Foreldur hennara buðu i Kings Heath, Birmingham. Her voru tey eitt stutt skifti, til Mabel i 1896 flutti til Sarehol, sum um tað mundi var ein litil bygd i Worchestershire. (I dag er økið partur av Birmingham). Tolkien damdi væl, at rannsaka og stuttleika sær i gomlu mylluni, sum var i bygdini. Eisini var hann nogv i myrulendinum og klettunum nærhendis bygdina.

Tolkien familjan a einum postkorti i 1892.

Hesi støð, eins og grannabygdirnar Bromsgrove, Alcester, og Alvechurch, veittu Tolkien sera nogvan iblastur til kendu bøkurnar. Eisini garðurin hja fastrini Jane, sum bar heiti Bag End, var storur iblastur. Bag End er eitt av staðarnøvnunum i Hobbanum og Ringanna harra.

Mabel undirvisti synum sinum heima við hus. Tolkien damdi væl at læra, og serliga var hann ahugaður i tungumalum og mallæru teirra. Ronald, sum familjan ropti hann, dugdi at lesa longu sum fyra ara gamal, tað gekk ikki leingi aðrenn hann dugdi at skriva. Honum damdi sera væl at lesa skaldsøgur. Honum damdi ikki skaldsøguna Skattaoyggin , og um Alice i ævintyralandi segði Tolkien, at bokin var undirhaldandi, men eisini var hon ræðandi. Serliga væl damdi Tolkien ævintyrabøkurnar hja George MacDonald.

I ar 1900 gjørdist Mabel Tolkien Katolsk. Hetta damdi ætt hennara, ið voru baptistar, einki, og tey govust umgangandi við figgjarligum stuðuli av øllum slag. I 1904, ta Tolkien var 12 ara gamal, doyði mamma hansara av sukursjuku. Hon gjørdist 34 ara gomul, sum var miðal livialdurin fyri folk við Diabetes typu 1 um tað mundi. Aðrenn hon andaðist, syrgdi hon fyri, at kæri vinmaður hennara, katolski presturin, Francis Xavier Morgan, gjørdist verji hja børnum hennara, ta ið hon for foldum fra.

9 ar eftir hennara deyð, segði Tolkien soleiðis um moðir sina: Min kæra moðir var av sonnum ein pinslarvattur, og tað er ikki ein og hvør, ið fær Guds gavur eins lættliga og eg og Hilary. At faa eina moðir, sum striddi seg til deyðis fyri okkum, soleiðis at vit skuldu varðveita trunna. Francis Morgan, ið Tolkien vanliga ropti Father Francis, tok sær av dreingjunum, og veitti teimum ein uppvøkstur við katolskari askoðan. Tolkien vaks til mann i Edgbaston, Birmingham, har hann gekk i skula a King Edwards skulanum, og seinni a St. Phillips skulanum.

Tannarini [ rætta | rætta wikitekst ]

Tiðliga i tannarunum kom Tolkien seg a fyrsta sinni fram a eitt manngjørt mal. Talan var um Malið Animalic , sum systkinabørn hansara, Mary or Marjorie Incledon høvdu skapt. Um tað mundi las Tolkien fornenskt og latin. Ahugin fyri hesum mannskapta malið doyði skjott burtur i einki, men seinni skaptu Tolkien, systkirnabarnið Mary og onnur við, eitt nytt og meira samansett mal, ið tey roptu Nevbosh. Hesin ahugið fyri tungumalum sæst tiðiliga aftur i skaldsøgum Tolkiens, har hann skapti fleiri tungumal. I 1911 for Tolkien, ta 19 ara gamal at lesa a Exeter College, Oxford. At byrja við las hann fornaldarfrøði, men seinni skifti hann yvir til enskt mal og enskar bokmentir.

Friggjan og hjunarband [ rætta | rætta wikitekst ]

Edith Bratt (Seinni gift Tolkien) avmynda i 1906, 17 ara gomul.

Sum 16 ara gamal hitti Tolkien ti 19 ara gomlu Edith Mary Bratt. Sambært Humphrey Carpenter, sum skrivaði ævisøguna um Tolkien, gjørdust tey bæði avbera goð. Tey gingu mangar turar, og sotu ofta a altanum a testovum, har tey kastaðu sukurmolar niður i hattar hja folki. Verji Tolkiens, Father Francis, helt tað vera sera oheppi, at Tolkien skuldi vera goður við ein protestant, og bannaði honum, at hava nakað samband við Edith, fram til hann gjørdist 21 ara gamal. Stutt eftir 21 ara føðingardag sin, skrivaði hann Edith eitt bræv, har hann greiddi henni fra, at hann elskaði hana øll hesi arini, men var bannaður at hava samband við hana. Edith svaraði honum aftur við boðunum, at hon hevði lova seg til ein annan, men hetta gjørdi hon bara ti, at hon helt tað vera liðugt millum Tolkien og seg, men eftir hetta bræv var støðan broytt. 8. Januar 1913 friggjaði Tolkien til Edith Pratt, og hon segði ja. Tey voru nu forlovaði og 3 ar seinni, 22. mars 1916, giftust tey i bynum Warwick.

Fyrri heimsbardagi [ rætta | rætta wikitekst ]

Tolkien i hermannabuna

I august 1914 foru bretar uppi fyrra heimsbardaga. Tolkien hevði ongar ætlanir um, at fara i kriggj, men 15. juli i 1915 skuldi hann uppi Lanchashire Fusiliers, og vandi i 11 manaðir. Stutt eftir brudleyp teirra, fluttu nu loytnant og fru Tolkien til Rugeley, Staffordshire, tætt við venjingarleguna. 2. juni 1916 fekk Tolkien eitt telegram, har hann var biðin um, at ferðast til Folkstone, fyri at fyrireika seg til, at fara til Fraklands. Tolkien var eisini uppi slagnum við Somme, ið er ein av kendastu orrustunum ur fyrra heimsbardaga. Har mistu fleiri av vinmonnum hansara livið. i oktober 1916 gjørdist Tolkien sjukur við skotgravarfepri. Ein sjuka, ið er borin av lus. Tolkien var heimsendur 6. november sama ar. Tolkien var aldrin aftur við frontin, men arbeiddi i hertænastu fram til 1919.

Yrkisleið sum akademikari og rithøvundur [ rætta | rætta wikitekst ]

3. november 1920 var Tolkien liguður i herinum. Fyrsta starv hansara eftir kriggji var hja Oxford orðabokini, har hann arbeiddi við orðum av germanskum uppruna, sum byrjað við bokstavinum W. I 1920 fekk hann starv sum lektari i enskum a lærda haskulanum i Leeds. Hann var yngsti limur av arbeiðstoyminum har. Meðan hann var i starvinum i Leeds, skrivaði hann A Middle English Vocabulary. (Orðatilfeingi a miðenskum), og endaligu utleggingina av miðaldar ævintyrinum Sir Gawin And The Green Knight. (Sir Gawin Og Hin Grøni Rriddarin) Hesi bæði verk hansara voru nytt i skulaskipanini i fleiri aratiggju. I 1925 var hann aftur a Oxford, har hann fekk starvið sum professari i fornenskum a Rawlinson and Bosworth, Oxford, eins og hann var styrislimur i Pembroke collegium.

Husini hja Tolkien a Northmoor Road 20.

Tað var meðan hann var i hesum starvið, at Tolkien skrivaði Hobban og tvey tey fyrstu bindini av Ringanna Harri. Tolkien buði i husunum a Northmoor Road 20, i norður Oxford.

Beowulf [ rætta | rætta wikitekst ]

I 1920'unum byrjaði Tolkien arbeiðið við at umseta episku søgnina Beowulf. Hetta arbeiði var liðugt i 1926. 10 ar eftir hetta helt hann ein fyrilestur um verk sitt, Beowulf: The Monsters And The Critics. (Beowulf: Odjorini og kritikkarar teirra). hesin fyrilestur fekk sera rosandi ummæli, og hevði stora avirkan a granskirngararbeiði i samband við Beowulf.

Hobbin og Ringanna Harri [ rætta | rætta wikitekst ]

Tolkien roknaði ongantið við, at søgur sinar skuldu vinna frama. Tilvildin vildi tað to øðrvisi, ti i 1936 kom Susan Dagnall, sum ta var i starvið hja bokaforlagnum George Allen & Unwin, fram a Hobban. Ein søga, sum Tolkien hevði skrivað til børn sini nøkur ar frammanundan. Dagnall bað Tolkien endiliga geva bokina ut. Bokin kom ut i 1937, og var so mikið væl mottikin av bæði ungum og eldri, at forlagið bað um eitt framhald. Tolkien for siðani i holt við at skriva Ringanna Harri, sum skuldi visa seg, at gerast kendasta verk hansara. Bøkurnar komu upprunaliga ut i trimum bindum i tiðarskeiðnum 1954-55. Tolkien brukti meir enn 10 ar uppa, at skipa søgugongdina, og heimin kring søguna. At byrja við, skuldu Ringanna Harri bøkurnar eisini vera til yngri børn, men sum tiðin leið, gjørdist søgan myrkari og meira alvarsom. Bøkurnar høvdu stora avirkan a fantasy listagreinina.

Pension og seinastu ar Tolkiens [ rætta | rætta wikitekst ]

I pensionsarunum, fra 1959 fram til hann andaðist i 1973, gjørdist Tolkien ein kendur og mugvandi maður. I 1961 tilnevndi vinmaður hansara, C.S. Lewis, Tolkien til Bokmentaheiðursløn Nobels. Bøkur hansara seldu so mikið væl, at hann irðaði seg um, at hann ikki for a pension nakað fyrr. I einum brævi, sum Tolkien skrivaði i 1972, sum viðmerking til, at hann var vorin ein kulthetja, skrivaði hann, at honum damdi einki, at vera komin i hesa støðuna. Hann asannaði to eisini at: Sjalvt nøsin a ti mest litillatna skurðgudinum, kann ikki annað enn vera drigin at søta anganum av roykilsi.

Bringumynd av Tolkien a Oxford.

Fjepparar hansara voru so mikið grammir at faa fatur i sær, at hann i gjørdi av, at strikað seg ur telefonbokini. Tolkien parið flutti til Bournemouth. Tolkien saknaði sinar gomlu vinmenn ur Blekkara bolkinum, meðan Edith stortreivst, nu hon slapp at vera vertskona millum finari stættuna i Bournemouth. Tolkien parið voru sera goð við hvørt annað. Tað sæst bæði aftur i, at Tolkien gekk við til, at flyta til Bounemouth, og eisini sast tað aftur i hvussu errin Edith Tolkien var av mannið sinum. Edith Tolkien andaðist 29. november 1971, 82 ara gomul.

Eftir at kona hansara doyði, flutti Tolkien aftur til Oxford, har Merton College bjoðaði honum eina ibuð. Hann saknaði konu sina, men var eisini glaður fyri at vera aftur i Oxford. John Ronald Reuel Tolkien andaðist 2. september 1973, 81 ara gamal.



bokmentalisti [ rætta | rætta wikitekst ]

Meðan Tolkien var a livið: [ rætta | rætta wikitekst ]

  • 1937 The Hobbit or there and back again
  • 1945 Leaf by Niggle
  • 1947 On Fairy-Stories
  • 1949 Farmer Giles of Ham
  • 1954 The Fellowship of the Ring
  • 1954 The Two Towers
  • 1955 The Return of the King
  • 1962 The Adventures of Tom Bombadil
  • 1964 Tree and Leaf
  • 1967 Smith of Wooton Major
  • 1967 The Road Goes Ever On

Eftir deyða Tolkiens: [ rætta | rætta wikitekst ]

  • 1977 The Silmarillion
  • 1980 Unfinished Tales
  • 1981 The Letters of J. R. R. Tolkien
  • 1983 The Monsters and the Critics
  • 2007 The Children of Hurin
  • 1983 The Book of Lost Tales 1
  • 1984 The Book of Lost Tales 2
  • 1985 The Lays of Beleriand
  • 1986 The Shaping of Middle-earth
  • 1987 The Lost Road and Other Writings
  • 1988 The Return of the Shadow
  • 1989 The Treason of Isengard
  • 1990 The War of the Ring
  • 1992 Sauron Defeated
  • 1993 Morgoth's Ring
  • 1994 The War of the Jewels
  • 1996 The Peoples of Middle-earth
  • 2007 The History of The Hobbit Part One: Mr. Baggins
  • 2007 The History of The Hobbit Part Two: Return to Bag-end


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið