Baha'i trugvin

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Høvuðssæti er i Haifa i Israel .

Baha'i trugvin er ein alheimstrugv . Orðið "Baha'i" merkir "ein sum fylgir Baha'u'llah". "Baha'u'llah" merkir "dyrd Guðs" og hetta er navnið a ti boðberanum, sum baha'iar trugva er Guðs sendiboð til okkara tið.

Baha'iar trugva at Guð opinberar seg gjøgnum sini sendiboð i einari stigvisari opinbering. Mannaættin er ikki før fyri at taka imoti Guðs veruleika i einum, men ma bunast og mennast so liðandi. Guð sendir so sini sendiboð við boðum og vegleiðing sum hoskar til tann tørv sum menniskjuni hava a just ti staðnum og ti tiðini. Ongin av boðberunum er "størri" ella "sannari" enn hinir. Teir kappast ikki.

Baha'iar viðurkenna allar boðberarnar og virða allar heimsins religionir og heilagu skriftir. Tað, sum Jesus segði, ta ið hann kom, ogildaði ikki tað sum Moses hevði sagt. "Eg eri ikki komin at brota niður, men at fullføra", segði Jesus . A sama hatt ogildar tað at Baha'u'llah kom, hvørki tað sum Jesus , Muhammed , Buddha , Moses , Abraham , Krishna ella Zoroaster hava boðað. Allir komu teir við Guðs ljosi til menniskjuni. Eingin teirra er Guð.

Baha'iar trugva at øll menniskju hava eitt andaligt liv, sama um tey tilvitað gera nakað við tað ella ei.

Baha'u'llah [ rætta | rætta wikitekst ]

Grafhysi Baha'u'llah i Bahji.

I 1844 i Persia ( Iran ), kunngjørdi ein ungur maður nevndur "Bab", at skjott for sendiboð Guðs, sum øll heimsins menniskju stundaðu eftir, at koma. "Bab" merkir "portrið", og Bab gjørdi greitt at hansara leiklutur var, at fyrireika mannaættina til dagin ta ið tann lovaði kom til sjondar.

Baha'u'llah, sum var føddur i einari av rikastu aðalsstættum i Persia , valdi at venda øllum forrættindum bakið og at fylgja Bab. Bab og tey sum fylgdu honum voru jagstraði av persiska yvir-valdinum. Bab sjalvur var tikin av døgum i 1850 og eini 20.000 av teimum sum fylgdu honum, lotu liv i hopdrapum kring alt Persia . Baha'u'llah slapp heldur ikki undan forfylging; hann varð settur i fangahus, pindur og at enda burturvistur. Hann varð sendur til Bagdad i Irak , og tað var her hann endiliga i 1863 kunngjørdi, at hann var tann, ið Bab hevði fyriboðað for at koma.

Baha'iar eru sannførdir um at Baha'u'llah var Jesus Kristus sum kom aftur og at lyfti Guðs til menniskjuni um eina betri tið fyri øll er gingið ut. Baha'u'llah segði at menniskjuni liva her a jørðini til tess at menna andaligar førleikar sum vit fara at hava tørv a i livinum eftir hetta. Hann liknar mannalivið a jørðini við livið hja fostrinum i moðurlivi, fostrið kann ikki imynda sær heimin uttanfyri sina egnu litlu verð, hoast tað a ein hatt longu livir i ti størru verðini. Tað er bara enn ikki nog bugvið til at siggja og uppliva heimin størri enn just livmoðrina hja mammuni.

Og kortini so er endamalið við fosturlivinum at bugva seg til ein heilt øðrvisi heim enn tann, fostrið kennir. Tað skal hava armar og bein, eygu, oyru, alt sum er gott og neyðugt fyri at liva mannalivið. Mennast vit ikki eins og fostrið i moðurlivi, meðan vit liva a jørðini , so verða vit sum andaligir kryplingar ella piningar, og enn tarnaði av hesum i livinum sum kemur. Andaligi vøksturin hja ti einstaka fer fram bæði innan i hvørjum folki, og i samveru við onnur. Andaliga støðið vit eru a, speglast i samfelagnum, hvussu vit eru moti hvørjum øðrum, og hvørjum malum vit stremba eftir.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið