Vaga Floghavn
er einasti flogvøllur i
Føroyum
, og er hann staðsettur i
Vagunum
omanfyri
Sørvag
. Flogvøllurin hevur eina flogbreyt, ið er 1.799 metrar til longdar.
Flogfør
flugva hvønn dag imillum
Føroyar
og utlondini.
Vaga Floghavn er upprunaliga hernaðarfloghavn bygd undir
Seinna heimsbardaga
. Fyrst i
sekstiarunum
gjørdist tørvurin a flogferðslu til
Føroyar
so mikið storur, at farið varð undir at nutimansgera floghavnina við m.ø. hentleikum til ferðafolk.
1. juli
1963
læt floghavnin upp fyri vanligari flogferðslu, og fyrsta flogfarið eftir hetta lendi
17. juli
. Fyrstu tiðina voru einans skruvuflogfør nytt. Siðani
1977
hava eisini nymotans jettflogfør røkt rutusambandið til floghavnina.
Atlantic Airways
for i
1988
at flugva millum
Danmarkar
og Føroya. Fyrstu tiðina atti danskt felag i flogfelagnum. Seinni gjørdist tað føroyskt burturav og flygur nu eisini til t.d.
Noregs
,
London
,
Reykjavikar
og
Barcelona
.
I 7 manaðir i
2006
fleyg
FaroeJet
millum Vaga Floghavn og
Kastrup floghavn
, men gavst við hesum vegna figgjarligum trupulleikar.
Statens Luftfartsvæsen
hevði umsitingina av floghavnini um hendi fra
1963
til
30. april
2007
.
1. mai
2007
yvirtok
Føroya Landsstyri
Vaga Floghavn. Fra sama degi varð floghavnin landsstovnur undir
Vinnumalaraðnum
. Fra
24. juli
2008
hevur floghavnin verið skipað sum partafelag við Landsstyrinum sum einasta eigara.
[1]
Tann
3. desember
2011
varð longing av flogbreytini liðug
[2]
. Flogvøllurin for ta fra at vera 1.200 m til at vera 1.799 m til longdar.
17. juni
2014
var nyggj farstøð tikin i nytslu, teknað av
Selmar Nielsen
, arkitekti.
Ferðslan um flogvøllin er yvirhøvur vaksin tiðina siðani hann opnaði fyri sivilari flogferðslu i 1963.
I 1963 flugu 946 personar um flogvøllin, og for ferðslan upp um 10.000 folk i 1967. I 1979 flugu fyri fyrstu ferð yvir 50.000 ferðafolk um flogvøllin, i 1988 for ferðafolkatalið uppum 100.000, men fall tað aftur i samband við buskaparkreppuna i fyrru helvt av 90-arunum. I 2001 for ferðafolkatalið fyri fyrstu ferð upp um 150.000, meðan ferðafolkatalið for upp um 200.000 fyri fyrstu ferð i 2006. I 2011 flugu 203.499 um Vaga floghavn.
Ferðslan um Vaga floghavn i miðal fyri hvørt 5 ara tiðarskeið siðani hann opnaði hevur verið
[3]
:
Tiðarskeið
|
Miðalferðsla
per ar
|
1963-1964
|
1674
|
1965-1969
|
10685
|
1970-1974
|
27688
|
1975-1979
|
41614
|
1980-1984
|
57410
|
1985-1989
|
91662
|
1990-1994
|
90990
|
1995-1999
|
115388
|
2000-2004
|
157482
|
2005-2009
|
206898
|
2010-2011
|
201744
|
- ↑
"www.fae.fo: "Søgan""
.
http://www.fae.fo/Default.aspx?pageid=12844
. Heintað 2012-09-16
.
- ↑
"www.fae.fo: "Almenn mottøka a flogvøllinum""
.
http://www.fae.fo/Default.aspx?pageid=12451&NewsItemID=12265
. Heintað 2012-09-13
.
- ↑
www.fae.fo: "Hagtøl"
Archived
2012-03-05 at the
Wayback Machine
(vel "Ar" og siðani fra "1963" og rokna miðaltøl)