Kim Jong-un

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kim Jong-un
Tiðarskeið 2011 ?
Undanmaður Kim Jong-il
Føddur/Fødd 8. januar 1983
Pyongyang

Kim Jong-un (f. 8. januar 1983) er norðurkoreanskur einaræðisharri . Hann hevur siðani 2011 gera storar broytingar a politiska og hernaðarliga pallinum, fyri at økja um sitt vald. Kim Jong-un hevur m.a. valt at skifta verjuovastan Pak Yong Sik ut við No Kwang Chol, meðan leiðarin av heryvirleiðsluni, Ri Myong Su, er skiftur ut við hansara varamann, Ri Yong Gil. Generalurin Kim Su Gil er skiftur ut við Kim Jong Gak sum stjori i stjornarskrivstovuni i herinum. Felags fyri teir triggjar, sum eru settir i størvini, eru at allir eru sera trufastir moti norðurkoreanska leiðaranum.

Hann hevur eisini sett sær fyri at gera Norðurkorea til heimsins størsta kjarnorkuveldi . Boðini komu fra leiðaranum, ta hann i des. 2017 hitti umboð fyri tey sum menna vapn i landinum. Tann 28. november 2017 skjeyt Norðurkorea eina rakett, sum kann raka øll mal i USA , sambært teimum sjalvum.

I 2018 møttust Kim Jong-un og forsetin ur Suðurkorea, Moon Jae-in , tvær ferðir i Panmunjom a markinum millum bæði londini, og einaferð i Pyongyang . Hin 12. juni 2018 møttust Kim forseti USA Donald Trump a toppfundi i Singapore , tað var fyrsti fundur og samrøða millum ein norðurkoreanskan leiðara og ein sitandi amerikanskan forseta. Teir kjakaðust um kjarnorkuskranna hja Norðurkorea. Ein uppfylgjandi fundur i Hanoi i ferbruar 2019 endaði braddliga uttan nakra avtalu. Hin 25. april 2019 møttust Kim og russiskir forsetin Vladimir Putin a teirra fyrsta toppfundi i Vladivostok . [1] Hin 30. juni 2019 møtti Kim við bæði ti suðurkoreanska forsetanum og Trump i koreanska hernaðarfria økinum.

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]