Jazz

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kendir jazz tonleikarar
Louis Armstrong , trompetleikari.

Jazz tonleikur (kann a føroyskum eisini skrivast djass , djassur , jassur ella jazzur ) er eitt slag av afrikanskum-amerikanskum tonleiki, ið byrjaði seint i 19. øld og tiðliga i 20. øld i suðurstatunum i USA , sum ein kombinasjon av evropeiskum harmonitonleiki og afrikanskum tonleikaelementum, eitt nu blair tonar, impovisasjon, polyrytmur, synkopsjon og swing (swung note). [1] Jazz hevur eisini tikið til sin elementir ur amerikanskum popptonleiki. [2]

Jazzurin spjaddist kring heimin og tok fjølbroyttar tonleikamentanir til sin ur ymiskum londum, regionum og ur lokalum tonleikamentanum, og harvið komu fleiri serstakir stilir av jazzi: New Orleans jazzur er fra tiðini fra fyrst i 1910-arunum , big band swing , Kansas City jazzur og Gypsy jazzur fra 1930-arunum og 1940-arunum, bebop fra mið-1940-arunum, Afro-Kubanskkur jazzur , West Coast jazzur , ska jazzur , cool jazzur , Indo jazzur , avant-garde jazzur , soul jazzur , modal jazzur , chamber jazzur , frijazzur , Latinjazzur , smooth jazzur , jazz fusion og jazz-rock , jazz funk , loft jazz , punk jazz , acid jazz , ethno jazz , jazz rap , cyber jazz, M-Base og nu jazz .

Louis Armstrong , ein av kendastu jazztonleikarunum, segði við Bing Crosby i einari utvarpssending, "Ah, swing, well, we used to call it syncopation , then they called it ragtime , then blues , then jazz. Now, it's swing. White folks - yo'all sho is a mess!" [3] [4]

I einari samrøðu i 1988 segði J. J. Johnson , trombonleikari: "Jazz is restless. It won't stay put and it never will". [5]

Søgan [ rætta | rætta wikitekst ]

Jazzurin mentist i USA, fyrst og fremst kring Mississippideltaðið og i bynum New Orleans har siðbundnar afrikanskar rytmur og arbeiðssangir voru blandaðir saman við salmar, marsch'ir og ikki minst kabaret og variete-tonleik ur Evropa. Sjalvt ymisk sløg av etniskum tonleiki voru tyðandi innsløg og gav iblastur, eitt nu irskur folkatonleikur, ungarskur-jødiskur klezmertonleikur. Jazzurin hevur lutvist felags søgu og bakgrund sum bluestonleikur, bluegrasstonleikur og countrytonleikur .

Tann fyrsti jazztonleikurin uppstoð i New Orleans , við trompetleikaranum Buddy Bolden sum eitt av teimum kendu nøvnunum siðst i 19. øld . Chicago var ein av byunum, har tann nyggi tonleikurin slog igjøgnum, og siðan spjaddist hann skjott til New York og teirr størru byirnir i Evropa .

Ta ið Jazzurin gjørdist væl umtoktur viða um, sou hvitir handilsmenn, at tað bar til at vinna pening við hesum tonleikinum. Jazzurin varð byttur sundur i tveir partar: Jazz og Sweet Jass. Man stavaði við 's' og legði afturat 'Sweet' fyri ikki at verða blandað saman við ektaðan svartan jazz. I jassi var improvisationen eisini tikin burtur, alt skuldi skrivast niður. Just sum nutiðar "Smooth Jazz", sum hevur sera litið i felag við jazzimprovisasjon, sjalvt um harmoniskir svingningar og rytmikkur likjast.

Umleið 1910 kom tað stora gjøgnumbrotið hja jazzinum, i sambandi við, at hann var settur saman við ti nyggja dansitonleikinum sum two-step , one-step , foxtrot og onnur nygg dansisløg. Paul Whiteman gjørdi fra umleið 1916 jazzin populeran i breiðari umhvørvum. Jazzurin kom til Evropa undir fyrra heimskriggi og gjørdist beinanvegin væl damdur. Jazzurin kom ennta at avirka tonasmiðir innan klassiska tonleikin sum til dømis Igor Stravinskij , Kurt Weill , Ernst Krenek , Erik Satie og aðrar. [6]

Tær fyrstu kendu jazzinnspælingarnar voru gjørdar i 1917 av Original Dixieland Jazz Band . Fyrst i 1920-arunum voru innspælingar gjørdar av eitt nu King Oliver's Orchestra og New Orleans Rhythm Kings . Ein tyðandi jazzkomponistur og orkesturleiðari var Ferdinand "Jelly Roll" Morton , við hansara Red Hot Peppers. Hann var upprunaliga ein ragtimepianistur við sinum serstaka spælstili sum menti eina frælsari synkopering. I 1938 gjørdi Morton eina røð av innspælingum fyri Library of Congress, har hann framførdi og greiddi fra um menningina hja jazzinum, bæði við sinum pianospæli og við fragreiðingum.

Jazzur kann bytast upp i fleiri undirbolkar, og við tiðini er jazzur avirkaður av tonleiki ymsastaðna fra. Orsøkin til hetta er at jazzurin slog igjøgnum i fleiri ymiskum mentanum og at improvisasjonin krevur nogv rum. Ragtime , ein lættur synkoperaður tonleikastilur fra 19. øld og mentist av eitt nu Scott Joplin , var ein av stilsløgunum hja jazzinum.

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Alyn Shipton, A New History of Jazz , 2nd ed., Continuum, 2007, siða 4?5
  2. Bill Kirchner, The Oxford Companion to Jazz , Oxford University Press, 2005, Chapter Two.
  3. books.google.com, siða 172, heitið: Scott Joplin and the age of ragtime
  4. Father of the Blues by William Christopher Handy. 1941 MacMillan page 292
  5. J J Johnson continued, "[Jazz] is forever seeking and reaching out and exploring": DownBeat: The Great Jazz Interviews ? A 75th Anniversary Anthology : siða 250
  6. Bok: Carlquist, Gunnar , utgavuar: 1933, heitið: Svensk uppslagsbok. Bind 14, Malmo, Svensk Uppslagsbok AB, sida 372-73
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið