Hvalvik

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hvalvik
Kvalvig ( danskt )
Bygd
Hvalvík
Hvalvik
Land   Føroyar
Sysla Streymoya sysla
Oyggj Streymoy
Kommuna Sunda kommuna
Ibugvar 247 (2015) [1]
Postnummur FO-430
Markatal 24-00-00

Hvalvik er ein bygd i Streymoy . Bygdin liggur a eysturstrondini a Steymoynni, nakað sunnanfyri brunna um Streymin og beint sunnanfyri Streymnes . Ain Stora rennur oman gjøgnum dalin og skilur baðar bygdirnar sundur. I 2012 varð ein brugv gjørd yvir um anna, og ætlanin var at gera gongugøtur framvið anni. [2] Navnið "Hvalvik" sigur fra, at her er ein av goðu hvalvagunum i landinum. Niðri a Hvalviksoyruni er goð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini. Til Hvalvikar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru try. Lendið kring bygdina gevur goðar umstøður at reka landbunað, sum hevur verið sera umraðandi i eldri tið. Seinni, ta fiskivinnan for at gera seg galdandi, misti jarðarbrukið fyri ein part sin tydning. Menn foru til skips, og siðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nu innan handverk, flutning, aling og innan handil.

I Hvalvik heldur fyritøkan Norðsetur til, sum hevur smiðað sniðhus siðan 1980 . Fyritøkan fekk sær egnan framleiðslubygning i 1983 , og hevur siðan smiðað eina ørgrynnu av husum kring alt landið. Eisini eru hus utflutt til Tysklands . Norðsetur byggir eisini størri virkisbygningar, eitt nu hallir, skrivstovubygningar og handlar. A bryggjuni i Hvalvik halda eisini aðrar fyritøkur til við goymslubygningum og øðrum.

Kirkjan i Hvalvik er bygd i 1829 , og er bygd ur viði fra skotsku barkini Broon , sum for a land i Saksun arið fyri. Frammanundan stoð ein eldri kirkja i Hvalvik. Prædikustolurin i Hvalvikar kirkju varð gjørdur til Havnar kirkju i 1609 og er seinni keyptur til Hvalvikar. Talan er um eitt sjaldsamt listarverk, ið hevur sina egnu, serligu søgu .

I Hvalvik er nyggjur dagstovnur bygdur ? Barnagarðurin við Krair , sum rumar 60 børnum. Skulin i Hvalvik hevur næmingar fra 1. til 7. flokk, tilsamans uti við 60 børn. Siðan verður hildið fram a Felagsskulanum a Oyrarbakka . Bygdin er i vøkstri - folkatalið liggur omanfyri tey 200, og utlit eru fyri, at hesin vøkstur fer at halda fram. Bygt verður nu inn moti Saksunardali , i natturuvøkrum og friðaligum umhvørvi.

Hvalvikar Streymnesar Roðrarfelag eigur triggjar kapproðrarbatar: Baran (5-mannafar), Hvessingur (6-mannafar) og Gamli Hvessingur. [3] Hvessingur hevur vunnið FM atta ferðir við 6-mannaførum monnum (1978, 1980, 1988, 1993, 94, 95, 97 og 99) og tvær ferðir við 6-mannaførum kvinnum (1996 og 1998). Seinastu arini hevur verið samstarvað við Sunda Roðrarfelag um kapproðurin. [4] Hvalvikingar eru, eins og aðrar bygdir i Sundalagnum, partur av fotboltsfelagnum EB/Streymur .

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Hagstova.fo
  2. Sunda.fo
  3. HSR1976.org [ deyð leinkja ]
  4. Facebook siða hja Sunda Roðrarfelag

Sloðir uteftir [ rætta | rætta wikitekst ]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið