Husavik

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Husavik
Husevig ( danskt )
Bygd
Húsavík
Husavik
Land   Føroyar
Sysla Sandoya sysla
Oyggj Sandoy
Kommuna Husavikar kommuna
Ibugvar 70 (2015) [1]
Postnummur FO-230
Markatal 31-00-00 mk.gl.sk.
Husavik a frimerki, 2006

Husavik er ein bygd i Sandoy .

Husavik liggur sunnan fyri Skalavik . Bygdin hevur 74 ibugvar ( 2013 ). Bygdin er gomul, helst fra landnamstið. Hon hevur tveir gamlar bylingar, men søgn er, at høvuðsbygdin var i Kviggjagili vestan fyri anna, har vist verður a husatoftir, og har eisini kirkja og kirkjugarður voru. Søgn er, at bygdin doyði ut av svartadeyða , og aftana varð hon flutt eystur um anna. Ein sera rik kvinna, nevnd Hustruin ella Husfrugvin , var i bygdini, og søgnin sigur, at hon og maður hennara grundaðu bygdina aftur. Grotgarðurin, hon læt gera um kirkjugarðin, stendur enn. Eisini veggirnir i hoyløðuni og tað steinsetta tunið minna um hennara storbæri. A frimerkinum homast kirkjan , sum var bygd i 1863 , og høgrumegin eini um 130 ara gomul hus, sum verða varðveitt sum fornminni. Husavik er hvalvag, og har doyggja grindir av og a. Størsta grindin, sum er deyð a sandinum, var 382 hvalir.

Ahugaverd støð [ rætta | rætta wikitekst ]

  • Toftirnar eftir Husfrunna i Husavik.
  • Jogvansbreyt, gomul hus við moldgolvi.
  • Kirkjan, vigd 1863 .
  • Grotmyndir eftir Trond Patursson við keiina.

Si eisini [ rætta | rætta wikitekst ]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Hagstova.fo

Sloðir uteftir [ rætta | rætta wikitekst ]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið