한국   대만   중국   일본 
Norskahavið - Wikipedia Jump to content

Norskahavið

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Norskahavið er tann parturin av Atlantshavinum , ið er millum Noreg , Bjarnoynna , Jan Mayen , Svalbarð og Island . Tað er 2,6 millionir km² i vidd. Føroyar liggja a markinum millum tvey stor havøki. Eystan- og norðanfyri er eitt øki, sum vit nevna Norðurhøvini, ið er eitt felagsnavn fyri tey try Norskahavið, Grønlandshavið og Islandshavið. Vestan- og sunnanfyri Føroyar er Norðuratlantshavið. Markið millum Norðuratlantshavið og Norðurhøvini er ein undirsjovarryggur: Grønlands-Skotlandsryggurin . I støðum er hann djupari enn 500 metrar, og tey ovastu løgini av sjogvi ferðast fritt yvir honum; men hann forðar ti serliga a storum dypi Norðuratlantshavið fra Norðurhøvunum. Norðan fyri Norðurhøvini liggur Ishavið, eystanfyri er Barentshavið og sunnanfyri Norskahavið og eystanfyri Storabretland er Norðsjogvurin .

Sambært einari fragreiðing i 2014 arbeiða 24.000 folk a boripallum i Norskahavinum [1] [2] . Av teimum eru 12,5 prosent kvinnur. I kanningini sæst eisini, at 90 prosent eru norðmenn . Av utlendingunum eru amerikanarar best umboðaðir. Teir eru 400 i tali. 300 danir eru a pallunum, 270 sviar og 220 bretar. Longri niðri a listanum sæst, at finnarnir eru 43 i tali, islendingar somuleiðis 43, og at 24 føroyingar eru i teirri skrasetingini. IRIS (International Research Institute of Stavanger), sum hevur gjørt fragreiðingina, ger vart við, at tølini umfata ikki tey, sum eru við veitingarskipum, sum liggja hja pallunum og heldur ikki tey, sum arbeiða uppi a landi i arbeiði, sum hevur tilknyti til pallarnar.

Næststørsta fiskileið hja føroyingum i 2012 var ICES øki IIa1 og IIa2 við Jan Mayen i Norskahavinum, har goð 100 000 tons voru fiskað, herav goð 81 000 tons var makrelur .

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. "Archive copy" . http://gammelweb.iris.no/internet/student.nsf/199f312efd2a0cacc125680e00635b85/dcbb79970f2bfa72c1257c98002bfe93/$FILE/IRIS%20rapport%20028%202014%20Offshoreansatte.pdf . Heintað 2014-03-23 .  
  2. http://www.iris.no/publications/414551636/2014-028
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið