한국   대만   중국   일본 
Homer - Wikipedia Jump to content

Homer

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bringumynd av Homer fra hellenistisku tiðini, hon er a British Museum i London

I ti klassisku siðvenjuni er Homer (?μηρο?, Hom?ros ) rithøvundurin, sum hevur skrivað Ilionskvæði og odyssevskvæði , og verður sæddur sum tann størsti av yrkjarunum i forna Grikkalandi , sum skrivaði episk kvæði. Hesar episku yrkingarnar eru yrktar tiðliga i ti vesturlendsku kanonini av bokmentum, og hava havt sera stora avirkan a bokmentasøguna.

Tað er ovist, nær hann livdi. Herodot metir, at Homer livdi 400 ar aðrenn hansara egnu tið, tvs. umleið 850 ar fyri Krist. [1] meðan aðrar fornar keldur siga, at hann livdi nogv tættari uppa ta tiðina ið man metir at Trojanska kriggið for fram fyrst i 12. øld f.Kr. [2] Flestu nytiðar granskarar meta at Homer livdi i 7. og 8. øld f.Kr.

At tann stora avirkanin av homerisku kvæðunum hevur formað grikska mentan, var viðurkent viða um, og Homer varð nevndur sum lærarin hja Grikkalandi. [3]

Livsleið [ rætta | rætta wikitekst ]

Homere et son guide ("Homer og vegvisari hansara") av William Bouguereau ( 1874 )

Sambært tradisjonini var Homes blindur. Tvey støð i teimum homerisku tekstunum stuðla hesi fatanini. Fyri tað fyrsta er aoidan Demodokos , hvørs leiklutur i Odysseini er at syngja um kriggið i Troja, blindur. Fyri tað næsta, so sigur rithøvundurin til ta homerisku hymnuna við tann deliska Apollon (sum Homer við tiðini hevur fingið æruna av at skriva) um seg sjalvan: τυφλ?? ?ν?ρ, ο?κε? δ? Χ?? ?νι παιπαλο?σσ? ("ein blindur maður, sum byr a fjallariku Chios "). [4]

Fleiri jonisk plass (Chios, Smyrna , Kyme og sjalvt Kolofon ) hava sagt seg vera upprunastaðið har Homer kom fra. I sjalvum verkinum veit man einki um liv hansara. [4]

Verk [ rætta | rætta wikitekst ]

Homer hevur fingið æruna av at vera rithøvundur til Iliaduna og Odysseina. I fornøldini segði man eisini, at hann hevði skrivað fleiri aðrar yrkingar, harav fleiri hymnir og epigram eru til enn, umframt tað sonevndu Βατραχομυομαχ?α ("Batrachomyomachia", "striðið millum froskar og mus"), ein komiskt hetjuyrking sum er ein parodi uppa Ilionskvæðið. Seinni gjørdist tað to greitt, at hesi ikki voru yrkt fyrr enn nakað væl seinni. [5] I fornøldini varð navnið Homer ofta knytt at episkari yrking yvirhøvur, tað var ikki fyrr enn i tiðini fra Platon og Aristoteles at Homer varð mettur at vera rithøvundur bert til Iliaduna og Odysseina. [4]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Herodotus 2.53.
  2. Graziosi, Barbara - Inventing Homer, Cambridge |, ar 2002, siðurnar 98?101
  3. Bok: Heubeck, Alfred, skrivað saman við: West, Stephanie; Hainsworth, J. B., heitið: A Commentary on Homer's Odyssey, utgivið: Oxford University Press , staður: Oxford , ar: 1988, siða 3, isbn= 0-19-814047-9
  4. 4.0 4.1 4.2 Homere i fronsku Wikipediu 19. april 2006
  5. runeberg.org, nfbk, 0551.html Homeros
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið