Haldorsvik

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Haldorsvik ( Haldarsvik )
Haldersvig ( danskt )
Bygd
Haldórsvík.
Haldorsvik.
Land   Føroyar
Sysla Streymoya sysla
Oyggj Streymoy
Kommuna Sunda kommuna
Ibugvar 124 (2015) [1]
Postnummur FO-440
Markatal 12-00-00

Haldarsvik ella Haldorsvik [2] , eisini nevnd Vik , er ein bygd i Streymoy . Ta tu kemur til Haldorsvikar sæst, at her liggur nogv strið og knoss aftanfyri teir teigar, sum bygdamenninir hava velt niðan fjallasiðuna. So bratt er, at grotbakkar eru lagaðar so hvørt, sum teir hava vunnið niðana. Faar bygdir munnu hava havt so truplar umstøður at faa dyrkað lendi. Til bygdina hoyra fyra hagapartar, ið tilsamans eru 12 merkur. Norðan A (2 merkur og 8 gyllin), Byrgið (4 merkur), Sunnan Fossa (2 merkur og 8 gyllin) og Langasandshagi (3 merkur).

Folkatalið i Haldorsvik vaks munandi, ta fiskivinnan vant uppa seg i seinnu helvt av 19. øld . Bygdin liggur væl fyri i mun til Norðhavið , so utroðurin fekk storan tydning. Handil kom tiðliga til bygdina, og ymiskt annað vinnuligt virksemi fylgdi honum. Henda støða helt sær, til miðsavnanin i landinum av alvara for at gera vart við seg.

I 1970-arunum var nogv gjørt við at bøta um havnaviðurskiftini, og at seta a stovn flakavirki, so bygdin kundi fylgja við samfelagsmenningini. Hetta eydnaðist rættiliga væl, fitt av arbeiðsplassum kom burturur, og hoast rakið innan fiskivinnuna a landi hevur verið at savna virkini saman i størri eindir, er fiskavirkið i Haldorsvik ? nu nøkur eigaraskifti hava verið ? framvegis sjalvstøðugt.

I Haldorsvik finna vit sjaldsamu attahyrntu kirkjuna , sum tann einasta av sinum slagi i Føroyum . Hon varð bygd við fyrimynd eftir kirkju a Frederiksberg i 1856 ? sama ar sum Kongaligi einahandilin var avtikin ? og umbygd i 1932 . Torbjørn Olsen malaði i 1996 forvitnisliga og nyskapandi altartalvu til kirkjuna , sum kom i staðin fyri ta gomlu. Myndevnið er seinasta kvøldmaltiðin, og andlitini við borðið tykjast rættiliga kend manna millum i Føroyum .

I Haldorsvik ganga børnini i skula til og við 7. skulaar, og siðan fara tey i framhaldsdeildina a Oyrarbakka. I skulanum A Bø ganga 20 børn. Ein partur av teimum koma ur grannabygdini, Langasandi .

Folkatalið liggur um tey halvtannaðhundrað. Haldarsvik var nyggjarsbygd . Hagar komu folk fyrr ur grannabygdunum at vitja og dansa a nyggjarinum.

Fossurin i Fossa nærhendis Haldorsvik er ein tann hægsti fossurin i Føroyum . [3]

Haldarsvik var nyggjarsbygd .

Myndir [ rætta | rætta wikitekst ]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Hagstova.fo
  2. http://us.fo/Default.aspx?ID=10640&Action=1&NewsId=3423&currentPage=2&PID=23297 [ deyð leinkja ]
  3. http://visitfaroeislands.com/content/uploads/2016/10/tg17_dk.pdf Archived 2021-11-30 at the Wayback Machine (Siða 28)
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið