한국   대만   중국   일본 
Husavikarbrøvini - Wikipedia Jump to content

Husavikarbrøvini

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Avist fra Husavikabrøvini )

Husavikarbrøvini eru savn við tilsamans 6 brøvum, ið snugva seg um arvin eftir Guðruna Sjurðardottir i Husavik . Brøvini eru at finna sum pergament (skinnbræv) i " Arnasavninum " ella savninum a Det arnamagnæanske Institut a Københavns Universitet og eru talmerkt AM fasc. 100 nr. 1a. Brøvini eru samanskrivað i eitt transskriftarbræv 3. juli 1407.

Guðrun var dottir Sjurð Hjalt - hvørs navn bendir a, at hann hevur verið av hetlendskari ætt - og gift við Arnbjørn Guðleiksson, einum føroyskum stormanni. Arnbjørn er deyður i 1403. Arnbjørn og Guðrun attu tvey børn saman, sonin Sjurð og eina dottur, og ta Arnbjørn doyði, arvaði sonurin ognir faðirsins, men doyr stutt eftir. Siðani arvaði dottir Arbjarnar og Guðrunar broður sin, men eisini hon doyr stutt seinni, og Guðrun lyftir arvin eftir mann og børn sini einsamøll. I 1405 doyr Guðrun eisini, og hon er eftir øllum at døma tann seinasta av ættini. Husavikarbrøvini eru stort sæð royndir at faa skil a ognarviðurskiftini til hesar eftir tatiðarinnar mati sera storu ognir.

Brøvini verða av mongum roknað sum fyrsta dømið um, at føroyskt mal er farið at menna seg so langt burtur fra ti felags norrøna malinum, at tosast kann um eitt serstakt føroyskt mal. To eru øll ikki a einum mali um hetta. Inngangurin verður endurgivin soleiðis:

Ollum monnum þeim sem þetta bref se ædur heyra senda Halfdan prestur Æiriksson þormodr Anndræsson sylumann j Sudræy Albrikt Simunar son Simun Albriktsson Q G ok sina kunnigt giordandi at vær saghum ok jnuirligha yfuir lasum segs opin bref med hæilum ok oskodum hangandi jnsiglium so liodandi ord fyr ordd sæm her segir.

(Q G er stytting fyri Qvedju Guðs).

Talan er um tilsamans 6 brøv, ið snugva seg um:

1) Domin yvir Magnus Erlingsson (Torshavn 22. august 1403).

2) Vitnisburðin hja Ingrið Oyvindardottir (Viðareiði 7. september 1403). Ingrið hevur eftir øllum at døma tænt hja Guðruni Sjurðardottir.

3) Vitnisburðin hja Arnoru Arnbjarnardottir (Husar 7. oktober 1403). Vitnisburðurin hja Arnoru stuðlar fragreiðingini hja Ingrið Oyvindardottir av Viðareiði.

4) Vitnisburðin hja presti og tveimum løgrættumonnum i Sandoy um, at Guðrun var arvingi til goðsið i Husavik, eftir at maður hennara og siðani sonur hennara eru deyðir (Viðareiði 22. mars 1404).

5) Jattan hja Ragnhild Havarðsdottir fyri Tronda Dagfinssyni um, at Magnus Erlingsson, sonur hennara, hevur fingið umboð um ogn og leysafæ eftir Guðruna i Husavik (Hetland 13. oktober 1405).

6) Vitnisburðin hja presti, løgmanni og løgrættumanni i Hetlandi um, at "Ragnhild sjalv ræður fyri sinum ognum i Hetlandi".

Hans Jacob Debes er av teirri fatan, at Guðrun Sjurðardottir ikki er tann sama sum tann kenda hustrugvin (ella husfrugvin ) i Husavik , ið kend er ur søgnunum. Hustrugvin i Husavik eitur sambært søgnini Sissal ella Cecilia, og er gift við Nevi, meðan tað er provfast, at hjunini i Husavik eita Guðrun og Arnbjørn. Ein frasøgn vil vera við, at maður nevndur Nevur verður sendur av kongi ur Noregi at byggja Husavikar bygd uppaftur, og giftist hann við husfrunni.

Ivasamt er, hvussu tað bar til, at øll ættin i Husavik doyr ut eftir lutfalsliga stuttari tið. Ein sannlikur møguleiki er, at tey vorðu rakt av Svartadeyða ella av aðrari farsott.

Kelda [ rætta | rætta wikitekst ]

  • Hans Jacob Debes. Føroya søga 2. Skattland og Len . Føroya Skulabokagrunnur, Torshavn 1995, bls. 110-122.
  • Husavikarbrøvini