Fløgg

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Framman fyri ST -høvuðsborgini i New York City veittra øll flaggini hja limalondunum. Hvør tjoð hevur sitt flagg.

Flagg umboðar tjoð ella folk. Eitt flagg er flaggdukur, har avist mynstur og avisir litir eru. Altið hava fløgg i øllum møguligum litum havt serstakan tydning. Fleiri millumtjoða samgongur hava eisini egið flagg, til dømis Reyði Krossur ella ST . Fløgg hava storan tydning i ofriðartiðum. Heryvirmaðurin fyri hvørjari herdeild hevði altið ein merkismann sær við lið, so hermenninir kundu siggja hvørja leið, teir skuldu halda. At taka flagg figgindans merkti næstan altið at vinna sigur. Teir vundu altið egið flagg a stong uppi yvir figgindans flaggi, ta ið teir høvdu tikið skip ella skansa hansara. At flagga við hvitum flaggi i kriggi merkir, at tu gevur teg undir, at flagga lagt merkir, at tu heiðrar tann, ið deyður er.

Av 196 sjalvstøðum londum i heiminum hava 64 lond eitt atrunaðarligt sumbol a flagginum. Tað er PEW-granskingarstovnurin sum hevur i 2014 hugt nærri eftir sumbolunum sum hesi fløggini hava. [1] Sigast skal at stovnurin ikki hevur tikið øll fløgg við, millum annað eru tey fyra norðurlendsku hja Alandi , Samalandi , Grønlandi og Føroyum ikki við. Men av teimum 196 londunum sum eru við i kanningini, so hava 64 fløgg eitt atrunaðarligt sumbol. Av hesum 64 londunum hava umleið helmingurin (48 prosent) eitt kristið sumbol, meðan ein triðingur (33 prosent) hava eitt islamskt sumbol. Tað merkir at tvær tær størstu atrunaðirnar hava 81 prosent av fløggunum sum hava atrunaðarlig sumbol a fløggunum. Kristin sumbol eru a 31 av fløggunum sum eru ur Evropa , Asia , Amerika og Kyrrahavslondunum . Nøkur fløgg innanfyri Commonwealth hava Union Jack við sinum krossi sum ein part av egnum flaggi. Islamsk sumbol eru a 21 fløggum i norðara parti av Afrika , Asia og i Miðeystri . Sumbol fra buddismuni og hinduismuni eru at finna a fimm fløggum. Try av fløggunum hava sumbol fra baðum atrunaðunum. Israel er einasta landið sum brukar jødisk sumbol a sinum flaggi. Seks lond hava atrunaðarlig sumbol sum stava fra øðrum religionum. [1]

Føroyska flaggið [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Merkið

Okkara flagg, Merkið , er millum heimsins yngstu. Tað fekk gildi 25. april i 1940 , ta ið enska stjornin viðurkendi tað.

Til 1940 var Dannebrog almenna flagg føroyinga. Men ta ið tyskarar høvdu hersett Danmark , og onglendingar Føroyar , var einki samband millum londini, og teir sameindu vildu ikki, at vit skuldu bruka danska flaggið, men tað føroyska, sum Jens Oliver Lisberg hevði teknað i 1919 . I bæði 1920- og 1930-arunum var mangan hart strið i Føroyum millum sjalvstyrissinnaðar føroyingar og danskar myndugleikar um Merkið .

Flaggað verður ymiskar hatiðardagar, til dømis olavsøkudag , 1. joladag , nyggjarsdag, 1. paskadag , flaggdagin , arbeiðaradagin o.a. langafriggjadag og minningardag teirra sjolatnu verður flaggað lagt. I almanakkanum er yvirlit yvir almennar flaggdagar .

Si eisini [ rætta | rætta wikitekst ]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. 1.0 1.1 http://www.pewresearch.org/fact-tank/2014/11/25/64-countries-have-religious-symbols-on-their-national-flags/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið