한국   대만   중국   일본 
Føroysk mentan - Wikipedia Jump to content

Føroysk mentan

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein tyðandi partur av mentanarlivinum hja ungdominum er tonleikurin .

Føroyska mentanin er siðirnir, listin og malið i Føroyum . Føroysk mentan hevur sin uppruna i norrønari mentan.

Bæði tey søguligu og tey landalæruligu viðurskiftini eru við til at mynda eina mentan.

Føroyska malið [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Føroyskt mal
Moðurmalið er føroyskt , sprottið ur forna norrøna malinum. Føroyskt likist mest islendskum og nøkrum dialektum av norskum , to er føroyskt vorið avirkað nogv av donskum .

Tey fyrstu niðursetufolkini, sum komu til Føroya ur Noregi , høvdu sina mentan ur heimlandinum við sær. Malið var norrønt , soleiðis sum tað varð tosað a Vesturlandinum i Noregi , men nu folkini voru skild sundur, gekk eisini malið sundur og broyttist ymiskar vegir. Fyrsta dømið um, at føroyskt er um at gerast sjalvstøðugt mal, finst i Seyðabrævinum fra 1298 .

Føroyskt mal var langt upp i tiðina bara talumal . Eftir trubotina gjørdust allir prestar i Føroyum danskir embætismenn og foru at prædika og tosa a donskum . Hja føroyingum fekk danskt støðu sum tað tignarliga og heilaga malið, og danskt varð skrivað i øllum viðurskiftum við myndugleikarnar. Føroyskt var bara heimamalið, sum vanliga folkið tosaði sinamillum i gerandisdegnum. Onkrar royndir vorðu gjørdar at skriva føroyskt . Tann fyrsti, sum rættiliga savnaði føroysk orð og gjørdi føroyska orðabok, var miðvingurin Jens Christian Svabo . Sagt verður um hann, at hann við hesi innsavning bjargaði føroyskum undan at doyggja ut. Hetta var um 1780 .

Presturin Johan Henrik Schrøter beyð sær til at umseta Nyggja Testamenti til føroyskt. Hann tyddi Matteusar Evangeliið , tað kom ut i 1823 . Motstøðan var stor imoti utgavuni. Prestar og flestir føroyingar hildu, at føroyskt hoskaði seg ikki i viðurskiftunum við Varharra, ella, at Gud skilti ikki føroyskt . Føroyingar høvdu ta i nærum 300 ar vant seg við, at malið i kirkjuni var danskt . Alstoran tydning fyri føroysk bibliumal og kirkjumal fingu Victor Danielsen og Jakup Dahl . I 1937 govu teir ut hvør sina umseting av øllum Nyggja Testamenti . I 1949 kom øll Biblian ut i tyðing eftir Victor Danielsen.

Føroyskur dansur [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Føroyskur dansur
Føroyingar hava dansað føroyskan dans i øldir.
Skipað verður fyri barnadansi ymsastaðni, og einaferð arliga er landsdansistevna fyri børn. Myndin er fra barnadansistevnuni 2010 a Eiði .

Eitt annað sereyðkenni fyri føroyska mentan er dansurin , sum føroyingar hava dansað langt aftur i tiðina og dansa enn. Teir hava kvøðið um storar hetjur, sum søgur gingu fra. Hesar søgur breiddu seg i miðøldini um alt Norðurevropa og heilt til londini i Norðurhøvum. Um føroyska dansin faa vit fyrstu ferð at vita fra islendinginum Joni Indiafara , ta ið hann var i Føroyum i arinum 1615 .

I 19. øld foru menn rættiliga at skriva niður føroysk kvæði . Fornminnisgranskarar høvdu funnið fram til, at fornu hetjusøgurnar voru best varðveittar i føroysku kvæðunum. Ti heittu teir a føroyingar um at skriva tey niður. Ein hin kendasti var Joannes i Kroki heiman av Sandi . Hann savnaði ein hop av kvæðum saman. I øldir hava kvæðini verið lærd munn av munni. Foreldur lærdu dottur ella son tey kvæðini, tey dugdu uttanat. Soleiðis kundu tey varðveitast og skrivast niður.

Føroyskur tonleikur [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Tonleikur i Føroyum

Føroysk tonaskøld sum t.d. Sunleif Rasmussen og Pauli i Sandagerði eru viðurkend aðrastaðni enn i Føroyum , og føroyskar fløgur koma ut i storum tali. Tað er ikki sum fyrr. Ta gjørdu føroyingar litið við ljoðføri, onkur skulalærari atti eina violin, onkur sjomaður eina harmoniku, tað var alt. Men so við og við vaks ahugin, folk foru at læra seg at spæla, orkestur vorðu skipað, musikkskularnir komu til, og nu taka nyggir tonleikabolkar seg upp i heilum og allastaðni i landinum. Samstundis eru hornorkestrini og korini framvegis virkin um alt landið.

Føroyingar syngja saman meira enn onnur, verður sagt, og korsangurin er sum eitt framhald av gomlu kvøðingini. Tey eldru tonaskøldini sum Hans Jakup Højgaard og Jogvan Waagstein skrivaðu songløg og stjornaðu sjalvir korum. Yrkjarin Regin Dahl er eisini virkin sum tonaskald, menn hann skrivaði ongantið løgini niður. Korsangur verður eisini framførdur saman við ljoðførum, eitt nu a nyggjarskonsertunum hja Føroya Symfoniorkestri i Norðurlandahusinum .

Føroyskur sjonleikur [ rætta | rætta wikitekst ]

Fyrsta, vit vita um sjonleik i Føroyum , er fra ferðafrasøgn eftir Jens Christian Svabo i 1781 . Hann sigur fra, at embætismenninir i Torshavn stuttleika sær við at spæla sjonleik. Teir spældu leikir eftir norðmannin Ludvig Holberg, sum var vælumtoktur og kendur kommediurrithøvundur um alt Norðurevropa i 18. øld. Føroyskan sjonleik faa vit i tjoðarskapartiðini. Fyrsta avrikið var longu a føstulavint i 1889, beint eftir at Føroyingafelag varð stovnað. Ta voru tveir leikir frumsyndir, annar var Gunnar Havreki eftir Rasmus Effersøe og hin Veðurføst eftir Sonnu Helenu Patursson. I 1977 for sjonleikurin inn a eina nyggja kos, ta ein av fremstu leikstjorum okkara Eyðun Johannessen saman við øðrum stovnaði yrkisleikbolkin Grimu. Við hesum bolki hevur føroyskur sjonleikur vunnið nogv frama og er vorðin ein listagrein a høgum listaligum stigi.

Føroyskir filmar [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Føroyskir filmar

Føroyingar siggja utlendskan film , kanska serliga amerikanskan, bæði i biohøllum og i sjonvarpi. Einasti føroyski filmsleikstjornin, sum higartil hevur gjørt vart við seg, er Katrin Ottarsdottir . Filmar, hon hevur leikstjornað, eru m.a. Bye Bye Bluebird , Maðurin ið slapp at fara og Atlantic Rhapsody - 52 scener fra Torshavn . Føroyar hava eisini verið nyttar sum leiktjøld hja utlendskum filmsleikstjorum, m.a. i stora filminum eftir danska leikstjoran Niels Malmros , Barbara . Barbara byggir a skaldsøgu eftir Jørgen-Frantz Jacobsen . I hesum filmi voru nogvir føroyingar uppii, serliga sum statistar.

Føroysk list [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Føroysk list
Diðrikur i Karastovu (f. 25. juli 1802 - d. 8. oktober 1865 ) malaði ævintyrfuglar, sum hann nevndi manadugvur.

Tonleikur við ljoðførum kom seint til Føroya . Sama kann sigast um myndlistina. Elstu føroysku malningarnar, vit vita um, hevur Diðrikur i Karastovu av Skarvanesi gjørt um ar 1850 . Men teir fyrstu malararnir, sum Jogvan Waagstein og Niels Kruse , malaðu mest tað føroyska landslagið við sinum skiftandi ljosi og litum. I 1948 varð skipað fyri fyrstu almennu framsyningini av myndlist i Føroyum . Ta varð hildið, at kundi ein framsyning skipast annaðhvørt ar, so var væl vorðið. Nu eru framsyningarnar tættar, og eitt stort tal av listafolki skapa eina fjølbroytta føroyska myndlist.

Kendast eru listafolk sum t.d. Hans Pauli Olsen , Steffan Danielsen , Janus Kamban , Ingalvur av Reyni , Ruth Smith , Trondur Patursson , Zacharias Heinesen , Samal Joensen-Mikines og Thomas Arge . Hja teimum, sum nu mala, er føroyska landslagið fremvegis eitt høvuðsevni, men nu verður tað loyst sundur i litir og skap, so tað ikki kenst aftur beinleiðis. Sum við nutimans yrkingum og tonleiki verður meira og meira gjørt við at skapa obundnar og friar myndir.

Føroyskir rithøvundar [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Føroyskir rithøvundar
William Heinesen (f. 15. januar 1900 - d. 12. mars 1991 ) er heimskendur sum rithøvundur. Skaldskapur hansara er tyddur til yvir 22 mal . Hann skrivaði ikki a føroyskum men a donskum.

Fosturlandssangirnir skuldu vekja folk og lata eyguni upp fyri ti goða og vakra i Føroyum . Tað friðsæla og vakra var eisini fremst i huganum a skaldinum Hans Andreasi Djurhuus , sum skrivaði ævintyr, sjonleikir , søgur og nogvar sangir, serliga barnasangir. Men skaldskapurin broyttist, og i 1914 gav beiggi hansara, J.H.O. Djurhuus , ut fyrstu føroysku yrkingarnar, sum ikki voru ætlaðar at syngja. Tær skuldu lesast og lysa kenslurnar hja skaldinum sjalvum. Um ar 1900 vorðu føddir fleiri av okkara størstu rithøvundum. Poul F. Joensen i Sumba , William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen i Torshavn , Christian Matras a Viðareiði , Heðin Bru i Skalavik og Martin Joensen i Sandvik .

Best siggja vit ta broyttu tiðina aftur i yrkingasøvnum, sum nu komu ut. Tær eldru yrkingarnar høvdu rim og eitt fast snið. Tann fria nutiðaryrkingin er heilt øðrvisi. Nu sleppur hugurin at reika og fara ut um vanlig mørk, og yrkjarin roynir at seta myndir saman til eina sterka, personliga kenslu. Her kunnu nevnast nyskapandi yrkjarar sum til dømis Joanes Nielsen , Roi Patursson , Guðrið Helmsdal og Steinbjørn B. Jacobsen .

Føroyskir miðlar [ rætta | rætta wikitekst ]

Fjølmiðlarnir hava fingið storan tydning i okkara mentan. I 1959 kom Utvarp Føroya aftur at bløðunum, og i 1984 for Sjonvarp Føroya at senda. Fjølmiðlarnir bera tiðindi og lysa viðurskifti i okkara samfelagi. Nu eru eisini teldurnar komnar, og nu sita ung og børn og leggja sinar tankar ut a netið, siga fra um seg sjalv og koma i samband við allan heimin. Samstundis sita ungdomar og lurta eftir tonleiki ur øllum heimspørtum.