Deyðarevsing

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Deyðarevsing kort (tryst a myndini).

Deyðarevsing er revsing við livlati. 133 ST-limalond hava avtikið nytslu av deyðarevsing antin i praksis ella umvegis loggavu. Bert 25 lond framdu avrættingar i 2006 , og bert seks lond stoðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi voru: Iran , sum avrættaði i minsta lagi 177 folk, harimillum fyra ungdomar; Irak , sum avrættaði i minsta lagi 65 folk, harimillum ein ungdom; Sudan i minsta lagi 65 folk; Pakistan i minsta lagi 82 folk; USA 53 folk og Kina , sum avrættaði i minsta lagi 1010 folk. Avrættingar verða mettar at vera rikisloyndarmal i Kina og ti eru veruligu tølini nogv hægri, umleið 8000 avrættingar arliga.

Iran hevur undirskrivað altjoða sattmalan um sivil og politisk rættindi og altjoða sattmalan um barnarættindi og hevur harvið pliktað seg til ikki at avrætta personar fyri brotsverk, ið personarnir framdu, ta hesir voru undir 18 ar. Hoast hetta hevur Amnesty International siðani 1990 skjalprogvað i minsta lagi 18 avrættingar av gerningsmonnum, ið voru undir 18 ar, ta ið brotsverkini vorðu framd. Bert i 2005 avrættaði Iran i minsta lagi 8 personar, ið voru undir 18 ar.

Hvitarussland er einasta land i Evropa , sum framhaldandi nytur deyðarevsing. I Miðasia er rakið somuleiðis við at venda, og alt fleiri lond avtaka deyðarevsing. I juni 2007 avtok Kirgisia deyðarevsing fyri vanlig brotsverk, og i Kasakstan hevur deyðarevsing ikki verið nytt siðani 2003 .

Elektriskur stolur.

I Afrika voru 23 avrættingar i 2011 . Fleiri afrikonsk lond hava longu avtikið deyðarevsing. Av teimum 53 londunum i Afriku hava 12 lond heilt avtikið deyðarevsing. Senegal avtok til dømis deyðarevsing i 2004 , Filabeinsstrondin i 2000 , Suðurafrika i 1997 og Angola i 1992 . Lond sum Mali , Algeria , Niger og Sambia teljast millum tey 14 londini, sum ikki hava framt nakra avrætting seinastu 10 arini, hoast tey formliga ikki hava avtikið deyðarevsing. Tað eru sostatt helmingurin, 27 afrikonsk lond, sum enn fremja avrættingar.

Sambandsriki Amerika er einasta landi a amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað folk siðani 2003 . Tær 43 avrættingarnar, ið vorðu framdar i 2011 i USA , eru lægsta talið av avrættingum siðani mitt i 1990-unum .

A Filipsoyggjunum varð deyðarevsing avtikin i 2006 og tað eru somuleiðis onnur framstig at homa i Asia . Kina , ið hevur heimsmet i deyðarevsing, hevur tikið deyðarevsing upp til kjak og væntað verður, at talið av avrættingum fer at minka við 20?30 % i Kina komandi arini.

I 1706 vorðu tvey halvsystkin, litið meira enn børn, halshøgd i Torshavn fyri bloðskemd, og hetta gjørdist samstundis seinasta deyðarevsind i Føroyum . Deyðadomur i friðartið varð avtikin i Føroyum við gildissetingini av borgaraligu revsilogini fra 1930 .

Tey londini sum i 2010 høvdu flestar avrættingar [ rætta | rætta wikitekst ]

Land Avrættingar
1 Fólkalýðveldið Kina Folkalyðveldið Kina 6000+
2 Iran Iran 252+
3 Norðurkorea Norðurkorea 60+
4 Yemen Jemen 53+
5 USA USA 46
6 Saudi Arabia Saudiarabia 27+
7 Libya Libya 18+
8 Sýria Syria 17+
9 Somalia Somalia 8+
10 Sudan Sudan 8+
11 Bangladesj Bangladesj 7+
12 Palestina Palestina 5
13 Egyptaland Egyptaland 4
14 Ekvatorguinea Ekvatorguinea 4+
15 Taivan Teivan 4
16 Hvítarussland Hvitarussland 2
17 Japan Japan 2
18 Irak Irak 1+
19 Malaysia Maleisia 1+
20 Barein Barein 1
21 Botsvana Botsvana 1

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]


Avisingar uteftir [ rætta | rætta wikitekst ]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið