한국   대만   중국   일본 
Dalur - Wikipedia Jump to content

Dalur

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Dalur
Dal ( danskt )
Bygd
Dalur
Dalur
Land   Føroyar
Sysla Sandoya sysla
Oyggj Sandoy
Kommuna Husavikar kommuna
Ibugvar 34 (2015) [1]
Postnummur FO-235
Markatal 23-00-00 mk.gl.sk.
Dalur a frimerki 2006

Dalur er ein bygd i Sandoy . Dalur er syðsta bygdin i oynni og litil bygd, 35 folk ( 2015 ), men hagin er goður, og serliga feitilendið Skorin syðst a oynni. Har byggir nogvur lundi, og hann ger, at groðurin er nogvur, og verður seyðurin ti sera goður. Dalur er gomul bygd og sæst i gomlum skjølum, at hon eisini varð nevnd Varmadalur , men hon er neyvan so gomul sum hinar baðar eysturbygdirnar. Hon hevur ligið sera avskorin og fekk ikki vegasamband fyrr enn i 1963 . Vegurin liggur gjøgnum eina bratta lið, og grot og skriðulop oman a vegin eru ikki sjaldsom fyribrigdi. I fleiri ar hevur talan verið um at bora tunnil gjøgnum fjallið millum Husavik og Dal. Bygdin fekk kirkju i 1957 , og homast hon høgrumegin a frimerkinum. I 2007 bleiv kirkjan sett i stand og er nu eisini handikapvinarlig. I Dali er eisini eitt bygdarhus, ið nevnist Eiriksgarður ; tað bleiv utbygt i 2007 , og nu er nogv meira plass hja dalbingum at dansa føroyskan dans og annað undirhaldandi.

Dalur er fyrndarbygd. Gomul søgn sigur, at ta sottin svarta herjaði i Føroyum , varð Dalsbygd eisini rakt. Og sagt verður, at fyri sottina svørtu var bygdin sunnan fyri Sora , sum rennur mitt oman gjøgnum dalin. Eftir sottina varð flutt norður um anna, ti eingin matti byggja aftur har, sum bygdin hevði verið og sottin herjað, ti oeydna skuldi spyrjast ur. Hoast Dalur er ein av okkara elstu bygdum, eru hvørki fornleivdir ella staðarnøvn, sum benda a, at nakar kristin halgidomur (bønhus) hevur verið her i gomlum døgum.


Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Hagstova.fo


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið