Amerikanska Samoa

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
S?moa Amelika
American Samoa
Flagg Amerikanska Sámoa
( Flagg Amerikanska Samoa)
Skjaldarmerki Amerikanska Sámoa
( Skjaldarmerki Amerikanska Samoa)
Tjoðarslagorð: "Samoa, Muamua Le Atua" ( samoskt )
"Samoa, Let God Be First" ( enskt )
Tjoðsangur : The Star-Spangled Banner
Alment mal Samoskt og enskt
Høvuðsstaður Pago Pago
Forseti Joe Biden
Guvernørur Lemanu Peleti Mauga ( D )
Fullveldi Onki 1
Vidd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
199 km²
0,0 %
Ibugvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
54 517
326/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari ($)
Tiðarøki UTC -11
Økisnavn a alnetinum .as
Telefonkota +1684
1 Amerikanska Samoa hevur sjalvstyri, men er undir amerikonskum yvirræði.

Amerikanska Samoa ( samoskt [1] : S?moa Amelika ella Amerika S?moa, enskt : American Samoa) er eitt litið amerikanskt oyggjaland i Kyrrahavinum . Oyggjabolkurin er annar av teimum tveimum oyggjabolkunum, sum mynda Samoaoyggjarnar i Polynesia . Amerikanska Samoa er eystasta oyggin i oyggjabolkinum. Lyðveldið Samoa liggur eisini i oyggjabolkinum. Amerikanska Samoa er umleið miðskeiðis millum Hawaii og New Zealand . Oyggjarnar eru partur av USA og liggja 900 km norðanfyri Tonga , 100 km eystanfyri Lyðveldið Samoa og 500 km sunnan fyri Tokelau .??

Amerikanska Samoa gjørdist amerikanskt hjaland i 1899, og hevur siðan hoyrt til Sameindu Statirnir , burtursæð fra styttri tiðarskeiðum, har ið oyggin var hersett av Tysklandi . Ta ið niðurlendingar komu til oyggjarnar i 1722, voru tær so tætt skogvaksnar, at næstan ikki var framkomandi. I dag eru storir partar av oynni dyrkaðar, men tað eru enn fleiri øki, sum eru orørd, m.a. National Park of American Samoa . Hesi økið eru sera ymisk. Høg ber fjøll, onnur fjøll eru vaksin við frumskogar liknandi vøkstri. Skogarklædda fjallalandslagið likist nogv ti i grannalandinum Lyðveldið Samoa fyri vestan. Ibugvarnir eru av polynesiskum uppruna, men eisini er ein hvitur minniluti.??

Amerikanska Samoa er partur av USA, og folkið, har byr, er sostatt amerikanar. Oyggjarnar hava sitt egna ting og guvernør; teir hava eitt ting, sum smiðar logir, og ger egna figgjarlog. Men uttanrikismal verða umsitin i District of Columbia . Oyggjabugvar senda umboð til tjoðartingið i Washington DC . Gjaldoyrað, ið nytt verður, er amerikanskur dollari (USD). Almenn mal eru enskt og samoskt, sum er eitt polynesiskt mal.

Buskapur [ rætta | rætta wikitekst ]

A Amerikanska Samoa er fiskivinnan høvuðsvinnan; i dag er Amerikanska Samoa tann mest framkomni parturin av Samoaoyggjum , fyrst og fremst vegna fiskivinnuna. Buskaparliga er Amerikanska Samoa tættt knytt at Sambansrikinum Amerika og fær meginpartin av inntøkum sinum haðan. [2] Hetta hevur við sær, at huskorini eru imillum tey bestu i Osiania. Hoast Samoa hevur heimild til at krevja inn skatt og ongar figgjarligar skyldur hevur USA bundið seg til framhaldandi at veita Samoa neyðuga figgjarliga hjalp. Ferðavinnan er eisini gomul, men hendan tok rættuligt dik a seg, ta ið tann sokallaða charterflugvingin byrjaði i 1960-arinum .

Landafrøði [ rætta | rætta wikitekst ]

Pago Pago er kendur fyri at vera byurin, har tað regnar einamest i øllum heiminum. [3]

Oyggjarnar liggja i Polynesia i Kyrrahavinum, einar 100 km eystur ur Lyðveldinum Samoa og eru partur av Samoaoyggjunum . Pago Pago er høvuðsstaðurin i oyggjunum og liggur a oynni Tutuila , sum er tann størsta oyggin. A Amerikanska Samoa, sum er 199 ferkilometrar til støddar, bugva 54 517 folk og a Tutuila (142 ferkilometrar) 50 000, so folkatættleikin er høgur. A Tutuila er folkatættleikin uml. 400 folk fyri hvønn km², og i t.d. Streymoynna uml. 60 folk fyri hvønn km². Amerikanska Samoa (199 ferkilometrar) er nakað størri enn Vagar , sum er 177 km². Tað vil siga, at Føroyar eru 7 ferðir størri enn Amerikanskt Samoa. Sjey oyggjar eru i landinum. [4] Oyggjabolkurin hevur fleiri befolkaðar og obefolkaðar oyggjar; tær størstu av Amerikonsku Samoaoyggjunum eru Tutuila, Aunu'u, Ofu, Olosega og Ta’u. Av teimum er oyggin Tutuila størsti parturin og har tað bugva flest folk; 95 prosent av folkatalinum i 2014 bugva a Tutuila. Motu O Manu (Rose Atoll) er einasta oyggj i Amerikanskum Samoa, har ongi folk bugva.

Oyggjabolkurin er av vulkanskum uppruna. Hjalandið hevur eitt sera tropiskt veðurlag við miðalhita ið liggur a umleið 29 °C alt arið [5] , og sum minnir nogv um veðurlagið a Hawaiioyggjunum . Kaldasta tiðin er fra november til april , og hetta tiðarskeiði verða oyggjarnar onkuntið raktar av tropiskum odnum . A oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nu er bara eitt, sum ger um seg. Mesta regnið er fra januar til mars . [6]

Myndir [ rætta | rætta wikitekst ]

Kelda [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. "Archive copy" . http://www.malrad.fo/page.php?l=fo&Id=97&s131=S . Heintað 2014-11-30 .  
  2. https://snl.no/Amerikansk_Samoa
  3. Atkinson, Brett and Charles Rawlings-Way (2016).  Lonely Planet Rarotonga, Samoa & Tonga (Travel Guide) . Lonely Planet. Siða 147.  ISBN 9781786572172 .
  4. http://www.sydhav.no/Amerikansk%20Samoa/fakta.htm
  5. http://www.samoa.travel/about/a5/Practical-Information
  6. http://www.prh.noaa.gov/peac/peu/2012_1st/american_samoa.php [ deyð leinkja ]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið