한국   대만   중국   일본 
Svøriki - Wikipedia
Konungariket Sverige
Kongsriki Svøriki
Flagg Svøríki
( Flagg Svøriki)
Skjaldarmerki Svøríki
( Skjaldarmerki Svøriki)
Tjoðarslagorð: For Sverige i tiden
Tjoðsangur : Du gamla, du fria
Alment mal Svenskt
Høvuðsstaður Stokkholmur
Kongur Carl XVI Gustav
Forsætisraðharri Ulf Kristersson
Fullveldi 1523
Vidd
?- tilsamans
?- vøtn (%)
 
450 295 km²
8,37
Ibugvar
?- tilsamans 2021
?- tættleiki
 
10,402,070
25/km²
Gjaldoyra Svensk krona (SEK)
Tiðarøki UTC +1
Økisnavn a alnetinum .se
Telefonkota +46

Svøriki ( svenskt : Sverige ) er kongariki i Norðurevropa . I norðri hevur Svøriki mark við Finnland , og i vesturi við Noreg . Høvuðsstaður er Stokkholmur . Storir partar av Svøriki eru skogvaksnir, og har eru mong vøtn, ti at skriðjøklarnir grovu djupar lægdir i landið seinastu istið. Stor fjallalendi eru i Svøriki. Miðallivsævin i landinum er 81,89 og 1?% av folkinum eru ikki lesifør [1] .

I øldir var Finnland undir svenskum yvirvaldi. Ta ið sviar taptu kriggið við russar 1808-1809, mattu teir lata russum Aland og Finnland.

 
Gustav Vasa gjørdi uppreistur moti Kristian II , ið var kongur av Skandinavia i Kalmarsamveldinum . Svøriki varð ta sjalvstøðugt land og Kalmarsamveldið fall.

Aftana vikingatiðina , brukti Svøriki nakrar øldir at berjast við grannarnar, mest við Danmark . Handilsferðir og ransferðir svia logu eystureftir og suðureftir aunum lika suður i Konstantinopel . Eftir drugt strið við russiska rikið i Novgorod kom meginparturin av Finnlandi i 1323 undir Svøriki. Ur Svøriki var væl av folki farið til Finnlands og hevði busett seg fram við sjonum i vikingatiðini. Finnlendingar fingu undir svenskum ræði høvi til at varðveita tjoðskap sin. Finski aðalin var við i styrinum. Magnus Eiriksson var Noregs kongur og kongur i syðra parti av Svøriki til 1355. Sonur hansara, Hakun 6. , tok við norska kongsvaldinum og giftist við donsku kongsdotrini Margretu I . Magnus Eiriksson misti svenska kongsvaldið, og annar varð settur istaðin. Sonur Hakunar og Margretu, Olavur , var kosin kongur i Danmark eftir Valdemark Atterdag , faðir Margretu. Av ti at Olavur var smadrongur, tok moðir hansara, Margreta 1., við ræði. Hon kravdi, at Olavur fekk svenska kongsvaldið, ti hann var borin til tess. Hon fekk viðhald og fekk suðurpartin av Svøriki undir seg. Ætlan hennara var at savna skandinavisku londini, og tað eydnaðist henni eftir sigur a svium i 1389. Hon studdi seg til sterka danaveldið og fekk undirtøku av svenska aðalinum, sum av ognarorsøkum og ættarbondum var traur eftir friði millum norrønu rikini.

Kalmarsamveldið

rætta

Høvuðsgrein: Kalmarsamveldið

Undir Margretu drotning voru øll Norðurlond savnað saman i eitt riki: Svøriki við skattlondunum Finnlandi og Alandi , Noreg við skattlondunum Islandi og Føroyum og Danmark. Hetta verður nevnt Kalmarsamgongan . I 1397 fekk drotningin, sum hevði oført politiskt hegni, øll try rikini at samtykkja a stormannafundi i Kalmar at lata ein av ættarmonnum sinum, Eirik av Pommern , kryna til kong Norðurlanda. Eirikur av Pommern var ikki so heppin i raðum sum ommusystrin, Margreta drotning. Hann fekk sviar imoti sær og matti lata sær lynda at vera kongur i rikjunum uttan storvegis kongsvald. Soni Eirikurs, Kristoffuri , gekst betur; men ta ið hann doyði ungur i 1448, tok Svøriki seg burtur ur samgonguni. Fyrst i 16. øld var Svøriki aftur uppi i samgonguni. Kristian 2. bardi svenska motstøðu ikki við mykindum niður. Men i 1523 eydnaðist svium at slita seg leysar. Ein mansaldur seinni leikaði harðrent kriggj a milllum brøðrarikini (1563-1570) Danmark-Noreg moti Svøriki um harradømið fyri norðan. Javnbjoðis voru rikini, og ta ið striðið at enda hæsaði av, var illvilji og figgindaskapur lagdur millum ættarfolkini fleiri øldir fram.

Stora norðurlendska kriggið

rætta
 
Svenska storveldið 1611-1815.

Svøriki og Danmørk kappaðust um valdið i Norðurlondum , og mong kriggj gjørdu, at danskir og norskir landspartar vorðu latnir Svøriki. Fyrst i? 18. øld ?hevði danski-norski kongurin i hyggju at taka hesar landspartar aftur, men svenski kongurin? Karl 12. ?royndi at leggja enn meiri undir seg. I mong ar hevði hann verið i kriggi i? Russlandi ,? Tysklandi ?og? Pollandi ?fyri at vinna a londunum sunnanfyri? Eystarasalt , men at enda varð hann noyddur at taka seg aftur til Svørikis. Landið var fatækt og utarmað, nu ið tað so leingi hevði latið hermenn, mat, vapn og klæði. Hoast hetta eydnaðist Karli at faa nyggjan her a føtur til tess at leypa a Noreg . Svenskir hermenn herjaðu a Noreg tvær ferðir - i 1716 og 1718. A ti fyrstu herferðini tok Karl 12. byin Oslo , men hann megnaði ikki at taka skansan a Akurshusi. Ta ið svensku hermenninir skuldu fara um Norðurmørkina við Oslo fyri at koma aftanifra a norsku herdeildirnar við Drammen , stoðu bøndur ur Hadelandi fyri teimim. Ta ið sviar komu til Norðurhov i Ringariki, lupu norskir hermenn a teir a natt og beindu fyri teimum flestu. Teir, ið sluppu undan við livinum, vorðu tiknir fangar.

Eftir henda osigur gjørdi Karl 12. alt fyri at taka kenda skansan Friðriksstein , men ta ið sviar komu til byin, setti byarfolkið eld a 330 hus at forða svium at nyta byin til skansa. Norska sjohetjan Peter Wessel (Tordenskjold), sum var 26 ara gamal um hetta mundið, herjaði nu við skipum sinum a utgerðarflotan hja Karli 12. Tað gjørdi hann i Dynekilen við svenska byin Stromstad . I bardaganum við Dynekilen varð Tordenskjold sjalvur a fregattini Hvitu Ørn, sum hann fyrr hevði tikið fra svium. Ta ið sviar høvdu tapt við Dynekilen, gingu tvey ar, til Karl 12. fekk nyggjan her a føtur. Sviar voru lugvaðir og orkaðu ikki longur at hugsa um kriggj, men Karl 12. gavst ikki so. Hann ætlaði nu við 48,000 monnum at leggja a Noreg. Fyrst skuldi skansin Friðriksstein verða tikin. Sviar otaðu seg longri og longri inn at skansanum. Tað hevði eydnast teimum at taka allar teir smau skansarnar. Men eitt kvøldið i desembur for kongur ut i skotgravirnar at kanna støðuna. Bradliga hoknaði hann niður. Eingin veit, hvør skeyt, men tað er nogv, sum bendir a, at sviar sjalvir beindu fyri honum. Stutt eftir, at kongur var deyður, var herurin, sum Karl 12. hevði sent til Trondheims , fyri storari vanlukku. Teir høvdu herjað og rænt i bygdunum har um vegir, men høvdu ikki megnað at tikið Trondheim. Ta ið svenski herovastin Carl Gustaf Armfeldt fekk vita, at kongur var fallin við Friðriksstein, for hann við monnum sinum um fjøllini ur Tydali. Men øgiligt odnarveður kom a teir, og fleiri tusund hermenn doyðu i kavarokinum.

Felagsskapurin millum?Svøriki og Noreg

rætta
 
Samraðingarnar i Karlstad , 1905.

Danmark-Noreg voru i ti partinum, sum tapti i evropeiska krignum i 1814. Svøriki afturimoti var saman við sigurharrunum og kravdi i Kilarsattmalanum, at Danmark læt Noreg fra sær. Noreg setti seg imoti og royndi at seta frælst riki a stovn, men varð noytt i samgongu við Svøriki. Hesi viðurskiftini vorðu formliga og løgfrøðiliga skipað við teirri sonevndu Riksakt i 1815, samtykt av norska stortinginum og svenska rikisdegnum . I 1818 doyði Karl XIII , og trunfylgjarin gjørdist kongur undir navninum Karl XIV Johan . Hann varð kryndur i Stokkholmi 11. mai sum svenskur kongur og sum Noregs kongur i domkirkjuni i Niðarosi 7. september. I november manaði i 1816 kravdi svenski sendiharrin i Keypmannahavn av danska forsætisraðharranum, Rosenkrantz, at hitt norska ljonið varð tikið ur ti danska rikisvapninum. Danir vildu to ikki gera hetta, fyrr enn spurningurin um uppgerðina av rikisskuldini var endaliga avgreiddur. I september 1819 voru hesir spurningar greiddir, og rikisvapnið uttan norska ljonið skuldi nytast fra nyggjarinum 1820.

Sambandið millum Svøriki og Noreg , sum kom i lag i 1814, kom mest at likjast einum hjunalagi, har partarnir sita illa um satt. Sviar og norðmenn hildu so ogvuliga ymist um samgonguna. Kongur og sviar vildu knyta londini fastari at hvørjum øðrum, meðan norðmenn hildu, at sambandið var noytt inn a teir, og teir vildu ti hava sum minst at gera við Svøriki. Sum arini liðu, var ein støðug togan millum norska Stortingið og kongin um ymsi mal. Fra 1890 og arini frameftir togaðust teir um umboðan Noregs i utheiminum, og Noreg vildi eisini hava raðharra fyri seg sjalvan at avgreiða uttanrikismal sini. At enda jattaði svenska rikisstyrið hetta, men við treytum, sum norðmenn ikki vildu goðtaka. Oddamenninir norskumegin voru Christian Michelsen , ið var forsætisraðharri, og stortingsmaðurin Jørgen Løvland . Teir boðaðu til fundar i Stortinginum 7. juni 1905. A fundinum samtykti Stortingið at siga sattmalan upp við Svøriki. Kongurin motmælti, og sviar gjørdust harmir. Men fyri at kanna, hvat folkið helt um sattmalaslitið, varð folkaatkvøða hildin um alt Noregs land. Og utslitið var, at 99,9% atkvøddu fyri og 0,0% (184) imoti samtyktini. Sendimenn fra svensku og norsku stjornini møttust siðan til samraðingar i Karlstad 31. august 1905. Imeðan logu svensk og norsk herlið hvør sinu megin markið til reiðar at fara i bardaga. Kring landið var krigsottin storur. Svenski arbeiðaraflokkurin royndi sitt itarsta at sissa partarnar. Og tey, ið virkaðu fyri satt og semju, voru við yvirlutan. Frøin gjørdist stor, ta ið boðini komu, at semja var fingin i lag. Stortingið heitti a svenska kongshusið at faa kongsson haðani. Svenski kongurin sytti hesum. Kongsvalið varð so boðið Carli , prinsi av Danmark .

Politikkur

rætta

Ta ið røtt verður um samfelagsliga vælferðarskipan, sum vissar øllum borgarum landsins mannsømilig kor, hevur Svøriki verið undangonguland. Barnaansingarstovnar, sjukrahus og ellisheim eru fragera goð. Vinnuloysið hevur verið eitt hitt lægsta i Evropa , men tað er vaksið nogv i buskaparkreppuni i 1990-arunum . Nu a døgum er 6,1?% av folkinum arbeiðsleys. At halda hesari vælferðarskipan uppi gjalda sviar nogvan skatt. Sparingar, ið buskaparkreppan i 1990-arunum hevur verið atvold til, hava skert tær almennu veitingarnar.

Sviar leggja sær nær at fara væl um umhvørvið og hava eisini gjørt nogv burtur ur at varðveita søguligar bygningar. Mong friðað øki eru i Svøriki, og nakrir av størstu tjoðargørðunum i Evropa eru i fjallalendinum i Norðursvøriki. Sviar tala nogv um, at air og vøtn verða dalkað , og Svøriki hevur gingið undan i striðnum at minka dalkingina i Eystarasalti . Svøriki hevur eisini avmarkað idnaðarutbygging ymsastaðni fram við strondini. Storur dentur verður lagdur a at skilja burturkast og husarhaldsrusk, og Svøriki ger nogv burtur ur endurnytslu.

Svøriki er fyrsta landið i heiminum i 1972, sum letur transpersonar alment skifta kyn og gevur teimum okeypis viðgerð til endamalið. Svøriki fær skrasett parlag i 1995. Hetta verður broytt til hjunalag i 2009, og samstundis sleppa samkynd at ættleiða børn.

Folkið

rætta

Ikki er ovanligt, at svensk huski eiga summarhus - 600 000 summarhus eru i Svøriki. Tey eru bygd ur viði, ofta reyðmalað, og standa niðri við strondina, við vøtnini, i skogunum ella uppi i fjøllunum. Her kunnu troytt byarfolk taka sær av løttum i vikuskiftunum og fritiðini. Vanligt er eisini at leiga utlendskum ferðafolki husini. Mong utlendsk ferðafolk koma til Svørikis, helst um summarið.

Tilflyting

rætta
 
I Rinkeby , sum er ein forstaður i Stockholm , bugva umleið 17.000 folk. Umleið 9 av 10 av teimum eru av utlendskum uppruna. [2] [3]

Siðan 1970-arini er Svøriki vorðið alt meiri fjølmentað samfelag; hesi seinastu aratiggjuni hevur verið ein sera stor tilflyting ur Miðeystri , Jugoslavia og londum i Asia og Afrika . [4] I Svøriki eru umleið 20 prosent av ibugvunum tilflytarar ella hava foreldur, ið eru tilflytarar. Næstan ein triðingur av tilflytarunum er ur Finnlandi , og næststørsti bolkurin er tilflytarar ur teimum londum, sum aður voru Jugoslavia . Meginparturin av tilflytarunum byr i storbyunum, serliga i avisum forstøðum, t.d. Rosengard og Rinkeby . [5] Tilflytingin tok av alvara dik a seg i 1970-arunum. Til­flyt­arar komu fyrst og fremst fyri at arbeiða a verksmiðjum, ti storur tørvur var a arbeiðsmegi. Nu a døgum eru tað fyrst og fremst flottafolk , sum koma til Skandinavia . Onnur koma, ti at tey longu hava skyldfolk i landinum. [6] [7]

Øll londini i Skandinavia , Svøriki undantikið, seta krøv um mal - og samfelagskunnleika til rikisborgararætt. Svøriki loyvir harafturat dupultan rikisborgararætt. Møguleiki er at faa rikisborgararætt eftir at bara hava buð i Svøriki i fimm ar. [8] Tað almenna kravið i Danmark er, at viðkomandi skal hava buð i Danska rikinum i minsta lagi 9 ar. Danmark (og Norra ) loyvir ikki dupultan rikisborgararætt, t.e. at utlendingar er rikisborgari i Danmark og i gamla landinum samstundis. Svøriki setur hvørki malslig krøv ella krøv til at viðkomandi skal hava verið við i innleiðsluskeiðum, ta ið rikisborgararættur verður givin. Svøriki hevur eitt innleiðslutilboð til nyggjar utlendingar; utlendingurin fær tilboð um undirvising i mali, samfelagslæru og lærir um arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Svøriki hevur smiðað logirnar soleiðis, at borgarlig og sosial rættindi eru tey somu fyri utlendingar sum fyri landsins borgarar. I flestu øðrum londum i Evropa eru tey sosialu rættindini ikki eins goð fyri utlendingar, sum fyri triðjalandsborgarar, serliga um talan ikki er um flottafolk . Ta ið ein personur er fluttur til Svørikis er ongin rættarligur munur a viðurskiftinum millum hann og ein svenskara. [9] Øll londini i Skandinavia , uttan Svøriki, hava eisini okkurt forsyrgjarakrav, ta ið søkt verður um familjusameining við ein hjunafelaga. [10]

Svøriki hevur m.a. tikið imoti fleiri flottafolkum ur Irak enn USA og Kanada tilsamans. [11] [12] [13] I Svøriki eru umleið 1,3 prosent av ibugvunum tilflytarar ur Irak . [14] I dag bugva einar 400.000 muslimar i Svøriki. [15]

Svensku Demokratarnir , sum eru sera atfinningarsamir moti tilflytarum, eru triði størsti flokkur i rikisdegnum i 2014. Flokkurin fekk 13 prosent av atkvøðunum i 2014, og tað er meiri enn tvær ferðir so nogv sum a valinum i 2010. Men eingin vil samstarva við Svørikis-Demokratarnar, hvørki tey reyðu - ella borgarligu flokkarnir. [16]

Mentan

rætta
 
Landslutir i Svøriki.

Tjoðardagurin er til minnis um tann dagin, ta Gustav Vasa varð valdur til svenskan kong i 1523 ? og Svøriki gjørdist sjalvstøðugt land, og um stjornarskipanina fra 1809 (sum var i gildi fram til 1974). Hesar hendingar foru baðar fram 6. juni. Fyrr var 6. juni bara hildin sum "svenska flaggans dag", og tað var ikki fyrr enn i 1983, at dagurin fekk støðu sum tjoðardagur. Siðani 2005 hevur tjoðardagurin verið halgidagur.

Svenski serrætturin "smorgasbord" er annað enn bugvið borð við smurdum breyði. Vanliga er henda maltið stort borð við alskyns sløgum av køldum og flogvum viðskera, sum verður etin aftur við breyði, til dømis av sild, laksi, skelfiski, flogfenaði, eggi, osti, viðskera ur kjøti og grønmeti.

Landfrøði

rætta

Svøriki er imillum Noreg og Finnland i Norðurevropa . Svøriki er partur av Skandinavia og Norðurlond . Norðari partur er skogvaksin og kaldur, syðri partur er gott landbunaðarlendi, og har byr meginparturin av svenska folkinum. Landið er 1 574 km langt, 499 km, har tað er breiðast, og er fjorðstørsta land i Vesturevropa .

Buskapur

rætta

Svøriki hevur mong ar a baki sum idnaðarland, hevur væl utbugvið folk a øllum økjum, og er imillum framkomnastu idnaðarlond i heiminum. Skandinavisku londini og Finnland eru gitin fyri einføldu og reinu sniðini a ti, tey gera, eitt snið, sum er væl umtokt aðrastaðni. Svenskir sniðskaparar komu sær serliga fram i 1960-arunum . Vælumtokt snið hevur gjørt, at svenskir bilar, til dømis Saab og Volvo , ravmagnsamboð, klædnavørur, glasvørur og husbuni ur svenskum nalaviði eru høgt i metum i utlondum. Svøriki utflutti i 2012 fyri 134.3 milliardir evrur, ella 32,9?% av BTU , ein øking a 8?% siðani 2008 [17] . Hetta leggur Svøriki a odda viðvikjandi vøruutflutninginum i norði, men Noreg er næststørsti utflytarin av vørum við 124 milliardum evrum.

Myndir

rætta

Hygg eisini at

rætta

Keldur

rætta
  1. "Archive copy" . https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/sw.html . Heintað 2014-03-31 .  
  2. http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002
  3. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/sverige/arbeidsloeshet-skaper-uro-i-sverige/a/10008544/
  4. http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark
  5. http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002
  6. http://www.norden.org/no/fakta-om-norden-1/befolkning
  7. http://www.nettavisen.no/na24/1-av-5-innvandrere-i-europa-ender-opp-i-sverige/8486866.html
  8. http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
  9. http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
  10. http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf
  11. http://www.thelocal.se/20080411/11040
  12. http://www.nbcnews.com/id/25004140/ns/world_news-europe/t/little-baghdad-thrives-sweden/#.VF_bClPF_Kk
  13. "Archive copy" . http://atlanticreview.org/archives/1054-Small-Town-in-Sweden-Accepted-More-Iraqi-Refugees-than-the-Entire-United-States.html . Heintað 2014-11-09 .  
  14. http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark
  15. https://snl.no/islam
  16. http://www.nrk.no/verden/sd-pa-frammarsj-i-sverige-1.11926209
  17. http://www.norden.org/en/news-and-events/news/sverige-aer-nordens-stoersta-varuexportoer

Avising uteftir

rætta


Sloðir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið