한국   대만   중국   일본 
Spania - Wikipedia
Kongsriki Spania
Reino de Espana
Flagg Spaniu
( Flagg Spaniu)
Skjaldarmerki Spaniu
( Skjaldarmerki Spaniu)
Tjoðarslagorð: Plus Ultra
Tjoðsangur : Marcha Real
Alment mal Spanskt
Høvuðsstaður Madrid
Kongur Filip VI
Forsætisraðharri Pedro Sanchez
Fullveldi 1516
Vidd
?- tilsamans
?- vøtn (%)
 
505.811 km²
1,04
Ibugvar
?- tilsamans 2014
?- tættleiki
 
46,704,314
87,2/km²
Gjaldoyra Evro (EUR)
Tiðarøki UTC +1, UTC +2
Økisnavn a alnetinum .es
Telefonkota +34

Spania ( spanskt ; Espana ) er eitt land i Suðurevropa . Høvuðsstaður er Madrid , og londinum hevur umleið 45 millionar ibugvar. Spania hevur mark við Andorra , Frakland , Gibraltar , Portugal og Marokko (fra Ceuta og Melilla ). Høvuðsmalið er spanskt .

Søga rætta

Fyrst i 11. øld var Spanianes lutað sundur imillum muslimsk riki sunnan fyri og i miðjuni og mong kristin kongsriki norðanfyri. I 1037 eydnaðist Fernando av Kastilia at fullfiggjað ta mal, papi hansara hevði sett sær; at taka grannarikið Leon . Men ikki fyrr enn i 1072 kendi sonur Fernandos Alfonso 6. seg so tryggan i sæti, at hann tordi at leggja a muslimsku rikini fyri sunnan. Striðið vardi i 400 ar, til siðsta muslimska kongsrikið, Granada , matti luta i 1492.

Try skip ur spanska rannsoknarflotanum, sum skuldu sigla kring jørðina við portugisiska sjofaranum Ferdinandi Magellan (1480-1521) sum høvuðsmanni, sigldu um tað ovurstora Kyrrahav . Tey komu fram a tvær smaar polynesiskar oyggjar a vegnum. Onnur var Pukapuka . At enda kom Magellan til Guam , størstu oynna a Marianoyggjum , ta var manningin illa fyri, og nogvir voru deyðir. 16. mars 1521 steig Magellan fotin a land a filipinsku oynni Samar , og nakrar vikur seinni drupu uppøst folk a oynni hann. Bara eitt skip við næsta sjoloytnanti Magellans, Sebastian del Cano (1486/1487-1526) sum skipara, kom heim aftur til Spania i september 1522, ta hevði tað fullført fyrstu siglingarferðina um knøttin. Og umsiðir var progvað, at jørðin var rund.

I 1931 noyddu spanskir lyðveldismenn Alfonso 13. kong i utlegd. Nyggja lyðveldisstjornin førdi sosialistiskan politikk og legði hald a goðseigarajørð og bytti ut til bøndur og avmarkaði valdið hja kirkjuni og herinum. A valinum i 1936 fekk Sosialistiska Folkafylkingin meiriluta. Ta gjørdu yvirmenn i spanska herinum, sum stuðlaðu fasistunum, uppreistur. Herovastin Francisco Franco gjørdist oddamaður teirra. Ræðuligt borgarakriggj brast a i landinum. Italia sendi herlið at hjalpa Franco , og Tyskland sendi honum hernaðarflogfør. Sovjetsamveldið sendi stjornini pening og vapn, men i mars 1939 hevði Franco tikið meginpartin av Spania. Hann gjørdist einaræðisharri, og bara ein flokkur, Falengeflokkurin , slapp at vera.

Eftir bloðugt borgarakriggj fra 1932-1939 tok einaræðisharrin Francisco Franco við og styrdi øll arini til 1975. Eftirmaður hansara, Juan Carlos kongur 1. , setti folkaræði aftur i gildi. Nu a døgum er Spania sterkt idnaðarland; mong folk arbeiða eisini i landbunaðinum, og ferðavinnan er i støðunum vøkstri. Størsta menningin og mesta virksemið er fram við strendurnar.

Mentan rætta

Matur rætta

Føroyar utfluttu i nogv ar klippfisk til Spania, har fiskurin varð nevndur bacalao . Spanska heitið gav eisini navn til flakavirkið i Havn við sama navni. Spaniar eta framvegis nogvan bacalao, men innflyta hann nu ur øðrum londum enn Føroyar .

Itrottur rætta

 
Summar-OL 1992 i Barcelona

I Spania hava folk spælt ymisk sløg av fotbolti heilt aftur til romverjatiðina. Siðan tiðliga i 20. øld hevur enska slagi av fotbolti, ið er tað slagi, ið føroyingar eisini best kenna, verið vælumtokt i Spania. Real Madrid C.F. og FC Barcelona eru millum heimsins kendastu og mest vinnandi feløg i heiminum. Spanska fotboltslandsliðið vann EM i fotbolti i 1964, 2008 og 2012 og HM i fotbolti i 2010 .

Aðrar itottagreinar ið eru væl umtoktar i Spania eru kurvaboltur , tennis , sukkling , hondboltur , futsal , motorsukklukappkoyring og, seinastu arini eisini Formula Eitt.

Politikkur rætta

Spania gjørdi saman við sameindum londum innras i Afghanistan i 2002. Siðan eru 22 spanskir hermenn deyðir i krigsherjaða landinum. I løtuni ( oktober 2009) eru 1.200 spanskir hermenn i Afghanistan.

Landafrøði rætta

 
Bilbao er tann størsti byurin i Baskaralandi . Har bugva umleið 350.000 folk.
 
Havnin i Gran Canaria a Kanarunum .

Tað mesta av Spania er ein turrur haslætti, men so eru kortini storar og veldyrkaðar fløtur uppimillum. Sunnan fyri Pyreneurnar er Ebrofløtan. Har er turt veðurlag, men ogvuliga heitt um summarið; um veturin kann kortini vera kavi. Har, sum tað ber til at veita vatn oman ur fjøllunum, er fløtan væl dyrkað. Vestan fyri fløtuna fram við Biscayavikini eru tey Kantabrisku fjøllini. Har a norðursiðuni fellur ogvuliga nogv regn niður, og har vaksa skogir av tundureik. Mitt i Spania er haslættin Castilia . Har er so turt og steikjandi heitt um summarið, at groðurin svidnar av. Um veturin kann tað vera kalt, og ikki so sjaldan kavar hann. I utnyrðingshorninum av haslættanum regnar kortini nakað, og har velta teir hopin av hveiti og rugi. Størstu airnar i Castilia eru Tajo og Duero , men tað er við teimum, sum við hinum sponsku aunum, um veturin standa tær a tremur, og um summarið kunna tær brukast sum vegir.?

Sunnan fyri Castilia i utsynningshorninum av Spania er vitt slættlendi, sum eitur Andalusia . Har er heitasta plassið i Spania. Nogvastaðni a fløtuni hava teir veitt vatn fra Guadalquivir og øðrum aum ut yvir bøin, og bøndurnir dyrka nogvar plantur , sum bert trivast i nogvum varma. Har vaksa m.a. mais , hveiti , vin og suðurfruktir. Eystan fyri Andalusia er fjallalendið Granada ; har siggjast nogvir vakrir bygningar fra teirri tiðini, ta ið maurarnir raddu yvir Suðurspania. Fram við Miðjarðarhavsstrondini eru nogvar smaar fløtur. Hesar fløtur, sum a sponskum kallast huertas , urtagarðarnir, eru besta jørðin i Spania. Heitt er bæði vetur og summar, og ur fjøllunum koma nogvar air, sum teir fra fornari tið hava veitt oman yvir bøin við teimum mongu frukttrøunum. Har vaksa bæði mandlur, sitronir, vindruir, olivur, appilsinir , fikur, abrikosur og dadlur, og teir heysta fleiri ferðir um arið.?

Allar sunnast i Spania eigur Storabretland ein litlan by, Gibraltar . I Atlantshavinum eigur Spania Kanarisku oyggjarnar .

Landslutir rætta

 
Landspartur i Spania.
  1. Galicia
  2. Asturias
  3. Kantabria
  4. Baskaland
  5. Navarre
  6. Aragon
  7. Katalonia
  8. Kastile og Leon
  9. La Rioja
  10. Madrid
  11. Ekstremadura
  12. Kastilla la Mancha
  13. Valencia
  14. Balearoyggjar
  15. Andalusia
  16. Murcia
  17. Kanarisku oyggjarnar
  18. ( Ceuta )
  19. ( Melilla )

Folkið rætta

Spania verður ofta sett i samband við fiesta og flamenko. Flestu folk eru katolikkar , og ta ið teir halda fiesta, er tað tiðum at minnast ymisk halgimenni; ta ganga teir skruðgongu, spæla tonleik og dansa.

Fleiri folkasløg við egnum mali og serstakari mentan eru i Spania. Malini eru fleiri, til dømis katalonskt , gæliskt og euskera . Baskar , ið bugva i Norðurspania og nakað inn i Frakland , tala euskera, sum als ikki er skilt við spanskt eins og hini bæði malini eru. Almenna malið i Spania er kastilianskt , og allir skulanæmingar læra tað, umframt enskt ella franskt .

Sponsk børn bera orð fyri at leggjast seint: tey eta litla maltið, ta ið tey koma ur skula, so spæla tey uttandura, til alt huskið fær sær natturða um niggjutiðina.

Buskapur rætta

 
Barcelona er høvuðsbyurin i økinum Katalonia, sum liggur i landsynningspartinum av Spania ut moti Miðalhavinum .

Landbunaður og fiskivinna voru grundarlagið undir spanska buskapinum . Nu a døgum er storur stalidnaður i landinum, meginparturin er miðsavnaður uttan um Barcelona . Har eru eisini nogvar bilverksmiðjur. I 1980-arunum komu nogvar elektroniskar og hatøkniligar verksmiðjur; nogv av ti figgjaðu utlendskar fyritøkur. Tydningarmestu landbunaðarvørurnar eru korn, oljuber, vinber og aldinfruktir, helst appilsinir ur fruktagoða lendinum við Sevilla .

Almenn skuld rætta

Buskaparkreppan er farin illa við Spania seinastu arini, og neyðugt hevur verið at siga nogvum folkum ur starvi, fyri at spara, samstundis sum neyðugt hevur verið at lænt storar peningaupphæddir, fyri at landið kann hora undan; spanski landskassin skyldar meir i 2014, sjalvt um stjornin hevur gjøgnumført krevjandi sparingar a figgjarlogini [1] . Skuldin var i 2013 komin uppa 960 milliardir evrur, ella umleið 8000 milliardir kronur. Hetta svarar til heili 94 prosent av bruttotjoðarurtøkuni , tað vil siga tað samlaða virði av ti sum landið framleiðir av vørum og tænastum. I 2012 var skuldi 86 prosent av BTU. Hetta sæst i tølum sum spanski miðbankin legði fram i mars 2014. Og framskrivingarnar hja bankanum eru onki bjartar, ti tey rokna við at skuldin i 2014 kemur at vera 99 prosent av BTU. I 2007 var skuldin 36,3 prosent av BTU. Men siðani kreppan rakti er skuldin vaksin javnt.

Arbeiðsloysi rætta

Talið av arbeiðsleysum veksur i Spania. 4,6 millionir spaniolar standa uttan arbeiði, har av 2 millionir eru kvinnur. Serliga tey ungu eru hart rakt. Við uml. 20?% arbeiðsloysi, er Spania landið við næsthægsta arbeiðsloysi i ES . Tað visa tøl fra sentralu hagtølunum hja ES , Eurostate . Uppa bert eitt ar er talið av arbeiðsleysum tvifaldað i Spania, og siðani 1. januar i 2010 er talið voksið við 300.000.

Arbeiðsloysi hevur ikki sæð svartari ut siðani 1997, skriva fleiri spanskir miðlar. Hoast hetta er forsætisraðharrin Jose Luis Rodriguez Zapatero optimistiskur. Zapatero roknar við, at talið av arbeiðsleysum hevur natt toppin, og at menningin fra nu av gongur rætta vegin. Hann peikar a, at spanska buskapurin vanliga gongur illa teir fyrstu manaðirnar av arinum, ti byggjuvinnan, landbrukið og ferðavinnan eru minni virkin hesa tiðina av arinum, men buskaparserfrøðingar eru ikki samdir við honum i hesum.

40,8?% av spanska ungdominum millum 15 og 30 ar, hevur einki arbeiði. Tilflytarar i landinum eru eisni hart raktir av kreppuni , sum rakti landið hart fyri tveimum arum siðani. Av teimum eru uml. 30?% arbeiðsleysir.

Ferðavinna rætta

Um 59 millionir ferðafolk koma til Spania a hvørjum ari at njota livið a vøkru, solljosu baðistrondunum og at siggja føgru, sjaldsomu byggifrøðilistina i byum sum Barcelona og Sevilla . Norðurevropeiskum ferðafolki damar best at fara til strendurnar við Costa del Sol , Costa Blanca (til dømis Torrevieja ) og Mallorka . Tarvafikting er vanligt undirhald i øllum storum byum.

Utlendsk ferðafolk i 2006 rætta

Ur Bretlandi Ur Tysklandi Ur Fraklandi Ur
Italia
Ur Niðurlond Ur Portugal Ur Belgia Ur Irlandi Ur
Sveis
Ur Svøriki Ur
USA
Ur Noregi
16.178.653 10.146.354 9.152.087 3.358.735 2.528.244 2.199.680 1.902.812 1.510.317 1.390.061 996.470 930.491 822.115

Myndir rætta

Keldur rætta

  1. "Archive copy" . http://www.dn.no/forsiden/borsMarked/article2781993.ece . Heintað 2014-03-17 .  

Si eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið