한국   대만   중국   일본 
Taylor Swift - Wikipedia Jump to content

Taylor Swift

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Taylor Swift
Mynd av Taylor Swift í einum cocktail kjóla
Fødd(ur) Taylor Alison Swift
( 1989-12-13 ) desember 13, 1989 (aldur 34)
West Reading, Pennsylvania , U.S.
Starv
  • Sangari-sangskrivari
  • framleiðari
  • leikstjori
  • vinnulivskvinna
  • sjonleikarinda
Virkin ar 2004?nu
Atrunaður Kristindomur
Skyldfolk
Virðislønir Full list
Tonleikayrkisleið
Uppruni Nashville, Tennessee , U.S.
Sjangrur
Ljoðføri
  • Rødd
  • gittari
  • banjo
  • klaver
  • ukulele
Platufeløg
Undirskrift
Heimasiða
taylorswift.com

Taylor Alison Swift (fødd 13. desember 1989) er ein amerikonsk sangarinda og sangskrivarinda. Sangskriving, listarskapur og fyritøka hennara hevur avirkað tonleikavinnuna, og liv hennara er eitt evni fyri viðfevnda fjølmiðlafrasøgn.

Swift byrjaði at skriva sangir sum yrkisfolk ta hon var 14 ara gomul og skrivaði undir við Big Machine Records i 2005 fyri at gerast countrysangari. Hon hevur givið seks studioalbum ut undir felagnum, fyra av teimum til country radio, har tað fyrsta var Taylor Swift (2006). Hennara næsta, Fearless (2008), for inn i country pop, og løgini "Love Story" og "You Belong with Me" førdu hana til at gerast viðakend. Speak Now (2010) var eitt sindur rokk-kent, meðan Swift royndi seg við elektroniskum evnum a Red (2012), sum innihelt fyrsta nummar-eitt lag hennara a Billboard Hot 100 , "We Are Never Ever Getting Back Together". Hon for fra sini country-mynd við 1989 (2014), einum synth-pop-albumi, sum var styðjað av sangunum "Shake It Off", "Blank Space" og "Bad Blood". Nærkvæmislig kanning a miðlunum gav iblastur til hip-hop -liga albumið Reputation (2017) og tess nummar-eitt lag "Look What You Made Me Do".

Swift skrivaði undir við Republic Records i 2018. Hon gav ut eitt eklektiskta popp-albumið Lover (2019) og sjalvævisliga dokumentarin Miss Americana (2020), tok indie folk og alternativan rokk við a 2020 albumunum Folklore og Evermore, setti seg inn i undirspældar popstilar a Midnights (2022), og gav ut fyra endurupptikin album við undirheitinum Taylor's version eftir eina osemju við Big Machine. Hesi albumini komu við nummar-eitt sangunum "Cruel Summer", "Cardigan", "Willow", "Anti-Hero", "All Too Well", og "Is It Over Now?". Eras Tour, hennara 2023-2024 leikferð, er leikferðin við storstu inntøku nakrantið. Swift hevur leikstyrt tonleikavideo og filmar sum All Too Well: The Short Film (2021).

Swift, ein av teimum mest seldu tonleikarunum við 200 millionum eintøkum seldum, hevur vunnið 117 Guinness World Records og hevur fingið arsins Global Recording Artist virðislønina fra International Federation of the Phonographic Industry triggjar ferðir.  Hon er tann kvinnuliga "touring act" (Enskt) við storstu inntøku, mest streamaða kvinnan a Spotify og Apple Music, og fyrsti milliardardingurin við tonleiki sum høvuðsinntøkuhatt. Swift, Time Person of the Year (2023), hevur verið a listum sum Rolling Stone'sa 100 Størstu Sangskrivarar nakrantið ( Rolling Stone ‍‍?'?‍s 100 Greatest Songwriters of All Time ), Billboard'sa Bestu Tonlistafolk Nakrantið ( Billboard ‍‍?'?‍s Greatest of All Time Artists) og Forbes'sa 100 Mattmiklastu Kvinnur i Veriðini ( World's 100 Most Powerful Women by Forbes ) . Hon hevur fingið 12 Grammy Virðislønir (herundir triggjar Arsins Album sigrar), 1 Primetime Emmy Award , 40 American Music Awards (herundir Besta Tonlistafolk i 2010unum), 40 Billboard Music Awards og 23 MTV Video Music Awards . Swift er ein filantropur og ein talskvinna fyri rættindunum hja listafolki og kvinnum.

Liv og yrkisleið [ rætta | rætta wikitekst ]

Tiðliga i livinum [ rætta | rætta wikitekst ]

Barnaheimið hja Swift i Wyomissing, Pennsylvania

Taylor Alison Swift er fødd 13. desember 1989 i West Reading, Pennsylvania. Hon hevur fingið navn eftir James Taylor, ið er sangari og sangskrivari. Papi hennara, Scott Kingsley Swift, er fyrrverandi børsmeklari hja Merrill Lynch og mamma hennara, Andrea Gardner Swift (fødd Finlay), er fyrrverandi husmoðir, sum aður hevur arbeitt sum marknaðarleiðari. Taylor hevur ein yngri beiggja, Austin Swift, ið er sjonleikari, og hon er av skotskum, tyskum og italskum uppruna. Omma teirra , Marjorie Finlay , var operasangarinda.

Swift vaks up a eini Jolatrøð ( Christmas tree farm ), sum papi hennara hevði keypt fra einum kunda. Hon er Kristin . Hon gekk i barnagarði i Alvernia Montessori School, sum er ein Montessori skuli, ið verður styrdur av Bernadine Franciscan systrunum, aðrenn hon for a Wyndcroft School. Familjan leigaði siðani eitt hus i Wyomissing, Pennsylvania , har Swift gekk i Wyomessing Area Junior/Senior High School. Um summarið var hon i Stone Harbor, New Jersey , til hon var 14 ar, har hon framførdi i eini lokalari kaffibuð.

Sum 9 ara gomul gjørdist Swift ahugað i tonleikaleiki og framførdi i fyra Berks Youth Theatre Academy verkum. Hon ferðaist eisini regluliga til New York City til at taka rødd- og leikundirvising. Swift flutti seinni fokus yvir a countrymusikk, iblast av sangunum hja Shania Twain , sum fekk hana at "leypa runt kvartin fyra ferðir og droyma um alt". Ta tað var vikuskifti framførdi hon a lokalum festivalum og tiktøkum. Eftir at hava sæð ein dokumentar um Faith Hill, helt Swift, at hon hevði bruk fyri at flyta til Nashville, Tennessee , fyri at stremba imoti at gerast tonleikari.[1] Ta hon var ellivu ara gomul ferðaðist hon hartil saman við mammu sini fyri at vitja utgavufeløg og lat inn demo-bond av Dolly Parton og Dixie Chicks karaoke tøkuløgum. Hon varð avvist, ti "øll i bygdini vildu gera tað, sum eg vildi gera. So eg bleiv við at hugsa, at eg matti finna ein mata at vera øðrvisi."

Ta Swift var 12 ar, lærdi Ronnie Cremer, ið var telduumvælari og lokalur tonleikari, hana at spæla gittar. Cremer hjalpti henni við fyrstu royndunum sum sangskrivari, og tað førdi hana til at skriva "Lucky You". I 2003 byrjaðu Swift og foreldrini at arbeiða við talentleiðaranum Dan Dymtrow, ið buði i New York. Við hansara hjalp var Swift model fyri Abercrombie & Fitch sum part av teirra "Rising Stars" -kampanju, fekk eitt frumlag við a eina Maybelline samansavningarfløgu, og slapp at møtast við storum utgavufeløgum. Eftir at hava framført frumløg a eini RCA Records framsyning, fekk 13 ara gamla Swift eina listarfolkamenningsavtalu og for ti fleiri turar til Nashville við mammu hennara ta næstu tiðina. Fyri at hjalpa Swift við at sleppa inn i countrytonleiksheimin, fekk papi hennara arbeiði i skrivstovuni hja Merrill Lynch i Nashville, ta hon var 14 ar gamal, og familjan flutti til Hendersonville, Tennessee . Swift gekk i Hendersonville High School aðrenn hon for til Aaron Academy eftir tvey ar, sum betur hystu leikferðaskema hennara við heimaundirvising. Hon fekk progv eitt ar ov tiðliga.

2004-2008: Starvsbyrjan og fyrsta album [ rætta | rætta wikitekst ]

I Nashville arbeiddi Swift við royndum tonleikarum hja Music Row , sum t.d. Troy Verges , Brett Beavers , Brett James , Mac McAnally og the Warren Brothers og skapaði eitt varandi samstarv við Liz Rose. Tær byrjaðu at møtast i tveir timar i hvønn tysdag eftir skula, har tær skrivaðu sangir. Rose segði, at tað var "nakað tað lættasta eg havi gjørt. Eg var i grundini bara redaktørur hennara. Hon skrivaði um tað, sum hendi i skulanum tann dagin. Hon hevði eina so greiða sjon fyri søguna. Og so fann hon eisini uppa nogv otruliga fangandi var eisini bangin fyri, at menningarrættir kunnu skella listamenn. Hon minnist: "Eg helt av sonnum, at eg var farin ut av tið. Eg vildi taka hesi arini av minum livi a einum platu, meðan tey framvegis umboða tað, eg for igjøgnum".

Utgavuheimur [ rætta | rætta wikitekst ]

Taylor Swift (2006) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 24. oktober 2006
Upptikið: 2005
Slag: Studio album
Sjangra: country
Longd: 40:28
Utgavufelag: Big Machine Records
Eisini kallað: Debut

Self-titled

Tracklisti
Vanlig utgava
1. Tim McGraw
2. Picture To Burn
3. Teardrops On My Guitar
4. A Place in this World
5. Cold As You
6. The Outside
7. Tied Together with a Smile
8. Stay Beautiful
9. Should've Said No
10. Mary's Song (Oh My My My)
11. Our Song
Best Buy utgava
12. I Heart ?
Skreytutgava
12. I'm Only Me When I'm With You
13. Invisible
14. A Perfectly Good Heart
15. Taylor Swift's 1st Phone Call with Tim McGraw
2008 endurutgava og altjoðautgava
Teardrops On My Guitar - Pop Version

The Taylor Swift Holiday Collection (2007) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 14. oktober 2007
Upptikið: 2007
Slag: EP
Sjangra: jol - countrypoppur
Longd: 19:15
Utgavufelag: Big Machine Records
Tracklisti
1. Last Christmas
2. Christmases When You Were Mine
3. Santa Baby
4. Silent Night
5. Christmas Must Be Something More
6. White Christmas

Beautiful Eyes (2008) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 15. juli 2008
Upptikið: 2005-2008
Slag: EP
Sjangra: country - country poppur
Longd: 18:06
Utgavufelag: Big Machine Records
Tracklisti
Fløga eitt (CD)
1. Beautiful Eyes
2. Should've Said No (alternativ utgava)
3. Teardrops On My Guitar (akustisk utgava)
4. Picture To Burn (utvarpsklipt)
5. I'm Only Me When I'm With You
6. I Heart ?
Fløga tvey (DVD)
1. Beautiful Eyes (videolag)
2. Picture To Burn (videolag)
3. I'm Only Me When I'm With You (videolag)
4. Tim McGraw (videolag)
5. Teardrops On My Guitar - Pop Version (videolag)
6. Our Song (videolag)
7. Picture To Burn ('i gerð' video)
8. GAC nytt tonlistafolk sersending
9. Should've Said No (2008 ACM Awards framførsla)

Fearless (2008) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 11. november 2008
Upptikið: 2008
Slag: Studio album
Sjangra: countrypoppur
Longd: 53:41
Utgavufelag: Big Machine Records

Speak Now (2010) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 25. oktober 2010
Slag: Studio album
Sjangra: countrypoppur - popprokkur - powerpoppur
Longd: 67:29
Utgavufelag: Big Machine Records

Speak Now World Tour - Live (2011) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 21. november 2011
Slag: Live album
Sjangra: countrypoppur - popprokkur
Longd: 79:03 (ljoð)

139:29 (video)

Utgavufelag: Big Machine Records

Red (2012) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 22. oktober 2012
Upptikið: 2011-2012
Slag: Studio album
Sjangra: poppur - country - rokkur
Longd: 65:09
Utgavufelag: Big Machine Records

1989 (2014) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 27. oktober 2014
Slag: Studio album
Sjangra: synthpoppur
Longd: 48:41
Utgavufelag: Big Machine Records

Reputation (2017) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 10. november 2017
Slag: Studio album
Sjangra: electropoppur - R&B
Longd: 55:38
Utgavufelag: Big Machine Records

Lover (2019) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 23. august 2019
Upptikið: November 2018 - Februar 2019
Slag: Studio album
Sjangra: electropoppur - popprokkur - synthpoppur
Longd: 61:48
Utgavufelag: Republic Records

Live from Clear Channel Stripped 2008 (2020) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 24. april 2020
Upptikið: 8. juni 2008
Slag: Live album
Sjangra: countrypoppur - popprokkur
Longd: 27:55
Utgavufelag: Big Machine Records - Apollo A-1 LLC

Lover (Live from Paris) (2020) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 19. mai 2020
Upptikið: 9. september 2019
Slag: Live album
Longd: 30:31
Utgavufelag: Republic Records

Folklore (2020) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 24. juli 2020
Upptikið: 2020
Slag: Studio album
Sjangra: indiefolk - alternativur rokkur - electrofolk - chamberpoppur - indietronica
Longd: 63:29
Utgavufelag: Republic Records

Folklore: The Long Pond Studio Sessions (2020) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 25. november 2020
Upptikið: September 2020
Slag: Live album
Sjangra: akustiskt
Longd: 2:14:43
Utgavufelag: Republic Records

Evermore (2020) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 11. desember 2020
Upptikið: 2020
Slag: Studio album
Sjangra: alternativur rokkur - chamberrokkur - folkpoppur - indiefolk - countryfolk
Longd: 60:38
Utgavufelag: Republic Records

Fearless (Taylor's Version) (2021) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 9. april 2021
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: countrypoppur
Longd: 106:20
Utgavufelag: Republic Records

Red (Taylor's Version) (2021) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 12. november 2021
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: poppur - country - rokkur
Longd: 130:26
Utgavufelag: Republic Records

Midnights (2022) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 21. oktober 2022
Slag: Studio album
Sjangra: synthpoppur - electropoppur - dreampoppur - bedroompoppur
Longd: 44:02
Utgavufelag: Republic Records

Speak Now (Taylor's Version) (2023) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 7. juli 2023
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: countrypoppur - popprokkur
Longd: 104:33
Utgavufelag: Republic Records

1989 (Taylor's Version) (2023) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 27. oktober 2023
Slag: Studio album (endurupptøka)
Sjangra: synthpoppur
Longd: 77:49
Utgavufelag: Republic Records

The Tortured Poets Department (2024) [ rætta | rætta wikitekst ]

Utgivið: 19. april 2024
Upptikið: 2022-2023
Slag: Studio album
Utgavufelag: Republic Records