한국   대만   중국   일본 
Catalinaoyggj - Wikipedia Jump to content

Catalinaoyggj

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Catalinaoy
Landafrøði

Vidd 194.2 km²
Vatn 0 %

Umsiting
Land Kalifornia Kalifornia
USA USA
Ibugvalæra
Folkatal uml. 4000 ( 2011 )
Ibugvatættleiki 19.03 /km²

Catalinaoy (alment enskt heiti: Santa Catalina Island ) er oyggj uttanfyri kalifornisku vesturstrondini. Hon er sum nogvar aðrar Kyrrahavsoyggjar undir USA . Folkatalið er umleið 4000. Oyggin hevur tvær bygdir, Avalon og Two Harbors . Nogv tað størsta plassið er byurin Avalon, sum við sinum 3,728 folkum hevur umleið 85 % av folkatalinum. I oyggjinum buðu, ta ið teir hvitu komu hagar, Tongva-indianar . Indianar nomu land har um 7000 f.Kr [1] . Teir hava sitt egna mal - tongvanskt (doyði ut i 1970unum ). Orizabafjøll (639.2 m.) er hægsta fjall a Catalinaoynni.

Hoast fa folk bugva a oynni, so koma nogv folk har um summari. Grundarlagið undir buskapinum er ferðavinna . Ferðavinnan hevur ovurstoran tydning fyri catalinska buskapin. Mest er tað heita veðrið, strendurnar og vikurnar, sum draga folk higar. Eitt annað, ferðafolk koma at siggja, eru vøkru bygningarnir. Fleiri enn 1 mio. ferðafolk fara til Catalina a hvørjum ari [2] . Ferðasamband er sjovegis við Catalina Express og luftvegis við tyrluni ella flogfari . Catalina Express siglir 10-12 ferðir um dagin av Long Beach og Dana Point . Miðskeiðis a oynni er flogvøllur; Catalina Airport er einasti flogvøllur.

Umframt einastandandi vakra natturu, finnast golfbanar a oynni [3] . Tað er møguleiki fyri hvalasafari, djuphavsfiskiskapi, kaving , golf og tennis a sera goðum banum. Sera nogvar matstovur eins og fjølbroytt urval barrum, natklubbum og kasino ("Catalina Casino"). Hitin er sera javnur, alt arið, ikki ov heitt ei heldur ov kalt.

Oyggin er millum annað nevnd i sanginum "26 miles" hja Four Preps [4] . Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum fritiðarstað i amerikanskum spælifilmum .

Myndasavn [ rætta | rætta wikitekst ]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. "Archive copy" . http://www.tongvapeople.com/villages.html . Heintað 2011-05-04 .  
  2. http://www.gothere.com/California/Catalina/
  3. http://www.visitcatalinaisland.com/activities-adventures/golf/golf-course
  4. http://www.latimes.com/entertainment/la-ca-socal15jul15,1,5541937.story
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið