한국   대만   중국   일본 
Opinbering Johannesar - Wikipedia Jump to content

Opinbering Johannesar

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Apokalypsan.
Opinbering Johannesar.
Jesus Kristus .

Opinbering Johannesar (a grikskum apokalypsis ) er aftast i Bibliuni . I Opinberingini lesa vit um ein nyggjan himmal og eina nyggja jørð, ti hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin eru farin til grundar. Ta fer alt at verða, sum Gud av fyrstan tið ætlaði, fullfiggjað og sera gott [1] .

Rithøvundurin [ rætta | rætta wikitekst ]

" Kristus gav tað til kennar i myndum fyri tænara sinum, Johannesi (tað, ið bratt skal henda)". Soleiðis stendur i fyrsta versi i seinastu bok i Bibliuni . Hesin Johannes verður seinni nevndur i 1,4-9, og 22,8. Eftir so at siga einmæltum fornkirkjuligum siðaarvi er tað Johannes apostul, ið ju eisini skrivaði evangeliið og brøvini. Gaman i hava menn vist a, at bæði malsliga og innihaldisliga er storur munur a evangeliinum og brøvunum, verða tey samanborin við Johannesar opinbering. Men samstundis kann verða vist a nogvar orðingar og malberingar, ið binda Johannesar opinbering saman við hini skrift hansara. "Tann likskapur, ið veruliga er imillum Johannesar opinbering, Johannesar evangelium og brøvini eftir Johannes, er so storur, at hann so rikiliga vigar upp imoti ti muni, sum vist hevur verið a. Hvørki i evangeliinum, brøvunum ella i Johannesar opinbering er tað ein næmingur hja Johannesi, ið talar, men eitt sjalvstøðugt valafolk við myndugleika. Einasta naturliga fragreiðingin, sum eisini tann kirkjuligi siðaarvurin hevur borið ut, er at visa til ein høvund: Johannes apostul" (Olaf Moe).

Skriftið [ rætta | rætta wikitekst ]

Skriftið er sent við heilsan. Tað hevur inngang, hvør ið hevur skrivað tað, hvønn ið tað er til, og tað hevur enda. Ti er skriftið, hvat ið formi viðvikur, eitt bræv; men viðvikjandi innihaldi ein bok. Skriftið er fyrst og fremst ætlað teimum sjey kirkjuliðunum i Litla Asia [2] . Hesi kirkjuliðini tykjast meginpartin at bera avøkstur av virki Paulusar og hjalparmonnum hansara [3] , og tey voru øll i 50-arunum. Tað er økið, Johannes a serstakan hatt hevði umsjon við, ta ið hann busettist i Efesus .

Tiðarfesting [ rætta | rætta wikitekst ]

Bokin ma vera skrivað i eini tið, ið var merkt av forfylging. Johannes vitnar sjalvur um tað [4] , og i sendibrøvunum eru eisini abendingar um hetta (2,9.13), og nogv verður sagt fra, hvussu storan tydning, tolmoðin hevur [5] . Men hvør er henda forfylgingin, talan er um?

1. Forfylgingin, ta ið Nero var keisari (54 e.Kr.-68 e.Kr.) . ¨

Neyvan sannlikt. Henda forfylging var i Rom og hevði einki samband við keisaradyrkanina.

2. Forfylgingin, ta ið Domitian var keisari (81 e.Kr.-96 e.Kr.) .

Tað er sannlikari. Ta kom stor forfylging, sum serliga a) var i Litla Asia , og b) var knytt at keisardyrkanini. Tey folk, ið vildu ikki tilbiðja mynd keisarans, mistu ognir sinar og frælsi, ja, ennta livið. Tað var oivað i hesi trongd og atsokn, at Johannes varð gjørdur utlagin og kom til Patmos . Ireneus skrivar umleið ar 185 e.Kr. (hann var lærusveinur Polykarps , ið var lærusveinur Johannesar): "Ikki er so langt siðan, at Johannesar opinbering varð skrivað, næstan i okkara egna ættarliði, seinast i stjornartið Domitians". Johannesar opinbering kann við storari vissu verða tiðarfest til umleið ar 95 e.Kr.

Atvoldin [ rætta | rætta wikitekst ]

Ennta ogævuni noyðir hann at tæna tær at gagni. Hesi orð kanst tu taka fram, ta ið tu ætlar at siga fra, hvussu Johannesar opinbering varð til. Tað var, ta ið Johannes varð yørdur utlagin og kom til oynna Patmos i Grikkalandi fyri Guds orðs og vitnisburðar sakir. Har slapp hann at taka imoti opinbering Jesu Krists , sum hann seinni skuldi skriva niður i bok og senda teimum sjey kirkjuliðunum.

Ætlanin [ rætta | rætta wikitekst ]

Og serliga, nu ið tað er Johannesar opinbering, vit umrøða, kunnu vera grundir at gera av, hvør ætlanin er. Tað kann vera ein vernd imoti ti misbruki, ið just hesi bok hevur verið fyri. Onkur, ið nevna skuldi bøkumar i Bibliuni , nevndi so hissini ta seinastu leitbokina, og soleiðis er hon mangan vorðin nytt. Men hon er ikki vorðin til at nøkta menniskjunnar forvitni til tess at veita folki tilfar til alskyns høvuðbryg. Hvør er ta ætlanin við hesi bok? At hjalpa, bugva ut og ugga kirkjuliðið.

1. Hjalpa kirkjuliðinum at skilja støðuna a rættan hatt .

Ti viðvikjandi likist Johannesar opinbering mongum øðrum bokum Bibliurmar, til dømis profetunum i GT og brøvunum i NT . Serstakliga i inngangsorðunum i sendibrøvunum verður andliga støðan i kirkjuliðunum lyst: Eg kenni... Eg veit... o.s.fr. Bara at liva eitt heilnæmt kristniliv, ger kirkjuliðið ført fyri at luka tey krøv, sum biða ti, og fullgera starv sitt.

2. Bugva ut kirkjuliðið at liva fyri Harranum .

I innganginum verður sagt, at bokin vendir sær til tænarar Jesu Krists [6] , t.e. til teirra, ið hoyra honum til og vilja liva fyri honum. Hon skal bugva teir ut ikki bara at standa stinnar og halda ut, men eisini at verða til signingar, ta ið odnin kemur i teimum seinastu døgum.

3. Ugga kirkjuliðið og visa, at Guds riki sigrar .

Tað er sagt, at Johannesar opinbering hevur ein boðskap at bera i krepputiðum. I tiðum, ta ið friður og vælferð valda, eru tey ikki mong, ið lesa hana - ið hvussu er ikki mong, sum lesa hana a rættan hatt. Ta ið kreppur við storum kollveltingum eru, kemur Johannesar opinbering ovarandi folki við. Hon boðar, a) at Gud er i hasætinum enn - eisini ta ið tað ikki tykist so, og b) at riki hansara at enda fer at sigra. Ti er Johannesar opinbering fram um alt ugganarbok Guds folks.

Sundurbyti [ rætta | rætta wikitekst ]

Sjonir [ rætta | rætta wikitekst ]

Johannesar opinbering hevur eina framur væl gjøgnumhugsaða skipan, 7-talið hevur nogv at tyða i henni. Bokin er i høvuðsheitum um 7 sjonir:

  • Fyrsta sjonin: Kallanin, sendibrøvini 1,9-3,22.
  • Onnur sjonin: Innsiglini 4,1-8,1.
  • Triðja sjonin: Luðrarnir 8,2-11,18.
  • Fjorða sjonin: Antikrist 11,19-14,20.
  • Fimta sjonin: Vreiðiskalirnar 15,1-16,21.
  • Sætta sjonin: Fall Babylons 17,1-19,10.
  • Sjeynda sjonin: Fullgeringin 19,11-22,21.

Innihald [ rætta | rætta wikitekst ]

Hvør sjonin er aftur skift sundur i sjey minni. Hetta siggja vit greiðast i sendibrøvunum, innsiglunum, luðrunum og vreiðiskalunum. Hesar sjonir lysa "tað, sum er", og "tað, sum henda skal eftir hetta" [7] . Ti hetta innihaldsyvirlitið:

1. Inngangur: 1. kap.

a) Yvirskift og heilsan (1-8) og b) kallanarsjonin (9-20).

2. "Tað, sum er": 2.-3. kap.

Hini sjey sendibrøvini, har hvørt kirkjulið sær annaðhvørt verður uggað ella revsað. Endamalið er: at bugva tey ut til afturkomu Harrans.

3. "Tað, sum henda skal eftir hetta": 4.-22. kap.

Bokina við teimum sjey innsiglunum kann bara lambið, ið dripið varð, lata upp.

a. Tey sjey innsiglini (6,1-8,1).

b. Teir sjey luðrarnir (8,2-14,20).

c. Tær sjey vreiðiskalirnar (15,1-19,10).

d. Hin endaligi sigurin (19,11-22,17).

4. Endi: 22,18-21

I hesi bokini er ikki gjørligt at viðgera gjøllari innihaldið i Johannesar opinbering. Vit mugu ti bara vera nøgd við at geva gætur eftir: a) nøkrum eyðkennum, og b) nøkrum ymiskum tulkingarroyndum - ið snugva seg i storum um, hvørjar askoðanir eru a lysingarnar i Johannesar opinbering.

Sereyðkenni [ rætta | rætta wikitekst ]

Johannesar opinbering hevur henda inngangin: "Opinbering Jesu Krists ". Apokalyptiskar bokmentir hava serlig eyðkenni. Dømi um apokalyptiskar bokmentir eru Danjalsbok og eisini lutvist Ezekielsbok . Annars eru fleiri seinni jødisk rit dømi um hetta, sum til dømis tey bæði, ið tikið verður upp eftir i Judasarbrævinum, tey eru Enoksbokin og Himnaferð Mosesar. Hesar apokalyptisku bøkurnar skilja seg i avisum førum fra øðrum profetiskum bokmentum. Ein partur av ti, ið eyðkennir tær, er eisini i Johannesar opinbering.

Apokalypsan [ rætta | rætta wikitekst ]

Apokalypsan.

1. Ber dam av hinum sjey miklu sjonunum.

2. Tekst nogv við framtiðina - men tveir kapitlar i Johannesar opinbering eru um tað, sum er, hinir kapitlarnir lysa tað, sum bratt skal henda.

3. Nytir mong imyndarlig tøl , 3-talið er tal Guds [8] , 4-talið er skapanar talið, sbrt. teimum fyra livandi verunum framman fyri hasætinum [9] , mannaættin i fyra: tjoðirnar, ættargreinirnar, tungumalini, folkasløgini [10] , natturan i fyra: himmal, jørð, hav og air [11] ; 6-talið serstakan tydning, ta ið talan er um motstøðuna moti Gudi. Babylon verður nevndur 6 ferðir, drekin 12 ferðir (2 ferðir 6), og djorið 36 ferðir (6 ferðir 6), og tal djorsins er 666. 7-talið er a serstakan hatt heilagt tal. Tað sigur fra viðurskiftunum imillum Gud og skapning hansara (3 ferðir 4), sbrt. samansetingini. 10-talið er tal fullkomuleikans og fyllunar [12] , og at enda 12-talið , ið er tal Israels og kirkjuliðsins (sbrt. teimum 12 ættunum og teimum 12 apostlunum) og her i Johannesar opinbering 12 grundarsteinar i ti nyggja Jerusalem [13] , teir 24 elstu frammi fyri hasætinum (2 ferðir 12) [14] og teir 144.000 innsiglaðu (12 ferðir 12 000).

4. Nytir fjølbroyttar imyndir og myndir . I Johannesar opinbering verður talað um: stjørnur, ljosastakar, eld, horn, eygu, roykilsi, lambið, leyvuna o.s.fr. Naktar av hesum myndum skilja vit best eftir GT , sum er ogvuliga tydningarmikið sum grundarlag undir Johannesar opinbering.

5. Einglar millumgongumenn. Teir hava nogv at tyða i teimum tilburðum, lystir verða. Tað er ti ein ometaliga rikur og mangan fremmandur heimur, ið liggur fyri okkum i hesi bok. Ofta verður dentur lagdur a, at okkurt "var likt" og "var sum", ið gevur abending um, at hetta skal verða sum imyndir, og ein veruleiki byr undir. Men hvussu skal so hetta verða tulkað? Ja, hetta hava verið nogvar askoðanir a. Tað viðvikur ikki bara einstøkum stakleiðum, men eisini - og fram um alt - hvørja askoðan vit sum heild skulu hava a Johannesar opinbering.

Tulkan [ rætta | rætta wikitekst ]

Ta ið tað er at tulka Johannesar opinbering sum heild, eru try aðalevni [15] .

1. Tann tiðarsøguliga tulkanin.

Sambært hesi tulkan visir bokin als ikki til eina fjara framtið, men lysir støðuna, ta ið bokin varð skrivað. Verður samtið Johannesar ølla kannað, kanngreiði verða fingin a, hvat Johannesar opinbering visir til.

2. Tann kirkjusøguliga tulkanin.

Hon hevur við sær, at vit hava fyri okkum spadomar um tær tydningarmestu hendingarnar i kirkjusøguni fra døgum Johannesar og alt at endatiðunum. Talan er ti um eitt spadomsyvirlit yvir innara og ytra skap kirkjunnar . Menn halda seg til dømis kenna aftur ymsar partar i kirkjusøguni, ta ið lisið verður um hini sjey kirkjuliðini o.s.fr.

3. Tann eskatologiska tulkanin.

Sambært hesi tulkan er Johannesar opinbering ein spadomur um kirkjuliðsins seinastu dagar og Guds rikis fullgering. Henda askoðanin var vanlig i fyrstu døgum kristindomsins . Hon er eisini hin best grundgivna. Hon talar eisini til okkara um, hvat siðan skal henda.

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. http://snl.no/Johannes%26apos%3B_%C3%A5penbaring
  2. Opinbering Johannesar 1,11
  3. Apostlasøgan 19,1
  4. Opinbering Johannesar 1,9
  5. Opinbering Johannesar 2,2-19 og 3,10
  6. Opinbering Johannesar 1,1
  7. Opinbering Johannesar 1,19
  8. Opinbering Johannesar 1,4-8
  9. Opinbering Johannesar 4,6
  10. Opinbering Johannesar 5,9; 7,9; 11,9
  11. Opinbering Johannesar 8,7-12
  12. Opinbering Johannesar 2,10; 12,3; 13,1; 17,12
  13. Opinbering Johannesar 21,12
  14. Opinbering Johannesar 4,4
  15. "Archive copy" . http://www3.telus.net/thegoodnews/revstudy1.htm . Heintað 2012-12-19 .  
Bøkurnar i Bibliuni
Gamla Testamenti Nyggja Testamenti

Tær søguligu: Fyrsta Mosebok | Onnur Mosebok | Triðja Mosebok | Fjorða Mosebok | Fimta Mosebok | Josvabok | Domarabokin | Rutarbok | Fyrra Samuelsbok | Seinna Samuelsbok | Fyrra Kongabok | Seinna Kongabok | Fyrra Krønikubok | Seinna Krønikubok | Ezrabok | Nehemiabok | Esterarbok
Tær profetisku: Jesajabok | Jeremiabok | Harmljoðini | Ezekiel | Danjal | Hosea | Joel | Amos | Obadia | Jonas | Mika | Nahum | Habakkuk | Sefanja | Haggai | Zakarja | Malaki
Tær skaldsligu: Jobsbok | Salmarnir | Orðtøk Salomons | Prædikarin | Hasongurin

Tær søguligu:   Evangeliið eftir Matteus | Evangeliið eftir Markus | Evangeliið eftir Lukas | Evangeliið eftir Johannes | Apostlasøgan
Brøvini:   Romverjabrævið | 1. Korintbræv | 2. Korintbræv | Galatabrævið | Efesusbrævið | Filippibrævið | Kolossabrævið | 1. Tessalonikabræv | 2. Tessalonikabræv | 1. Timoteusarbræv | 2. Timoteusarbræv | Titusbrævið | Filemonsbrævið | Hebreararbrævið | Jakupsbrævið | 1. Pætursbræv | 2. Pætursbræv | 1. Johannesarbræv | 2. Johannesarbræv | 3. Johannesarbræv | Judasarbrævið
Profetiska:   Opinbering Johannesar

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið