M/F Smyril

Henda greinin er urvalsgrein
Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Smyril
Smyril
Skeið
Navn: 2005 framyvir: Smyril
Eigari: Strandfaraskip landsins
Operatørur: 2005 framyvir: Strandfaraskip Landsins
Skrasetingarstaður: 2005 framyvir: Tvøroyri ,   Føroyar
Byggistaður: IZAR
Skipasmiðjunummar: 399
Kennimerki: IMO nummar : 9275218
Kallitekin: XPWG [1]
Status: I rutusigling
Vanligir eginleikar [2]
Klassi og slag: [[

Failed to render property vessel class: vessel class property not found.

]] Imported from Wikidata (?)
Tonsatal: 12.650  GT
Longd: 138 m (452 ft 9 in)
Breidd a dekki: 22,7 m (74 ft 6 in)
Djupflotandi: 5,60 m (18 ft 4 in)
Maskinorka: 4x MAN B&W 7L 32/40 diesel motorar
Framdrattur: 2 x azimuttar ið kunnu stillast
2 x KaMeWa bogskruvur
Ferð: 21 knot (sjomil um timan)
Kapasitetur: 976 ferðafolk
200 bilar
Smyril V
Fyrsti Smiril a Tvøroyri uml. 1900.

M/F Smyril er ferðaskip hja Strandfaraskipum Landsins , sum siglur imillum Torshavn og Tvøroyri .

Søga [ rætta | rætta wikitekst ]

Suðuroy er heldur fjarskotin fra hinum oyggjunum, og ti er tað skilligt, at postflutningur til og ur oynni i gomlum døgum var bæði torførur og oregluligur. Ta ið frihandilin kom i 1856 , vorðu nogvir handlar stovnaðir kring landið, og tað var ti skjott monnum greitt, at tað kravdist eitt betri postsamband oyggjanna millum, enn tað ið var. Tosað varð aftur og fram um, hvussu hetta skuldi gerast, men tað voru bert orð.

Smiril I [ rætta | rætta wikitekst ]

So toku Mortensens menn a Tvøroyri sær um reiggj og gjørdu sattmala við Kochum Mekaniska Verkstad Aktiebolag i Malmø um at smiða teimum eitt dampskip til innanoyggjasigling. Tað var ti ein storhending, ta ið Smiril við froyði fra bognum 19. desember 1895 kom inn um Høvdan og inn eftir Trongisvagsfirði a sini fyrstu ferð ur utlondum nykomin av bakkastokki og legði at Mortensens brugv. Hesin fyrsti Smirilin byrjaði siglingina i januar 1896 , og tað var ein kollvelting i føroyska postflutninginum, ti nu komu bæði bløð, brøv og annar postur skjotari ut a bygdirnar. Eftir ferðaætlanini hevði Smiril vitt at fara i innanoyggjasiglingini - hann skuldi a hvørja bygd at kalla. I mai manaði 1917 seldi A/S J. Mortensens Eft. Smiril til Færøernes Amtskommune . Endaliga skeytið uppa hann fekk Amtskommunan i 1921 , og varð hann nu skrasettur i Torshavn .

Smiril II [ rætta | rætta wikitekst ]

I 1931 læt Tingið nyggjan Smiril smiða i Frederikshavn , og hann kom til Føroya i 1932 . Ta ið hann kom a Havnina , varð hann mottikin við bæði tonleiki og sangi, og folk helt hann vera eitt ogvuliga vakurt skip og serstakliga innan við storari salon, bleytum sofum og stolum. Eisini var ein litil roykisalon og kahuttir niðriundir til ferðafolkið og a dekkinum til yvirmenninar. Eftir tatiðar krøvum var hetta eitt stasiligt ferðamannaskip, sum sigldi til tær storu bygdirnar eftir fastari ferðaætlan, sum t.d. Vestmanna , Vagar og onkuntið Mykines , Nolsoy , Klaksvik og bygdirnar a eystursiðuni a Eysturoy , Sandoy og Suðuroy . Tveir dagar eftir, at hann var komin, varð hann settur i sigling millum oyggjarnar, og sama dag for gamli Smiril til Keypmannahavnar . Tað var við sorgblidni, at havnarfolk eygleiddu hann, har hann for suður gjøgnum fjørðin ut imoti Borðuni. Hann hevði ta røkt siglingina millum oyggjarnar i yvir 35 ar.

Smyril III [ rætta | rætta wikitekst ]

Miðskeiðis i 1960-arunum samtykti løgtingið at byggja nytt skip til Strandferðsluna, og 14. januar 1967 for ein nyggjur Smyril av bakkastokki a Torshavnar Skipasmiðju i Havn (sambært broytingum i rættskrivingarreglunum var stavihatturin nu broyttur fra Smiril til Smyril ). Hann tok væl meira av folki enn tann, ið var undan honum, og var plass fyri 300 ferðafolkum umborð. Hann hevði so storan motor, at siglitiðin millum Suðuroy og Torshavn var bert 3 timar, og hildu folk, at hetta var eitt oført framstig. Hesin triðji Smyrilin hevði, i mun til teir baðar fyrru, dieselmotor. Hinir baðir fyrru høvdu dampmaskinu. Hesin Smyrilin var utgjørdur við øllum nutimans navigasjonstolum: radara, automatiskari styring, o.s.fr. 10 kahuttirnar voru við tilsamans 30 koyggjum miðskips til ferðafolk. Manningin var 14 og buði har afturi, skipari og yvirmenn frammi i erva. A ovasta dekki var stor uppihaldssalon við kafeteria, a niðara dekki voru kahuttirnar til ferðafolk og ein roykisalon tvørtur um alt skipið. Hann var eitt sera sjogott skip, og teir, ið førdu hann, høvdu bara gott at bera honum. Hann hevði einki hvalabak framman, so at fordekkið borðfyltist viðhvørt, ta ið hann fekk onkran sjogvin oman yvir seg, men var sum heild eitt roligt skip, ið bar seg væl i sjonum. Smyril varð settur i Suðuroyðarsiglingina og suðuroyingar voru væl nøgdir við, at ferðin norður um fjørð nu einans tok 3 timar og ikki sum aður 4. Sum nakað nytt kundi hesin nyggi Smyrilin flyta nakrar faar bilar millum oyggjarnar. Hann hivaði einar 4-5 niður i lastina, men ta mattu teir ikki vera ov storir. Ein bilur varð settur a dekkið, hvørjumegin lastalukuna og ein a sjalva lukuna, men tað kravdi gott veður, um bilarnir ikki skuldu koma at liggja undir i sjoroki. Hesin bilflutningur vant so nogv upp a seg, at tu skuldi vera heppin at faa bilin við, um tu ikki hevði biðið um plass frammanundan.

Smyril IV [ rætta | rætta wikitekst ]

Tey, ið vildu hava bil við, ta ið tey ferðaðust millum Torshavnar og Suðuroyar, gjørdust alsamt fleiri og skjott var monnum greitt, at neyðugt var at utvega størri skip, ið kundi flyta nogv fleiri bilar og folk a Suðuroyarleiðini. Tað bar a, at trongligt var umborð, og ta ið folk og batar skuldu flytast til tær ymsu stevnurnar kring landið, var hann mangan ov litil. Tosað varð aftur og fram um hetta, og ymsar voru meiningarnar, onkur vildi byggja skip, og onkur vildi keypa skip. I 1975 var so 6 ara gamla ferjan Morten Mols keypt fra Molslinjen, og tað var eitt stort og pryðiligt far afturimoti Smirlunum , ið verið høvdu frammanundan. Smyril varð beinanvegin settur i innanoyggjasiglingina (og uttanlandssigling !), og hetta var nakað heilt nytt fyri suðuroyingar at sleppa norður til Havnar um morgunin og suður aftur um kvøldið. Nogv varð tosað um hetta skip i fyrstuni, sum t.d. um tað var egnað til sigling i okkara sjogvi ella ikki, so flatbotnað, sum tað var. Ikki skal dyljast, at illa rullaði tað i ringum likindum og for nakað langt viðhvørt. Men siðani stabilisatorarnir voru settir i Smyril , er hann eitt heilt annað skip. Hann er farin mangan ringan hesi 23 arini, siðani hann kom til Føroya, og ogvuliga sjaldan hevur hann avlyst nakra ferð fyri veður. 4. Smyrilin siglir enn.

Smyril V [ rætta | rætta wikitekst ]

7. november 2001 varð uppskot til løgtingslog lagt fyri tingið um at faa nyggja suðuroyaferju. Eftir tiðarætlanini i løgtingslogaruppskotinum skuldi ferjan handast Strandfaraskipum Landsins seinast mitt i ella siðst i 2004 . Skipið er seinkað nakrar ferðir av ymsum orsøkum. Men við ti, at landsstyrismaðurin Jogvan við Keldu og Jose Luis Alvarez, skipasmiðjustjori a skipasmiðjusamtakinum IZAR, hava gjørt iskoytissattmala til sattmalan um smiðingina av Smyrli, er nyggj freist sett til 15. oktober 2005 . Seinkingar kosta Strandfaraskipum dyrt, ti gamli Smyril skal haldast i sigling longri. Fleiri seinkingar merkja ti figgjarligar revsingar til skipasmiðjusamtakið IZAR. Eftir heimasiðuni hja Strandfaraskipum Landsins, eitur nyggja skipið Smyril . Vanliga verður skipið nevnt Nyggi Smyril' og verandi skip nevnd Gamli Smyril . "Nyggi Smyril" er sniðgivin av kendu donsku ragevandi skibsverkfrøðinga fyritøkuni Knud E. Hansen A/S

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

Utvortis avising [ rætta | rætta wikitekst ]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið