한국   대만   중국   일본 
Keypmannahavn - Wikipedia Jump to content

Keypmannahavn

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Keypmannahavn
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Keypmannahavn
Skjøldur hja Keypmannahavn
Grunddata
Land: Danmark Danmark
Vidd : 88,25 km²
(80 km² uttan vatn)
Ibugvar ( 2020 ): 632 340 (kommuna) 1 330 993 (høvuðsstaðarøki) [1]
fyri km²: 7 247
Mal : Danskt
Tiðarzona: UTC +1
Heimasiða: www.KK.dk

Keypmannahavn ( danskt : København , latin : Hafnia ) er høvuðsstaður Danmarkar og størsti byurin i Høvuðsstaðarregionini . Hann er størsti byur og handilsmiðdepil i Danmark . Ferðafolk, ið ganga i trongum, gomlum gøtum ella a gitnu gongugøtuni Strøget , koma skjott fram a gamlar kirkjur , ahugaverdir marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at siggja a sukklu, og sukklubreytir eru lagdar ut til forstaðirnar, har folk i bynum hava summarhus sini.

Keypmannahavn er landsins størsti byur. Har bugva fleiri enn 1,2 millionir folk, og byurin er miðdepil i handli og idnaði. Byurin er eisini høvuðsstaður , har byr drotningin, og har eru Folkatingið og stjornin. I miðbynum eru sjonleikarhus, forngripasøvn, kirkjur og mong stor handilshus. Byarpartarnir eru nogvir, t.d. Vesturbrugv , Norðurbrugv og Eysturbrugv . Millumtjoða floghavnin i Keypmannahavn, Kastrup , hevur flogsamband við allar heimspartarnar.

Keypmannahavn er størsta ferðamal føroyinga. Ferðasambandið millum Keypmannahavn og Vagar er gott við minst tveimum dagligum flogførum.

Søga [ rætta | rætta wikitekst ]

Keypmannahavn og Bergen voru størstu byirnir i danska-norska rikinum i 18. øld . I Keypmannahavn buðu 80 000 folk, og Keypmannahavn var sjey ferðir størri enn Bergen .

Politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Keypmannahavn er høvuðsstaður Danmarkar , so har eru allar raðharrastovurnar, tær eru rundan um borgina Christiansborg , har Folkatingið , hægstirættur og mottøkustovurnar hja drotningini eru.

Buskapur [ rætta | rætta wikitekst ]

Nogvar storar fyritøkur, bankar og tryggingarfeløg hava høvuðssæti sitt i miðbynum i Keypmannahavn. I miðbynum eru eisini leikhus, søvn, matstovur, konserthallir og biohallir i storum tali. I miðbynum i Keypmannahavn eru nogv arbeiðsplass: Ur øllum heimi koma folk at keypa ur teimum nogvu serhandlunum. I miðbynum eru eisini nogvar skrivstovur. I miðbynum verða næstan øll husini brukt til skrivstovur, handlar og aðrar fyritøkur. Hoast husini standa tætt, er ikki nogv plass til ibuðir. Ibuðirnar, sum eru, eru mangan litlar. Ti eru tað mest sma huski, eldri folk og skulaungdomur, sum bugva i miðbynum. Huski við børnum bugva mest i forstaðunum, har tað er rumsattari. I stuttum kann sigast, at Keypmannahavn er politiski, figgjarligi og mentanarligi miðdepilin i Danmark .

Veðurlag [ rætta | rætta wikitekst ]

Tøl fra World Meteorological Organization. [2]

Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
 Hægsti miðalhiti 2 2 5 10 15 19 20 20 17 12 7 4
 Lægsti miðalhiti ?2 ?2 ?1 2 7 11 13 13 10 7 3 ?1
 Avfall 36 24 34 35 40 45 57 55 53 47 52 47

Baðistrendur [ rætta | rætta wikitekst ]

Baðistrendur og baðibryr eru i høvuðsstaðarøkinum. Har eru baðistøð við kanalirnar, a Østerbro, a Amager, a Bellevue og i Hellerup.

Ferðsla [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsstaðurin i Danmark er a Sælandi .

I storbyum sum Keypmannahavn er nogv fartan aftur og fram. Folk, sum arbeiða i øðrum byarparti, enn har tey bugva, mugu fara hvønn dag imillum heim og arbeiði. Nogv folk sukkla til og fra arbeiði, til og fra skula ella universiteti, til hetta endamal eru sukklubreytir a baðum siðum a mestsum øllum teimum størru vegunum i Keypmannahavn. I Keypmannahavn arbeiða uml. 2/3 i aðrari kommunu enn teirri, tey bugva i. Ti er nogv ferðsla tiðliga um morgunin, ta ið folk fer til arbeiðis, og seint seinnapartin, ta ið folk kemur heim aftur. Nogv av hesum folkum i Keypmannahavn koyra sjalv, men nogv bruka eisini almenna ferðasambandið: bussar og tok. I Keypmannahavn eru fleiri enn 100 bussleiðir, sum binda allan byin saman. I Keypmannahavn eru eisini tokleiðir, S-tok, sum flyta folk stað ur staði bæði skjott og væl. Hvønn dag fara eini 200.000 folk ur forstaðunum inn til Keypmannahavnar til arbeiðis. Flogvøllurin i Keypmannahavn er Kastrup Flogvøllur .

Bøkur [ rætta | rætta wikitekst ]

  • Københavns historie . Keypmannahavn : Gyldendal, 1980-83. - 6 bind
  • Hans Edvard Nørregard-Nielsen: Kongens København: en guldaldermosaik . Keypmannahavn: Gyldendal, 1985. - 287 s.
  • Pernille Stensgaard: København - folk og kvarterer . Keypmannahavn: Gyldendal, 2002. - 336 s.
  • Kirsten Engsig: Turen gar til København . Keypmannahavn: Politikens Forlag, 2002. - 144 s. ISBN 87-567-6398-0
  • Erik Wassard: Ture i København . Keypmannahavn: Politikens Forlag, 2003. - 300 s. ISBN 87-567-6617-3
  • Peter Tudvad: Kierkegaards København . Keypmannahavn: Politiken, 2004. - 513 s. ISBN 87-567-6533-9
  • Claus Hagen Petersen: Politikens bog om København . Keypmannahavn: Politiken, 2004. - 266 s. ISBN 87-567-6784-6

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

Sloðir [ rætta | rætta wikitekst ]

Ferðavinnusiður [ rætta | rætta wikitekst ]

Coordinates : 55°40′34″N 12°34′06″E  /  55.67611°N 12.56833°E  / 55.67611; 12.56833

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið