Franklin D. Roosevelt

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Franklin D. Roosevelt
Franklin D. Roosevelt i 1933
Føddur 30. januar 1882
New York Hyde Park , New York
USA USA
Doyði 12. april 1945
Georgia (U.S. state) Warm Springs , Georgia
USA USA
Utbugving Løgfrøði
Yrki Politikari ( D )
Trugv Anglisisma

Franklin Delano Roosevelt (føddur 30. januar 1882 i New York ? deyður 12. april 1945 i Georgia ) var 32. forseti i Sambandsriki Amerika. Roosevelt varð afturvaldur i 1936 , i 1940 og aftur i 1944 . Roosecelt doyði 12. april 1945 i Georgia . Nakað eftir deyða hansara var tann reglan samtykt, at eingin forseti matti sita longur enn tvey valskeið. Hetta varð gjørt til tess at tryggja, at eingin forseti gjørdist so sterkur, at hann fekk ov nogv vald a Kongressini og stakrikjamyndugleikunum.

A ti siðsta fundinum millum Roosevelt, Winston Churchill og Josef Stalin komu teir asamt um at kalla saman til eina raðstevnu i Kalifornia a vari 1945 við ti endamali at gera nærri ætlanir um ein altjoðafelagsskap. A hesi raðstevnuni, har umboð ur 51 londum luttoku, varð so samtyktin um Sameindu Tjoðirnar viðtikin. Hon kom i gildi tann 24. oktober - tann dagin, sum siðan ta hevur verið hildin um allan heim sum ST-dagurin .

Roosevelt dugdi stak væl at nyta fjølmiðlarnar. I tiltiknu røðum sinum kom hann a tal við meginpartin av amerikanska folkinum, og tey stuðlaðu honum dyggiliga.

Bakgrund [ rætta | rætta wikitekst ]

I 1932 var forsetaval i USA. Demokratarnir stillaðu Roosevelt upp sum valevni, og teir voru visir i, at teir foru at sigra.
Standmynd i Oslo .

Roosevelt var av mugvandi folki. Faðirin atti stor landaøki i lutstatinum New York , og drongurin Franklin vaks upp i einum tryggum og eydnurikum heimi. Foreldrini ferðaðust nogv, og Franklin var ikki meir enn 2 ara gamal, ta ið tey fyrstu ferð høvdu hann við sær til Evropa . Sum ungur sigldi hann um Atlantshavið nogvar ferðir, so hann kom at kenna evropeisk viðurskifti væl. Sina fyrstu skulaundirvising fekk hann heima av heimalærarum. Hann varð ikki sendur i vanligan skula, fyrr enn hann var 14 ara gamal. Ta ið hann hevði lokið sina skulagongd, for hann undir at lesa løgfrøði og fekk seinni starv i einari sakførafyritøku.

I 1920 - 28 ara gamal - for hann upp i politikk . Hann læt seg stilla upp sum valevni til loggavutingið, Senatið, i statinum New York. I 1912 varð heitt a hann um at koma upp i stjornina sum varaflotamalaraðharri, og hann tok beinanvegin av. Hetta starvið hevði hann i 7 ar. Eftir at hann var farin ur ti krevjandi embætinum i stjornini, tok hann aftur upp starvið sum sakførari. Roosevelt læt seg stilla upp sum valevni til guvernør, t.v.s. ovasta leiðara, i lutstatinum New York. Agrytin for hann upp i valstriðið, og i 1928 varð hann valdur i tað starvið. Millum annað fekk hann viðtikið, at New York sum tann fyrsti lutstaturin veitti almennan stuðul til arbeiðsleys.

I 1929 kom stora skrædlið a Wall Street , sum førdi til enn eina heimsumfatandi figgjarkreppu, sum helt sær langt upp i triatiarini . Hon byrjaði sum eitt skrædl a børsinum i New York, ti staðnum, har keyp og søla av virðisbrøvum for fram. Knappliga for virðið a brøvunum at falla. Skrædlið a børsinum fekk lagnutungar avleiðingar fyri alt tað amerikanska samfelagið. Vøruprisirnir lækkaðu. Hetta komu teir, ið framleiddu vørurnar, at sviða fyri, og nogvar verksmiðjur og aðrar fyritøkur noyddust at siga arbeiðsmonnunum upp og lata eftur. Eftir einum ari vaks talið a arbeiðsleysum fra tveimum millionum til uml. 14. Lønirnar hja teimum, ið høvdu arbeiði, lækkaðu niður i triðing av ti, tær høvdu verið frammanundan. Storur partur av ti amerikanska folkinum smokkaði niður i neyð og fatækdømi. Slik var støðan, ta ið Roosevelt gjørdist forseti i USA. Hann stillaði upp til forsetavalið og lovaði at gera alt, hann kundi, fyri at vinna a kreppuni. Hann varð valdur til forseta við storum meiriluta i 1932. Hann var ta fimti ara gamal. Seinni varð hann afturvaldur ikki minni enn triggjar ferðir i nyggj 4 ara skeið. Slikt var ikki hent fyrr i søgu USAs.

Roosevelt er einasti forseti, ið hevur sitið i try forsetaskeið. Ta amerikanski forsetin, Franklin D. Roosevelt, doyði av sjuku tann 12. april 1945 var hann just valdur og svorin i eið sum forseti fyri fjorðu fer. Roosevelt varð valdur i 1932 og afturvaldur i 1936, 1940 og i 1944. Nu ber tað ikki til hja einum og sama personi at sita i forsetaembætinum i meiri enn atta ar. Tað vil siga, at metið hja Roosevelt, sum er 4.422 dagar i Hvitu husunum , ongantið fer at verða tikið.

New Deal-politikkur Roosevelts [ rætta | rætta wikitekst ]

Tann kendasta av øllum New Deal-fyriskipanunum var tann, ið gongur undir heitinum Tennessee Valley Authority .

Undir valstriðinum hevði hann nytt rakstrarropið "New Deal", t.v.s. at kortini skuldu gevast av nyggjum til tess at faa USA buskaparliga aftur a føtur. "New Deal"-politikkur hansara eydnaðist bara fyri ein part, ti hann fekk ikki vent gongdini av alvara, men hann fekk gjørt tað, at kreppan ikki vaks. Tað var ikki fyrr enn imoti endanum av 1930-arunum , at amerikanski buskapurin rættiliga for i gongd aftur, og ta var tað hernaðardubbingin, ið beindi fyri arbeiðsloysinum.

Hesi tiltøk gjørdu, at Rooseveltstjornin kom i hornatøkur við amerikanska hægstarættin, sum i 1935 gjørdi urskurð, ið segði, at fleiri av tiltøkunum hja Rooseveltstjornini voru ikki i samstarvi við styrisskipanina, men ta ið Roosevelt varð afturvaldur i 1936 , fjaraði motstøðan burtur.

Roosevelt setti hesi tiltøk i verk fyri at basa arbeiðsloysinum:

  • Nyggjar landbunaðarlogir vorðu settar i gildi, sum govu bondunum stuðul at minka um dyrkilendið til tess at minka um ovurframleiðsluna, sum skuldu hava við sær, at prisurin a landbunaðarvørum hækkaði.
  • Dollarin varð niðurskrivaður, soleiðis at amerikanskar vørur gjørdust biligari a heimsmarknaðinum, og avis inflation var sett i verk, sum skuldi hjalpa til at faa vinnutolini i gongd aftur.
  • Stor almenn arbeiði vorðu sett i verk.
  • Yrkisfeløgini fingu oskerdan rætt sjalvi at gera sattmalar við arbeiðsgevararnar, og urslitið varð, at loft varð lagt a arbeiðstiðina (40 tima vika), og golv varð lagt undir arbeiðslønina - minstaløn.
  • Bankakervið, ið var meint rakt av kreppuni, varð endurskipað. Bankar, ið voru farnir a heysin, sluppu ikki at lata uppaftur, og hinir bankarnir fingu rikisveðhald, soleiðis at folk ikki høvdu fyri neyðini at bera otta fyri, at tann peningur, ið tey høvdu standandi i bankunum, var i vanda.

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið