한국   대만   중국   일본 
Filabeinsstrondin - Wikipedia Jump to content

Filabeinsstrondin

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Republique de Cote-d'Ivoire
Tjoðveldið Filabeinsstrondin
Flagg Fílabeinsstrondin
( Flagg Filabeinsstrondin)
Skjaldarmerki Fílabeinsstrondin
( Skjaldarmerki Filabeinsstrondin)
Tjoðarslagorð: "Union, Discipline, Travail"
Tjoðsangur : "L'Abidjanaise"
Alment mal Franskt
Høvuðsstaður Yamoussoukro
Forseti Alassane Ouattara
Forsætisraðharri Robert Beugre Mambe
Fullveldi 7. august 1960
(fra Fraklandi )
Vidd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
322,463 km²
1.4 %
Ibugvar
 - tilsamans 2009
 - tættleiki
 
20,617,068
63.9/km²
Gjaldoyra CFA Frankur (XOF)
Tiðarøki UTC +0
Økisnavn a alnetinum .ci
Telefonkota +225

Tjoðveldið Filabeinsstrondin (alment franskt heiti: Republique de Cote-d'Ivoire ) er eitt land i Vesturafrika . I norðri hevur Filabeinsstrondin mark við Mali og Burkina Faso , i eystri við Gana , og i vestri við Liberia og Guinea . Almenna malið er franskt .

Politikkur [ rætta | rætta wikitekst ]

Mannarættindabrot [ rætta | rætta wikitekst ]

Laurent Koudou Gbagbo.

Bæði deildir, sum stuðla fyrrverandi forsetanum a Filabeinstrondini Laurent Koudou Gbagbo og nuverandi forsetanum Alassane Ado Dramane Ouattara , framdu kriggsbrotsverk og brot a mannaættina, i bloðuga striðnum, sum tok seg upp aftana valið i desember 2010 [1] . Alassane forseti hevur higartil ikki fordømt hesum ræðugerðum. Hetta kann tulkast, sum tekin um, at hansara trygdardeildir og aðrir vapnaðir bolkar, hava fingið grønt ljos til at halda fram við bardøgunum. Heitt verður a Alassane, um alment at fordøma bardøgunum og at steðga øllum alopum a sivila folkið alt fyri eitt. Mannarættindabrot verða framhaldandi framd motvegis veruligum ella imyndaðum stuðlum hja fyrrverandi forsetanum Gbagbo. Mannarættindabrotini verða bæði framd i Abijan og i vestara partinum av landinum. Eitt kanningarlið hja Amensty International hevur verið a Filabeinstrondini, i gott tveir manaðir, og samlað meira enn 100 fragreiðingar fra vitnum og folki, sum hava yvirlivað massakrina, sum for fram tann 29. mars 2011 i Duekoue , sum liggur umleið 500 km. vestan fyri Abidjan , og granna bygdinum. Allar fragreiðingarnar fra vitnum bera boð um, at drapini eru systematisk utvald og framd av hermonnum i FRCI ( Forces Republicaines de Cote d'Ivoire ), sum varð stovnað av nuverandi forsteta Alassane tann 8. mars i 2011 [2] . FRCI herdeildin hevur dripið hundraðtals menn i øllum aldrum, vegna teirra politisku sannføring og etniska samleika.

Aðrenn menninir voru dripnir, voru teir bidnir um at upplysa navn teirra og visa samleikaprogv. Nøkur av samleikaprovnum voru funnin undir liðini av likunum. Fra 6. til 8. mai i 2011 voru fleiri bygdir niðurbrendar og fleiri folk dripin. FRCI rættvistgjørdi hesar gerðir við at siga, at teir leitaðu eftir vapnum. Siðan desember 2010 hava deildir, sum hava stuðla Gbagbo eisini hava framt kriggjsbrotsverk og brot moti mannaættini, harmillum morð, pining og neyðtøkur. Siðst i februar manaði foru deildir, sum stuðla Gbagbo, inn i eitt tætt bygt grannalag i Abijan , har folk, sum stuðla Alassane hildu til, og drupu fleiri folk. Striðið, sum hevur valdað seinastu seks manaðarnar hevur ført til, at tusundtals folk eru flydd og eru tramautiseraði.

Buskapur [ rætta | rætta wikitekst ]

Filabeinsstrondin sigst vera eitt tað tryggasta landið i Afrika , bæði politiskt og buskaparliga. Ein av atvoldunum er, at landið hevði sama forseta, Felix Houphouet-Boigny (f. 18. oktober 1905 ? d. 7. desember 1993), i 33 ar, 1960 til 1993. Hann legði dent a, at landið skuldi flyta ut ymiskar vørur, ti at tað er ein av fortreytunum fyri sterkum buskapi. Tydningarmestu landbunaðarvørurnar eru kaffi og kakao . Bøndurnir dyrka eisini bummull , frukt og tubbak og hava eisini skogarvinnu.

Borið saman við flestu lond i Afrika er Filabeinsstrondin rættiliga rikt land. Ein ein av orsøkunum er, at myndugleikarnir hava lagt seg eftir, at bøndurnir dyrka ymiska grøði. Einki land i heiminum dyrkar so nogv kakao sum Filabeinsstrondin - summi ar kemur 1/3 av øllum kakao haðan - men kapping ur Landsynningsasia kann fara at broyta hetta. Einki annað land i Afrika dyrkar so nogv kaffi, og teir dyrka eisini ananas og bananir.

Fyrr voru storir skogir a Filabeinsstrondini. Har vaks nogvur dyrur viður, sum til dømis ibinholt og mahogni. Nu er næstan eingin skogur eftir. I mong ar var skogarvinna alitið i buskapinum , og nogvur viðarutflutningur var hildin at vera ein av utvegunum at vinna a uttanlandsskuldini. Storir skogir vorðu høgdir niður og lendið lagt inn til kaffi- og kakaolundir. Nu verður roynt at bjarga ti skogi, sum eftir er, og farið er eisini at groðurseta trø.

Folkið [ rætta | rætta wikitekst ]

Fleiri enn 60 folkasløg eru a Filabeinsstrondini, og samanumtikið liva tey friðarlaga saman. Eitt av hesum folkum er danfolkið, djupt inni i skogunum fyri vestan. Tey eru gitin fyri at duga væl at skera i træ og gera m.a. træskortar, sum limirnir i serligum loyniligum felagsskapum bruka, so at eingin skal vita, hvørjir teir eru. Bara limirnir i hesum felagsskapum sleppa at dansa styltudansin hja danfolkinum.

Atrunaður [ rætta | rætta wikitekst ]

Kupan a størstu kristnu kirkju i heiminum ( La Basilique Notre-Dame de la Paix ) dagar høgt upp um husatekjurnar i litla bynum Yamoussoukro , sum fyri stuttum varð gjørdur til høvuðsstað a Filabeinsstrondini. Gamli forsetin, Boigny, hevði sjalvur eftirlit við arbeiðinum, kirkjan varð liðug i 1989 . Hon var ovurdyr at byggja, men har eru 7 000 sessir, og i tuninum faa 350 000 folk verið - triggjar ferðir so nogv folk, sum bugva i bynum. Funnist varð harðliga at forsetanum fyri at seta i verk so ræðuliga dyra bygging i einum landi, har enn er stort fatækadømi.

Hagtøl [ rætta | rætta wikitekst ]

Mentan [ rætta | rætta wikitekst ]

Filabeinsstrondin gjørdist sjalvstøðugt riki i 1960, ta hevði landið verið franskt hjaland i 400 ar. Landið hevur enn nogv samband við Frakland . 240 km sunnanfyri høvuðsstaðin liggur Abidjan . Hesin nymotans havnabyurin við glampandi hahusum er størsti byur i landinum. I Abidjan eru nogvir snøggir motahandlar og finar matstovur, ið eru merkt av franskari avirkan og minna um, at landið hevur staðið undir Fraklandi . Mangir bankar i Abidjan og aðrar fyritøkur husast i hahusunum uppi a heygnum i bynum. Abidjan var høvuðsstaður a Filabeinsstrondini til 1991, ta ið Yamoussoukro gjørdist høvuðsstaður .

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. "Archive copy" . http://amnesty.org/en/library/asset/AFR31/002/2011/en/bb769d9e-874f-442e-9454-993977a35f95/afr310022011en.pdf . Heintað 2011-09-12 .  
  2. "Archive copy" . http://www.amanien.info/actualite-1860-colonel-kouassi-patrice-porte-parole-des-forces-republicaines-de-cote-d-ivoire-ordonnez-nous-obeirons-commandez-nous-executerons.html?PHPSESSID=99f4511af43df8d353be5e1306ccdf08 . Heintað 2012-05-08 .  
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið