Bjarni Hammer

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bjarni Hammer
er eitt menniskja
Fødd(ur) 8. mar 1975 i/a Tvøroyri
Starv politikari, politistur, rogvari, kickboxer
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin
Datuheiti
Commons Bjarni Hammer
Bjarni Hammer situr fremst i svartari troyggju.

Bjarni Hammer (føddur 8. mars 1975 ) av Tvøroyri er ein føroyskur løgreglumaður, rogvari og politikari ( Javnaðarflokkurin ).

Politisk livsleið [ rætta | rætta wikitekst ]

Bjarni Hammer er byraðslimur i Tvøroyrar kommune, [1] og a løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur inn a Føroya Løgting fyri Javnaðarflokkin við 298 atkvøðum. Umframt Bjarna, voru tveir aðrir suðuroyingar buðsitandi i Suðuroynni valdir inn i Løgtingið, hinir voru Kristin Michelsen og Henrik Old . Bjarni Hammer varð afturvaldur i løgtingið i 2019 og 2022.

Livsleið sum rogvari [ rætta | rætta wikitekst ]

Bjarni Hammer er virkin innan føroyskan kapproður. Hann var við til at stovna Suðuroyar Kapproðrarfelag i 2012. [2] [3] Felagið var bert virkið i eitt ar, 10-mannafarið Suðuroyingur luttok i kappingini um FM og gjørdist nummar tvey. Navnið a batinum hevur fyrr verið brukt til batar hja Froðbiar Soknar Roðrarfelag , men hesin hja Suðuroyar Kapproðrarfelag hevði annan lit, hann var myrkagrønur og hvitur. Bjarni hevur eisini verið virkin rogvari i feløgunum Froðbiar Soknar Roðrarfelag og Miðvags Roðrarfelag i batinum Riddarin. Hann vann FM við Riddaranum i 2011, tað arið vann baturin allir roðrarnar hja 6-mannaførum hja monnum. [4]

Rusevnamalið 2018 [ rætta | rætta wikitekst ]

21.februar 2018 greiddi Vagaportalurin fra, at Bjarni Hammer hevði verið avhoyrdur i sambandi við sølu av narkotiskum evnum.

Dagin eftir, 22. februar , svarar løgtingsmaðurin aftur i einum tiðindaskrivi til sama portal, at hann hevði verið avhoyrdur av tveimum løgreglumonnum umborð a strandfaraskipinum Smyrli tvær vikur aðrenn. Hann segði seg ikki hava verið skuldsettan fyri nakað, og at gerðin tosað var um, skuldi hava farið fram til ein 40 ara føðingardag hja einum vinmanni nøkur ar aðrenn. Talan var um ein mistanka um sølu av rusevnum, meir nagreiniligt hasj .

Aðrar viðmerkingar vildi Bjarni ikki koma við, men metti tað vera tyðiligt at hetta voru leysasøgur, ið voru sprotnar fra politiskum motstøðufolki. At enda segði hann seg aldrin hava selt nøkrum rusevnir, og at hetta nokk var prisurin ein matti gjalda sum almennur personur.

Bjarni boðaði fra at leysasøgurnar byrjaðu at ganga i november 2017 , og at hann allatið hevði hildið løgmann kunnaðan um støðuna. [5] [6] [7] [8]

Viku seinni boðar Sosialurin fra, at tey hava i hendi eina telefonsamrøðu, ið visir Bjarna sekan i at samskifta um sølu narkotisk evni. Hetta skal hava verið ein samrøða, ið Bjarni hevði við eina 16 ara gamla kvinnu i desember 2017. Brot av samrøðuni var lagt inn a tiðindaportalin in.fo ., og visti a, at Bjarni hevði kunnað kvinnuna um, at hann kundi skaffað hasj fra einum manni, hann hevði tilknyti til.

Sosialurin boðaði fra, at miðilin seinastu manaðinar hevði kannað skuldsetingarnar moti løgtingsmanninum, og hevði valt at lata løgregluni malið i januar 2018. [9] [10] [11] [12] [13] [14]

26. februar sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen seg vera sera ørkymlaðan av malinum, og at Javnaðarflokkurin saman við Bjarna Hammer fer at viðgera malið i felag, aðrenn hann kemur við einari uttalan. [15] [16] [17] Dagin eftir sigur løgmaður at hann og Javnaðarflokkurin mæla Bjarna til at fara i farloyvi imeðan løgreglan kannar malið, men at endaliga avgerðin liggur hja løgtingsmanninum. Bjarni utalar seg seinni um dagin, at hann allarhelst boðar løgmanni fra avgerð sini seinni um kvøldið. [18] [19] [20] [21]

28. februar verður tingfundur settur, uttan at nøkur fraboðan er komin fra løgtingsliminum, hann er somuleiðis ikki til staðar. [22] Løtu seinni boðar Kringvarpið fra at Bjarni fyribils hevur tikið sær farloyvi, og sjalvur sigur fra nær tað endar. Avgerðin hevur við sær at næsta varafolk a listanum, ið er Bjørg Dam , tekur yvir tingsessin til Bjarni kemur aftur. [23]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. tvk.fo - Byraðið
  2. hvannrok.fo - Tey hava goðar vonir um kapproðurin i Suðuroy
  3. Sudurras.fo - Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hja Suðuroyar Kapproðrarfelag
  4. Flickr.com - Mynd av Bjarna Hammer við steypum
  5. http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/bjarni-hammer-eg-var-avhoyrdur-av-loegregluni/?cHash=a3e0435ef278cecd924993251a3582b8&L=0
  6. http://portal.fo/bjarni+hammer+danska+logreglan+avhoyrdi+meg.html
  7. http://portal.fo/bidar+eftir+nidurstoduni+hja+logregluni.html
  8. http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/02/22/20180222bjarnihammerkannadur
  9. http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/bjarni-hammer-eg-var-avhoyrdur-av-loegregluni/?cHash=a3e0435ef278cecd924993251a3582b8&L=0
  10. "Archive copy" . http://www.in.fo/news-detail/sosialurin-avdukar-bjarni-hammer-vildi-skaffad-hassj-til-ungar-kvinnur/ . Heintað 2018-02-28 .  
  11. http://portal.fo/bladstjori+a+sosialinum+vit+hava+100+prosent+dokumentation+fyri+hesum.html
  12. http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/02/26/20180226lagdurundiratskaffahassj
  13. http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/02/26/sosialurin-boai-narkodeildini-fr
  14. http://kvf.fo/greinar/2018/02/26/bjarni-hammer-lagdur-undir-skaffa-hassj
  15. http://kvf.fo/greinar/2018/02/26/skuldsetingar-orkymla-logmann
  16. http://portal.fo/logmadur+orkymladur+av+malinum+um+bjarna+hammer.html
  17. http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/02/27/dalet-export-1196503
  18. http://portal.fo/logmadur+maelir+bjarna+hammer+at+fara+i+farloyvi.html
  19. http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/02/27/20180227bjarnieiguratfaraifarloyviogsamrodavidlogmann
  20. http://portal.fo/fer+helst+at+boda+logmanni+fra+i+kvold.html
  21. http://kvf.fo/greinar/2018/02/27/enn-ovist-um-bjarni-hammer-fer-i-farloyvi
  22. http://portal.fo/tingfundur+settur+uttan+frabodan+fra+bjarna+hammer.html
  23. http://kvf.fo/greinar/2018/02/28/bjarni-hammer-i-farloyvi