한국   대만   중국   일본 
Amerikanska Kollveltingin - Wikipedia Jump to content

Amerikanska Kollveltingin

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Millum Kanada norðanfyri og Florida sunnanfyri, Atlantshav eystanfyri og Appalakkufjøll vestanfyri, varð fræið saað, tað sum vaks upp og gjørdist storveldið USA .
Amerikanskir sniðskjuttar bardust imoti væl vapnaðum bretskum reyðjakkum.
I 1773 foru nakrir bostonbugvar , ilatnir sum indanar, umborð a try skip, sum voru fermd við tei, og tveittu alt fyri borð. Viðurskiftini, millum niðursetufolkið og bretar , gjørdust nu sera alvarslig.
Tey trettan hjalondini samtyktu uppskotið hja Thomas Jefferson 4. juli 1776 i Philadelphia , Pennsylvania .
Striðið við Princeton , New Jersey i 1777 , George Washington stoð a odda fyri herinum, sum vann sigur a bretum .
Bretski generalurin Charles Cornwallis ( 31. desember 1738 ? 5. oktober 1805 ) for i felluna i Yorktown , Virginia . Franski flotin la og vardi fram við strondini, og George Washington kringsetti bretsku herdeildirnar fra landi.

Hin Amerikanska Kollveltingin , ið vardi fra 1765 til 1783 , rakk hæddarpunktinum, ta amerikumenn toku sær rætt til at siga upp truskap sin til bretska kongahusið. Umboðsmenn fyri øll trettan hjalondini (" Second Continental Congress ") samtyktu amerikansku frælsisyvirlysingina i Philadelphia tann 4. juli 1776 . I seinnu helvt av 1700-talinum tok ein tjoðskaparrørsla seg upp i øllum Vesturheiminum .

Onøgd niðursetufolk [ rætta | rætta wikitekst ]

Byrjanin til ta amerikonsku sjalvstyristilgongdina skal siggjast i ljosinum av, at bretar mettu, at tað var neyðugt at skatta koloniirnar fyri at kunna figgja umsitingina av teimum. Bretska krunan legði eina røð av skattum a koloniirnar, men motstøðan var hørð og umfatandi. "The East India Company" fekk einarætt fra bretsku stjornini at flyta te ur Kina beinleiðis til sini umboð i USA , og hetta førdi við sær, at niðursetuhandilsmenninir ikki fingu lut i hesum lønandi handli. Tann 16. desember i 1773 skipaðu nøkur niðursetufolk fyri sokallaðu Boston Tea Party sum eitt motmæli imoti bretsku atferðini. Hetta gjørdist byrjanin til harða striðið millum niðursetufolkið og bretsku ta stjornina. Bretar kravdu frið og landaskil, men amerikumenn kravdu frælsi.

Byrjan av frælsiskrignum og Frælsisyvirlysingin [ rætta | rætta wikitekst ]

I september i 1774 varð stevna hildin i Philadelphia i Pennsylvania , sum nevndist "First Continental Congress". Allar koloniirnar uttan Georgia sendu umboð til stevnuna. Endamalið við stevnuni var at bøta um sambandið við ta ensku stjornina, men hetta eydnaðist ikki, og i april manaði i 1775 voru niðursetufolk i Massachusetts i bardaga við bretar við Concord og Lexington . Frælsiskriggið brast a. Striðið spjaddist og uppreistur var veruleiki, og krav um fullveldi varð endaliga orðað 4. juli i 1776 i tiltiknu Frælsisyvirlysingini , ið staðfesti naturrættindi hja mannaættini og fullveldið hja teimum amerikonsku statunum. Thomas Jefferson orðaði yvirlysingina, sum i storan mun er grundað a tey politisku astøðini hja enska heimspekinginum John Locke [1] .

Frælsiskriggið vardi longri enn væntað. Tað byrjaði 19. april i 1775 , ta ið niðursetumenn og bretsk herlið brustu saman við Lexington og kriggið endaði 19. oktober 1781 , ta ið Chares Cornwallis við heri sinum gav seg yvir i Yorktown , Virginia . Bretar , sum eisini voru i kriggi við fleiri evropisk lond, mattu luta fyri frælsishugaðu niðursetufolkunum. I 1783 viðurkendi Stora Bretland fullveldið hja teimum 13 koloniunum.

Samgongusattmalin [ rætta | rætta wikitekst ]

Meginlandsstevnan ( enskt : Continental Congress), sum var sett saman av umboðum fra øllum statum, viðurkendi i november i 1777 " Articles of Confederation ", ið komu i gildi i mars 1781 eftir at statirnir høvdu goðtikið skjalið. Samgongusattmalin asetti sambandið millum einstøku statirnar og nyggju meginstjornina. Sattmalin staðfesti, at statirnir voru sjalvstøðugir og at meginstjornin einans var ein miðil hja statunum at raða og styra i samstarvi (sokallað konfederation ). Ottin fyri eini sterkari meginstjorn, eins og tann bretska , er endurspeglaður i samgongusattmalanum. Alt valdið var hja kongressini, sum var sett saman av umboðum fra statunum. Tann nyggi sattmalin og tann nyggja stjornin hovdu sinar veikleikar. Eingin forseti var, einki tjoðardomsvald var, og kongressin hevði ikki rætt at aleggja skatt, men noyddist at biðja um pening fra statunum. Tingið hevði heldur ikki rætt at styra handli. Tað var næstan omøguligt at bøta um veikleikarnar, ti broytingar kundu einans fremjast, um allir trettan statirnir atkvøddu fyri broytingunum.

Tørvur a eini nyggjari skipan [ rætta | rætta wikitekst ]

Krøv um broytingar var urslit av eini maktarleysari meginstjorn og buskaparkreppu i 1780-arunum . Fleiri politiskir leiðarar mettu, at trupulleikarnir i 1780-arunum voru urslit av veikleikunum i samgongusattmalanum, serliga vantandi evnini hja meginstjornini av faa skil i lag i fleiri statum. Sambært James Madison ( 16. mars 1751 ? 28. juni 1836 ) , sum av fleiri verður mettur at vera faðir at teirri amerikonsku stjornarskipanini, og øðrum var loysnin at seta eina nyggja meginstjorn a stovn og at smiða eina nyggja stjornarskipan. Hann metti, at neyðugt var at seta a stovn eina sterka samveldisstjorn, men hann bar otta fyri, at ein sterk samveldisstjorn kundi misnyta valdið og fremja agang imoti borgarunum. Ti var neyðugt, i teirri nyggju skipanini, at tryggja, at valdið ikki varð miðsavnað. Fyri at forða fyri valdsmiðsavnan og valdsmisnytslu, skuldi tann politiska skipanin bytast i triggjar partar - tað loggevandi, utinnandi og dømandi valdið. Eitt slikt valdsbyti var alneyðugt sambært James Madison .

Stjornarskipanarstevnan [ rætta | rætta wikitekst ]

I 1786 bjoðaði Virginia statunum til stevnu i Annapolis , Maryland fyri at endurskoða og betra um handilsviðtøkur. Umboð fra einans fimm statum møttu upp. James Madison og Alexander Hamilton voru millum umboðini. Seinni høvdu hesir avgerandi avirkan a stjornarskipanarsmiðið. Stevnan samtykti at kalla saman til stevnu arið eftir i Philadelphia , Pennsylvania . Tolv av trettan statum møttu upp i mai manaði i 1787 . Nogv vitborið folk var savnað. Nogvir høvdu høga utbugving og fleiri dugdu væl latin og grikskt . Stevnan varð hildin, fyri afturlatnum hurðum, fra mai til september . Høgt virdu leiðararnir Benjamin Franklin og George Washington toku lut i stevnuni, og var George Washington einmælt valdur til stevnuforseta, men veruliga leiðslan kom fra einum litlum bolki av idnum tjoðskaparmonnum - Alexander Hamilton fra New York , James Madison fra Virginia og James Wilson fra Pennsylvania .

The Great Compromise [ rætta | rætta wikitekst ]

Ta fyrstu vikuna legði Edmund Randolph fra Virginia uppskot fram, sum James Madison hevði tilevnað, við broytingum, sum kundu koma istaðin fyri ta veiku samgonguna av statum og seta a stovn eina dygdargoða meginstjorn heldur enn at endurskoða samgongusattmalan ( enskt upprunaheiti: Articles of Confederation ). Umboðini voru samd um at skifta orð um uppskotið, ið nevnist Virginia-ætlanin . Endamalið við ætlanini var at skapa eina sterka meginstjorn. Loggavutingið skuldi hava vald at kolldøma statslogir. Nyggja stjornarskipanin skuldi geva stjornini størri myndugleika yvir statunum og folkinum. Stjornarvaldið skuldi bytast i triggjar sjalvstøðugar deildir - loggavudeild, utinnandi deild og domsdeild.

Teir smau statirnir goðtoku ikki Virginia-ætlanina , ti teir boru otta fyri, at ahugamal teirra foru ikki at verða røkt. Sambært Virginia-ætlanini atti umboðanin i loggavutinginum at verða avgjørd av skattaupphæddini, sum bleiv rindað til meginstjornina. William Paterson ur New Jersey legði fram, umboðandi smau statirnar, eitt alternativt uppskot til tess at varðveita sterka leiklutin hja statunum. Alternativið verður kallað New Jersey-ætlanin . Allir statir skuldu, sambært uppskotinum, hava somu umboðan i einum eittkamar tingi. Hetta uppskot fekk ikki undirtøku, men smau statirnir høvdu to nog nogvan stuðul til tess at faa i lag eina neyðloysn viðvikjandi spurninginum um umboðan i loggavutinginum. Ein nevnd varð vald til at loysa osemjuna, og urslitið gjørdist "The Great Compromise". Sambært hesum uppskoti skuldi umboðanin i umboðsmannatinginum verða grundað a folkatalið i statunum, meðan umboðanin i senatinum var lika hja øllum statunum, nevniliga tveir senatorar hvør. Nogvar aðrar osemjur voru, og fleiri aðrar neyðsemjur voru gjørdar aðrenn stjornarskipanaruppskotið varð latið ur hondum i september i 1787 . Eftir at New Hampshire sum nyggjundi staturin goðkendi stjornarskipanina, kom hon i gildi 4. mars i 1789 .

Orðaskiftið [ rætta | rætta wikitekst ]

Ta ið stjornarskipanin varð latin statunum til goðkenningar, byrjaði eitt stort alment orðaskifti. Tey, sum voru imoti stjornarskipanini, nevndir antifederalistar, mettu, at nyggja stjornarskipanin tok ov nogv vald fra einstøku statunum og gjørdi samveldisstjornina alt ov sterka, so at personliga frælsið, ið tey høvdu striðst fyri, for at koma i vanda. Til tess at koma hesum akærunum til livs, lovaðu federalistarnir, teir, sum stuðlaðu stjornarskipanini, at staðfesta hesi frælsisrættindi eftir at nyggja stjornarskipanin var staðfest.

Urslitið gjørdist tey fyrstu tiggju iskoytini til stjornarskipanina, nevnd "Bill of Rights", og komu hesi i gildi 15. desember i 1791 . Besta provførslan fyri teirri amerikonsku stjornarskipanini er savnað i "The Federalist Papers", ið var ein røð av greinum, sum voru prentaðar i bløðum i New York fra oktober 1787 . Greinarnar vorðu skrivaðar undir dulnevninum Publius . Høvundarnir voru Alexander Hamilton , James Madison og John Jay , sum høvdu havt stora avirkan i stjornarskipanarsmiðinum og voru idnir talsmenn fyri teirri nyggju stjornarskipanini. "The Federalist Papers" visir ikki bara, hvussu stjornarskipanarsmiðirnir fataðu skipanina, ta ið teir skrivaðu hana, men eisini hvussu folkið i USA fataði nyggju grundleggjandi logina, ta ið tey goðkendu hana.

Avirkan av teirri amerikonsku stjornarskipanini [ rætta | rætta wikitekst ]

Teir amerikonsku stjornarskipanarsmiðirnir evnaðu til eina skipan, sum var eitt gjøgnumbrot i ahaldandi striðnum fyri frælsi. Tann amerikanska stjornarskipanin hevur havt stora avirkan a sera nogvar stjornarskipanir kring heimin. Eyðsæð er, at einki land merkti avleiðingarnar av kollveltingini so beinleiðis sum Frakland gjørdi. Nogvir heryvirmenn tæntu i USA um tað mundið og fingu iblastur fra hertænastuni. Nevnast kann tann ungi Marquis de Lafayette , vinur Washingtons , sum, eftir at hava striðst i USA , kom heim til Fraklands við einum ynski um frælsi og eini republikanskari sannføring. Hann var ein av teimum, ið striddist fyri frælsi og javnrættindum i Fraklandi . I 1789 varð Mannarættindayvirlysingin samtykt i Fraklandi , og staðfesti hon politisk og borgarlig rættindi. I september i 1791 fekk Frakland , eftir eina ogvusliga kollvelting, sina egnu stjornarskipan, sum m.a. avmarkaði valdið hja kongi. Thomas Jefferson rættaði eina kladdu av fronsku Mannarættindayvirlysingini fra 1789 , sum verður mett at vera eitt av teimum tydningamiklastu mannarættindaskjølum, sum eru skrivað. Hetta er bert eitt av fleiri dømum um ta amerikonsku avirkanina a franska stjornarskipanarsmiðið.

Tann amerikanska stjornarskipanin gav ikki bara iblastur til onnur lond um tað mundið, ta ið skipanin varð sett a stovn. I meira enn tvær øldir hevur tann amerikanksa stjornarskipanin avirkað og givið iblastur til stjornarskipanir i oteljandi londum [2] .

Hygg eisini at [ rætta | rætta wikitekst ]

Keldur [ rætta | rætta wikitekst ]

  1. Becker, Carl Lotus. The Declaration of Independence: A Study in the History of Political Ideas Harcourt, Brace, 1922.
  2. http://books.google.com/books?ie=UTF-8&hl=en&id=0QghsDsSCB4C&pg=PA45&lpg=PA45&dq=jefferson&prev=http://books.google.com/books%3Fq%3Djefferson%2Bindependence%2Blatin%2Bamerica&sig=v0afdyhrNgB42XLqhBEB9IQhCDU#v=onepage&q=jefferson&f=false
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið