한국   대만   중국   일본 
Irskt mal - Wikipedia Jump to content

Irskt mal

Fra Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Irskt
Gaeilge
An Ghaeilge
Tosað i: Lýðveldið Írland Irlandi
Stóra Bretland Stora Bretlandi ( Norðurirlandi )
Kanada Kanada ( New Foundlandi ).
Tosandi ialt: 2.000.000 (2011)
Irlandi 1.770.000 herav
91.000 ræðið (flotandi)
Norðurirlandi 200.000
Kanada 2.000
USA : 30.000
Malætt : Indo-evropeiskt

   keltiskt
     oyggja-keltiskt
      goideliskt
       irskt .

Malkotur
ISO 639-1 : ga
ISO 639-2 : gle
ISO 639-3 : gle

.

Irskt ( Gaeilge ella An Ghaeilge , Enskt : Irish ) er eitt Goideliskt (Gæliskt) mal nærskyldt við Skotskt gæliskt og Manskt , sum tosað er i Irlandi . Irskt verður framvegis tosað i smaum enklavum, serliga i Connacht , har vesturi i Irlandi . Økini har irskt framvegis verður tosað verða nevnd Gaeltachtai (eint. Gaeltacht), og folkini verða nevnd Gaeilgeoiri (orðarætt "eldhugað irskmælt folk").

Irskt mal er, saman við eingilskum , alment mal i Irlandi , og tvungin lærugrein i øllum almennum folkaskulum i Irsku Republikkini .

Prosentvisa utbreiðslan av teimum ið siga seg duga irskt mal, sambært eini folkateljing i 2011

Søga [ rætta | rætta wikitekst ]

Irskt mal er fyrst skjalaprogvað við Ogham askriftum fra fjoðru øld e.Kr., og verður hetta malið kallað frumirskt. Hesar askriftir eru funnar kring alt Irland og a vesturstrondini av Storabretlandi . Frumirskt broytist til fornirskt gjøgnum 5. øld . Fornirskt nytti fra 6. øld latinska stavraðið, og upptok eisini nogv latinsk orð, serliga orð ið høvdu við kirkjumalið at gera. I 10. øld hevði fornirskt utviklað seg til miðirskt, ið varð tosað i Irlandi, Skotlandi og a oynni Mann . Fra 12. øld for miðirskt i teimum trimum londunum at broytast til tey lokalu malini, irskt, skotskt gæliskt og manskt.

Irskmælt folk uppa øki i 1871

Irskt Skriftmal [ rætta | rætta wikitekst ]

Høvuðsgrein: Irskt skriftmal

Tað irska skriftmalið gongur aftur til klassikst irskt, fra tiðarskeiðnum 1100-1600. Hoast ein skriftmalsbroyting (reformur) kom i seinna helmingi av 1940'unum, sum viðførdi eina nutimansgerðing av skriftmalinum, so byggir tað framvegis (eins og føroyskt) a upprunafrøði, tvs. tað er framvegis storur munur a talumali og skriftmali, eins og i føroyskum.

Malføri [ rætta | rætta wikitekst ]

Irskt hevur i dag triggjar høvuðsdialektir (malføri) hvørs geografiska utbreiðsla stort sæð fylgir teim trimum landslutunum; Munster , Connacht og Ulster . Dialektin i ti fjorða landslutinum, Leinster , doyði ut i 20. Øld , men bandupptøkur vorðu gjørdar av henni i arunum 1928 og 1931 . Seinasti personur ið tosaði Leinsterdialekt doyði i 1960 .

Gaeltacht [ rætta | rætta wikitekst ]

Irsktmæltu økini Gaeltacht (An Ghaeltacht) i dag finnast i:

  • Galway (Contae na Gaillimhe) , harimillum Connemara (Conamara) , Aran oyggjarnar (Oileain Arann) , Carraroe (An Cheathru Rua) og Spiddal (An Spideal) ;
  • a vesturstrondini av Donegal (Contae Dhun na nGall) ; i økinum sum verður ropt Tyrconnell (Tir Chonaill) ;
  • a Dingle halvoynni (Corca Dhuibhne) og Iveragh halvoynni (Uibh Rathach) i Kerry (Contae Chiarrai) .

Smærri øki finnast eisini i Mayo (Contae Mhaigh Eo) , Meath (Contae na Mi) , Waterford (Contae Phort Lairge) , og Cork (Contae Chorcai) .
Gweedore (Gaoth Dobhair) i County Donegal er størsta Gaeltacht soknin i Irlandi.

Gaeltacht, irsk-mæltu økini i Irlandi i dag


Tvimælt skelti a Irskum og Enskum


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Si miðlasavnið