한국   대만   중국   일본 
Døgg Nonsgjogv - Wikipedia

Døgg Nonsgjogv (fødd 26. mars 1996 ) er ein føroysk songkvinna. Hon er ættað Innan Glyvur og byr i løtuni a Argjum og arbeiðir sum hjalparfolk a dagstovninum i Hoyvik. Døgg sang i sjonvarpssendingini Likkulikkuleia, ta ið hon var fyra ara gomul og seinni vann hon eina talentkapping a Skala. Hon for i gongd við at skriva sangir, ta ið hon var 12 ara gomul. Hon var bert 17-ara gomul, ta hon i mars 2013 framførdi egin løg i Norðurlandahusinum saman við Hans Jacob Kollslið i samband við stuðulskonsert, ið Berin skipaði fyri, ta framførdu Eivør og Hanus G. Johansen eisini. Berin er ein felagsskapur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin ella onkran annan, ið stendur teimum nær. Døgg misti papa sin, Birgir Nonsgjogv, i november 2004, ta var hon bert 8 ara gomul. [1] Papi Døgg gav ut eina fløgu, Birgir og Jonsvein - Jacta est alea, ið merkir Terningarnir eru kastaðir. Fløgan kom to ikki kom ut fyrr enn eftir deyða hansara.

Døgg og Hans Jacob voru gestir i utvarpsstovuni hja Kringvarpi Føroya 3. mai 2013 i sendingini Goðan morgun Føroyar, har Runi Jakupsson hevði samrøðu við tey. [2] Tey framførdu sangin "Tu tok mina hond", sum eisini var plettskotið hja Kringvarpinum i viku 38 i 2013. Hon gav ut tvey løg a iTunes i september 2013, tað voru sangirnir Tu tok mina hond , sum er ein glaður kærleikssangur, og Tu ert hja mær , sum er ein sangur, ið hon hevur skrivað til minnis um papan. [3] Desember 2013 gav hon lagið, Nu er jol, ut, ið eisini var plettskot hja Kringvarpinum. Hin 9. oktober 2015 gav hon ut sina fyrstu fløgu, ið ber heitið Non og hevur 8 sangir. Tey fyrstu stakløgini, ið hon gav ut Tu tok mina hond og Tu ert hja mær eru við a fløguni. Heitið Non visir m.a. til fyrra partin av eftirnavninum hja Døgg, og tað var eisini eftirnavnið hja papanum. Nonsgjogv er eitt staðarnavn ur Eysturoynni, av fjallinum Grafelli, har ið man sær fram við Gjogv. Ta ið klokkan er try, er non, og ta sær solin i gjonna fra november til mars. Sangurin Tu tok mina hond vann eina heiðursløn a FMA 2014 sum Arsins sangur i Pop/Rock bolkinum.

Døgg var gestur i utvarpsendingini Brunsj, har Eyðfinn Jensen prataði við hana um fløguna. Døgg greiddi fra, at ein av sangunum, Tusundtals Ar , var ein, ið hon ikki hevði skrivað sjalv, men tað var ein sangur, ið papi hennara hevði damdað so væl, og sang hann ofta, meðan hann livdi. Talan var um ein sang hja Una Arge , ið Døgg hevur fingið loyvi til at utgeva, har ið hon sjalv syngur. A fløguni hja Døgg er ein upptøka fra jolum 2003, har papin spælir guitar, tikin við i sangin Tusundtals Ar . [4]

Tonleikautgavur rætta

Egnar utgavur rætta

  • 2015 - Non - Døgg Nonsgjogv, Tutl , 8 sangir

Egin stakløg a iTunes rætta

  • Tu tok mina hond , 2013
  • Tu ert hja mær , 2013
  • Nu er jol , 2013

Heiður rætta

Keldur rætta

  1. "Berin.fo, siða 6, Við jolunum kemur saknurin" . http://www.berin.fo/Files/Filer/Berin/Sorgin-nivur-a-jolum.pdf . Heintað 2013-09-26 .  
  2. Kvf.fo, Goðan morgun Føroyar, Døgg Nonsgjogv beinleiðis i studio 5
  3. "Planet.fo, Døgg gjørt sang um at missa papan sum 8 ara gomul" . http://planet.fo/grein/dogg_skrivadi_sum_8_ara_gomul_sang_um_at_missa_ppan . Heintað 2013-09-26 .  
  4. kvf.fo - Brunsj - Døgg Nonsgjogv vitjar i Brunsj

Sloðir uteftir rætta